Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-18, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. oktober 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 19. oktober 2016 · Nr. 120 FITNESS / HONDBÓLTUR Tróndur Arge Tað tykist longu langsíðani, at Jóhan á Plógv Hansen fekk sítt gjøgn­umbrot í bestu deildini í Danmark við Skanderbog. Hann hevur síðani skift til meist­ara­liðið Bjerringbro-Silkeborg, spælt á danska U21 og B-landsliðnum og skal komandi vikuskiftið spæla móti Paris Saint- Germain og Mikkel Hansen í Champions League. Eitt stig á leiðini hevur verið at sloppið á liðið hjá Bjerringbro-Silkeborg. Jóhan á Plógv Hansen hevur fyrr víst á, at hann skal hava tol og arbeiða seg fram. Tað hevur hann gjørt so væl, at hann nú er at síggja á høgra vonginum, tá Bjerringbro- Silkeborg spælir. Sunnudagin var á hann á vøllinum, tá Bjerringbro-Silke­borg vann 33-24 á Orlen Wisla Plock úr Póllandi. Jóhan á Plógv Hansen hevði ein góðan dyst á høgra veingi. Seks mál gjørdist tað til at enda, og tað var nokk til, at eveopesiska hond­bóltssambandið hevur valt at seta hann á dagsins lið. - Hetta var ikki besta umfar­ið hjá høgru vongunum, men Jóhan Hansen vinnur tilnevningina millum teir 7 bestu, sigur EHF á heimasíðu sínari. Hetta var ein sera týd­ning­ar­mikil sigur í bólkaspælinum og Bjerringbro-Silkeborg eru nú trý stig framman fyri Wisla Plock, sum eru mettir at vera millum harðastu kappingarneytarnar í stríðnum at koma víðari úr krút­sterka bólkinum. Eftir fýra dystir liggur Bjerringbro- Silkeborg á fjórða plássi í bólkinum við fýra stigum. Átta lið eru í bólkinum og fimm tey fremstu koma víðari. Sunnu­ dagin verður enn ein risa avbjóðing fyri Bjerringbro-Silke­borg og Jóhan á Plógv Hansen, tá Paris Saint Germain og Mikkel Han­sen skulu basast. Jóhan á Plógv skal spæla ímóti Føroyum Nýstovnaða føroyska A-lands­lið­ið í hond­bólti er bjóðað til Pól­lands, har kapp­ing er á skránni fyrst í november. Mót­støðuliðini verða B-landsliðini hjá Danmark og Póllandi og síðani A-lands­ lið­ið hjá Estlandi. Hópurin til B-landsliðið hjá Dan­mark til hesa kapping er longu úttikin. Har er serliga vert at leggja til merkis, at í danska hópinum er ein føroyingur, sum skal spæla ímóti Føroyum. Talan er um Jóhan á Plógv Hansen, ið fyri stóran part er uppvaksin í Føroyum, men fyri nøkr­um árum síðani fór til Danmarkar at royna seg á hægri støði í hondbólti. Jóhan á Plógv valdi eisini at gagn­ nýta møguleikan at spæla við danska landsliðnum, tá ið lítið og onki bleiv gjørt burturúr føroyskum lands­liðs­hond­bólti. Nú verður tó meira gjørt við hond­bólts­ landsliðini, og tað merkir, at upprunaliga før­oyski Jóhan á Plógv Hansen er komin í ta løgnu støðu, at hann skal spæla landsdyst ímóti sínum landsmonnum. Kappingin í Póllandi verður spæld í døgunum 4.-6. november. Føroyski hóp­ urin er ikki úttikin enn. trondur@sosialurin.fo Tað gongur strúkandi hjá føroyska vonginum í Bjerringbro-Silkeborg, sum mennist í hvørjum. Í vikuni bleiv hann valdur sum besti høgri vongurin í Champions League hetta umfarið JÓHAN GER UM SEG Í CHAMP­ IONS LEAGUE