hósdagur 20. oktober 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
21. oktober 2016
– Viss man skal viðgera kommunusaman
legging, so má man viðgera tað fyri alt Før
oyar og ikki fyri Suðuroynna seperat...
Orðini eigur Sirið Stenberg, landsstýris
kvinna við ábyrgd av kommununum – og
býráðslimur í Vági í farloyvi.
Hendan útsøgnin hjá landsstýriskvinn
uni bendir á, at hon ikki er fyri kommunu
samanlegging í Suðuroy. Tí hví kann komm
unusamanlegging í Suðuroy ikki viðgerast
seperat?
Tað kann hon saktans. Tí tað hevði givið
meining at tikið kommunustýrislimirnar
í Suðuroy av ræði og lagt kommunurnar
saman við lóg. Tí tað nyttar einki at bíða,
til tær finna út av tí sjálvar – um tær als
ikki finna út av tí. Landsstýriskvinnan vísti
eisini á, at nógv samstarv er millum komm
unur í Suðuroy.
Tað er ein sannleiki við modifikatiónum,
tí har er treyðugt nakað samstarv, uttan so,
at tað er okkurt, sum hægri myndugleikar
hava kravt av teimum.
Í blaðnum í síggja vit, at tað er stórt oyðsl
við skattaborgarans peningi at hava sjey
kommunur í Suðuroy. Tað er fullkomiliga
vitleyst at brenna yvir fýra milliónir krónur
av til 43 kommunalpolitikarar, tá tað hevði
verið nógv mikið við 9 ella 11 politikarum.
Um Suðuroy var ein kommuna, so kundu
hesir pengar verið brúktir til at dugna
fólkinum í oynni heldur enn nøkrum
borgarstjórum – ella kundu pengarnir verið
spardir.
Norðanfjørðs eru nógvar kommunur
samanlagdar. So nógvar, at talið komm
unum upp á 20 ár er farið úr 51 niður á 29
– ein minking upp á 22 kommunur. Saman
leggingar hava verið á Streymoy, í Vágum, í
Eysturoy og í Norðoyggjum. Einastu oyggj
ar, ið ongar samanleggingar hava framt, eru
Suðuroyar og Sandoy.
– Tí gevur tað so absolutt meining at tosa
um samanlegging í Suðuroy seperat, Sirið
Stenberg.
Finna kommunurnar ikki sjálvar út av tí,
so eigur tað at verða framt á annan hátt.
Tað hevði verið lívgandi at havt ein
kommunumálaráðharra, sum veruliga tók
hesi viðurskifti í álvara og framdi tær broyt
ingar, sum neyðugar eru. At hava nógvar
smáar kommunur er ikki eitt mál fyri tær
smáu kommunurnar og teirra fólkavaldu,
sum njóta gott av tí. Tað er ein
spurningur um fólkaræði í
øllum landinum.
– Hetta er heilt óalmind
iliga neyðarsligt
Tað staðfesti Magnus Arge,
formaður í Norðoya Sam
bandsfelag, tá hann váttaði
fyri in.fo, at tað bara eydnaðist at fáa eitt valevni
á listan hjá Sambandsflokkinum í Klaksvík. Tað
er 37 ára gamli Jógvan Sofus Vilhelmsen, sum
erútróðrarmaður og býr í Ánunum.
Í Klaksvíkar kommunu sita 11 býráðslimir.
Sambært kommunulógini kunnu stillast
fýra valevni fleiri upp, at tað kunnu veljast.
Tað merkir, at 15 valevni kunnu stillast upp
til býráðsvalið í Klaksvík – og at 14 pláss á
sambandslistanum standa skríggjandi tóm.
– Eg dugi ikki at siga, hvussu tað ber til.
Kanska duga vit ov illa. Men vit høvdu nøkur
nøvn á listanum, sum høvdu lovað at stilla upp.
Men sum síðani bóru seg undan, sigur Magnus
Arge. Tað var ananrs
upp á tal at fáa Bjørn
Kalsø, løgtingsmann,
at stilla upp. Men
hann hevur borið seg
undan.
Sjálvandi skal Suðuroy vera ein kommuna
Bara ein sam
bandsmaður
í Klaksvík
Sambandsflokkurin
Les eisini blaðið
á telefonini
Málráðið:
– Livir ikki upp til
endamálið
Málfelagið
Tíðargrein síða 20-21
Bjargar mammo
grafi kvinnum?
Eivind Warberg
Tíðargrein síða 22
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Visti tú?
At vit hava 12
kommunur sunnan
fjørðs og 17 norðan
fjørðs?
Eldraráðið í havn
2.069 havnarborgarar
yvir 60 ár hava atkvøtt
til eldraráðið í Havn
Tilsamans 4.419 borgarar yvir
60 ár valdagin høvdu valrætt
til eldraráðið í Havn hesaferð.,
og freistin av velja var úti
mikudagin.
2.069 vóru á vali, hetta er
46,8% av veljarunum.
Valúrslitið var hetta:
Katrin Holm 471 atkvøður
Eydna Háberg 291 atkvøður
Julianna Klett 289 atkvøður
Petur Rouch 252 atkvøður
Helgi Hansen 154 atkvøður
Niels Pauli Danielsen 148 at
kvøður
Tórgerð Dam 127 atkvøður
Eyrith Leyni 104 atkvøður
Brynhild Danielsen 85 at
kvøður
Ása A. Østerø 77 atkvøður
Suffía Eliasen 68 atkvøður
Tríggjar atkvøður vóru
blankar. Vald í eldraráðið eru
sostatt:
Katrin Holm
Eydna Háberg
Julianna Klett
Petur Roach
Helgi Hansen
Varalimir eru Niels Pauli Dan
ielsen, Tórgerð Dam, Eyrith
Leyni, Brynhild Danielsen og
Ása A. Østerø.
Nývalda eldraráðið í Tórs
havnar kommunu tekur
við 1. januar 2017. Eldraráðið
skipar seg sjálvt við formanni,
næstformanni, skrivara og
kassameistara. Eldraráðið
hevur skrivstovu í Tilhald
inum í Tórsgøtu.
Eldraráðið ráðgevur bý
ráðnum í eldrapolitiskum
spurningum. Endamálið er
at tryggja, at tey eldru verða
hoyrd í viðurskiftum, sum
viðkoma teimum, og eisini
at gagnnýta teirra vitan og
royndir. Eldraráðið kann av
sínum eintingum eisini siga
sína hugsan um eitthvørt evni
av almennum áhuga fyri tey
eldru, koma við hugskotum og
seta spurningar.
Katrin Holm fekk nógv
flestar atkvøður
Katrin Holm í Havn, sum í nógv ár arbeiddi á Snarskivuni
hjá Tórshavnar Býráð, er fyrstvald í Eldraráðið