hósdagur 20. oktober 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 21. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 121
4
Í
dag hevur Jógvan Bærentsen ver
ið í Blóðbankanum á Landssjúkra-
húsinum og givið blóð fyri 100. ferð.
Hetta er fyrstu ferð í Føroya søgu at
nakar hevur givið blóð 100 ferðir.
Sum ungur skóti sá Jógvan Bærentsen
nógv upp til tey eldru í skótaliðnum sum
góvu blóð, og avgjørdi hann longu tá,
at hetta vildi hann eisini, tá hann bleiv
vaksin. Tá hann so, sum 18 ára gamal,
ivaðist í, hvussu hann skuldi bera seg at
við at sleppa at geva blóð, hoyrdi hann
eina útvarpslýsing frá Blóðbankanum, um
at mangul var á blóðgevum. Tá valdi hann
at fara út í Blóðbankan og melda seg til.
Hetta var í 1973, og øll hesi árini hevur
Jógvan verið trúfastur blóðgevi, bæði
í Føroyum og í Danmark, og kann nú
kalla seg fyrsti blóðgevi í Føroyum, sum
hevur givið blóð 100 ferðir. Hetta er eitt
ómetaliga flott og dýrabart verk, sum fyri
mong hevur fingið eitt óendaligt virði.
Gávan, sum Felagið Blóðgevi letur í
hesum sambandi, er ein glasfuglur frá
Mikkalina Glas. Fuglurin ímyndar ein
pelikan, sum í fleiri londum er ímyndin
av blóðgeva gerninginum. Søgan sigur,
at pelikanurin roytir fjarðarnar av sínum
egna brósti, til blóðið rennur, so veiku
ungarnir kunnu styrkjast við at drekka
av tí.
Ynskir tú at geva blóð, so melda til á
gevidblod.fo
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
8-13 m/s
5-10 m/s
2-7 m/s
Andøvsgul upp í ein strúk av suðri
og landsynningi, 8 til 13 m/s, sum
um kvøldið makar niður í gul til stívt
andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og
regn meginpartin av degnum, men
um kvøldið einans sirm her og har, tó
møguliga mjørki í støðum. Hitin um
10 stig.
Lot til andøvsgul av landsynningi,
2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt og sum
frá líður klárar í og sólglottar. Hitin
um dagin millum 8 og 10 stig, um
náttina millum 3 og 8 stig.
Leygardagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri og
landsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur
skýggjað, men fyri tað mesta turt,
tó møguliga mjørki í støðum. Hitin
um 10 stig.
5-10 m/s
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Donald Trump hevur tosað niðrandi um konufólk í allar
ævir - og konufólk koma nokk at vera orsøkin til hann
ikki gert forseti. Segði nakar karma?
Kjakið um borgarstjóravalevni
kring landið hevur elvt til, at orðið
borgarstjóri man verða tað mest
nýtta orðið hesa vikuna. Um orðið
sigur Sprotin:
borgarstjórik1
býráðsformaður, borgmeistari
Rok á Tvøroyri elvdi til,
at Kristin Michelsen
stillaði upp á nýggjum
lista í evstu løtu.
Eitt av valevnunum á
listanum hjá Kristin
Michelsen vil ikki
verða vald, sigur
hon á Facebook.
Bara ein er uppstillaður
á Sambandslistanum í
Klaksvík. Tað gjørdist
greitt, tá freistin at
lata listarnar inn
var týskvøldið.
Eyðun Klakstein, venjari
hjá B36 boðaði í vikuni
frá, at hann ikki ætlar
sær venjarastarvið aftur
Føroyar eru farnar
37 pláss fram á FIFA
styrkilistanum
Ein eftirskúli verður nú
eftir ætlan gjørdur í Vági
Hanus Thorleifsson
gevst nú við fótbólti,
eftir at hava
spælt fyri B36.
»Borgarstjóri«
Hevur givið blóð
100 ferðir
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
milliónir kostar nýggi
skúlin í Fuglafirði
96
MANGT OG HVAT
Visti tú?
Katrin Holm fekk flest
atkvøður til eldraráðið í
Havn