Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-24, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. oktober 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 43 • 24. OKTOBER 2016 4 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Danjal av Rana – Fyrr var samskifti í stóran mun nakað, sum myndugleikarnir høvdu niður til fólkið. Tað gekk fyri seg í miðl­um sum útvarpi, sjónvarpi og bløð­um. Vit hoyrdu einamest frá politik­arum og stjórum. Nú hava vit øll ein pall, gjøgnum millum annað Face­book, og samskifti er vorðið nógv meiri atgongiligt og javnbjóðis, sigur Eydna Skaale. Fyri tveimum árum síðani stovnaði hon fyritøkuna Retorika, sum veitir ráðgeving í samband við samskifti. Retorikkur fær okkum kanska at hugsa um politikkarar fyrst og fremst. Tað er eingin orsøk til. ­– Onkur heldur kanska, at reto­ rikkur var uppfunnin av einum spinn­ doktara onkustaðni, men sannleikin er, at sum fak er tað líka gamalt sum fólka­ræði. Tað er elsta fak, sum er til og varð skipað ár 500 fyri Kristus, sam­stundis sum fólkaræði, greiðir Eydna Skaale frá. Fólkaræði og retorikkur ella kunst­ urin at samskifta ganga sjálvandi hond í hond, tí tað handlar jú um at vinna undirtøku fyri sínum hugsanum og hugskotum. – Til tess krevst, at ein dugir at samskifta. Vit nýta kortini samskifti í ger­andisdegnum eisini, sum tá vit kjak­ast um, hvat vit skulu eta til døg­ urða. Skal tað vera pitsa ella knettir? Tá er tað tann, ið betri dugir at føra sín­ar grundgevingar fram, sum plagar at vinna, greiðir hon frá. Nú er valstríð í hondum og tá er samskiftið serliga viðkomandi. Um alt landið royna politikkarar at bera síni sjónarmið fram, men tað er eingin loyna, at nøkur megna tað betri enn onnur. – Tað er øgiliga misjavnt, hvussu tilvitað valevnini eru um sítt samskifti. Nøkur duga eyðsæð væl og leggja seg eftir at bera ein greiðan boðskap fram, meðan onnur ikki vita heilt hvat tey gera ella hví. Eg trúgvi, at hetta eisini sæst aftur í atkvøðutalinum hjá valevnunum, sigur hon. Retorika hevur havt fjølbroyttar uppgávur hesi bæði árini. Eydna Skaale hevur bæði hildið fyrilestrar og veitt ráðgeving til einstaklingar og fyri­tøkur. – Fyri tað mesta hevur tað verið eitt hobby, sum eg havi havt við síðunar av. Eg havi arbeitt bæði á Sosialinum og á Kvinnu síðani vit fluttu aftur til Føroya, og so gjørt ymsar uppgávur fyri Retorika afturat tí. Tað hevur snúð seg bæði um almennar og privatar fyri­lestrar, røðuskriving og at veita ráð­geving, sigur hon. Hon merkir, at áhugin fyri samskifti er vaksandi. – Nú hava vit øll ein pall. Tí eru flestu vorðin meiri tilvitað um at sam­ skifta rætt. Vit samskifta alla-staðni, alla tíðina og spurningurin er, hvussu vit kunnu bera boðskapin frá á bestan hátt, so at vit náa teimum, vit ynskja at náa. Nú liggja jólaborðhald fyri framm­ an og serfrøðingurin í retorikki hevur trý góð ráð til teirra, ið ætla at halda eina røðu: Ver væl fyrireikaður, ikki smæðast burtur og hygg upp. – Øll vilja hoyra, hvat tú hevur at siga. Tá tú so hevur reist teg, tak so orðið. Øll eru í parti við tær, tey eru ikki próvdómarar, sum skulu meta um, hvussu væl tú kláraði teg. Og hygg eftir teimum, tú tosar við. Ikki stara niður í borðið ella spæla við gaffilin, sigur Eydna Skaale. – Og eitt ókeypis eyka ráð – ikki drekk mót til tín, tað gongur altíð galið. Retorikkur er ikki bara politikkur. Vit nýta tað eisini, tá vit kjakast um, hvørt vit skulu hava pitsa ella knettir til døgurða, sigur Eydna Skaale, sum rekur fyritøkuna Retorika Vit hava øll ein pall www.sosialurin.fo Fá meira at vita