mánadagur 24. oktober 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 43 • 24. OKTOBER 2016
10
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Vágar
Vilmund Jacobsen
S
jóvinnustýrið hevur bæði við
lýsingum, greinum og í loftmiðl
unum gjørt vart við, at krøvini
at fáa ávís sjóvinnubrøv ella før
leikaprógv verða herd eftir 1. januar
2017. Talan er um sjóvinnubrøv til
brúgvayvirmenn við handilsskipum,
maskinyvirmenn,
skipselektrikarar,
skipskokkar við handilsskipum og
fiskiskipum og fulltiknar dekkarar
og motormenn. Staðiliga hevur verið
heitt á øll føroysk sjófólk, sum hava
tørv á sjóvinnubrøvum, um at kunna
seg um krøvini, og í hesum sambandi
hevur verið víst á heimasíðuna hjá
Sjóvinnustýrinum - www.fma.fo, har
neyv kunning er um øll hesi viðurskifti.
Sjóvinnustýrið stúrir fyri, at fleiri
sjófólk eru í vanda fyri at missa starvi,
um tey ikki sum skjótast senda Sjó
vinnustýrinum umsókn um sjóvinnu
bræv.
Skiftistíðin er avgerandi
– Vit eru í einari skiftistíð, sum gongur
út 1. januar 2017. Hugburðurin – at
tað gongur nokk – gongur ikki, tí ert
tú siglandi, og tú einki ger við at fáa
sjóvinnubrævið ella førleikaprógvið
upp á pláss, kanst tú eftir 1. januar
standa við ongum starvi.
Christel Christoffersen, deildarleið
ari og Súsanna Dal Jákupsdóttir, full
trúi í Sjóvinnustýrinum, vísa á, at tað
kann spara siglandi fólki ótrúliga
nógva tíð og nógv stríð at gera vart
við seg og søkja, áðrenn skiftistíðin
rennur út.
– Skiftistíðin er komin fyri at
tryggja, at siglandi ikki missa starvið
orsakað av øktu krøvunum. Men vit
hava bara fram til 1. januar 2017
loyvi at endurnýggja sjóvinnubrøv og
skriva út førleikaprógv samsvarandi
lágu krøvunum. Eftir 1. januar eru
hesi sjófólk noydd at fara á skúla
bonk í upp til fleiri ár. - Sum dømi
kann nevnast, at umtú siglir sum
óútbúgvin kokkur við fiskiskipum
ella handilsskipum, kanst tú meðan
skiftistíðin er fáa sjóvinnubræv grund-
að á starvsroyndir umborð. Men, letur
tú tíðina ganga og ikki syrgir fyri
hesum fyri 1. januar 2017, fært tú
ikki sjóvinnubræv, fyrr enn tú hevur
tikið eina kokkaútbúgving. Sama er
galdandi fyri sjófólk, ið sigla sum
fulltiknir dekkarar og motormenn við
handilsskipum. Søkja hesi ikki áðrenn
1. januar er neyðugt at ganga eitt ár í
skúla fyri at fáa førleikaprógvið.
Sjófólk hava ábyrgdina
Christel Christoffersen og Súsanna
Dal Jákupsdóttir vísa á, at tey á Sjó
vinnustýrinum hava staðið á høvd
inum, sum tær taka til, fyri at fáa av
greitt umsóknirnar, sum higartil eru
komnar.
– Vit kunnu ikki taka ábyrgd av, at
sjófólk eru ov sein á sjóvarfallinum.
Men, tað sum í fyrsta lagi ræður um
og er altavgerandi er, at søkt verður
um sjóvinnubræv ella førleikaprógv í
skiftistíðini.
Tær vísa á, at tað eru sjófólk, sum
bæði noyðast til Klaksvíkar í skúla og
noyðast at hava longri siglingartíð,
um skiftistíðin rennur út, og einki
verður gjørt.
– Tað er nú, meðan skiftistíðin
er, at tú kanst fáa góðskrivað tínar
royndir umborð. Situr tú hinvegin
sjóvarfallið av tær, er eingin bøn.
2.500 sjóvinnubrøv
Christel Christoffersen og Súsanna
Dal Jákupsdóttir leggja dent á, at øll
sjófólk eiga at seta seg inn í broyttu
viðurskiftini, sum verða eftir 1. januar
2017 - og serliga venda tey sær til
fulltiknar dekkarar, fulltiknar motor-
menn, kokkar og skipselektrikarar.
– Um sjófólk skulu mynstra eftir
1. januar 2017, mugu hesi senda Sjó
vinnustýrinum umsókn um sjóvinnu
bræv sum skjótast. Sjóvinnustýrið
kann tó ikki veita vissu fyri, at allar
umsóknir verða avgreiddar áðrenn
árslok.
Christel Christoffersen og Súsanna
Dal Jákupsdóttir siga, at sambært
hagtølum skulu umleið 2.500 sjó
vinnubrøv og førleikaprógv endur
nýggjast ella útskrivast av nýggjum.
– Vit meta, at um hesi hagtøl eru
røtt, vanta okkum umleið 350-400
umsóknir, og soleiðis skulu einar
750-800 umsóknir viðgerast í Sjó
vinnustýrinum fyri ársskiftið, siga
deildarleiðarin og fulltrúin í Sjóvinnu
stýrinum.
- Tað er nú, meðan skiftistíðin er, at tú
kanst fáa góðskrivað tínar royndir umborð.
Liggur tú hinvegin sjóvarfallið av tær, er
eingin bøn, siga Christel Christoffersen og
Súsanna Dal Jákupsdóttir, deildarleiðari
og fulltrúi í Sjóvinnustýrinum
Fleiri sjófólk í vanda
fyri at missa starvið
Hevur tú endurnýggjað
sjóvinnubrævið?
Ligg ikki sjóvarfaLLið av tær!
Krøvini til sjóvinnubrøv
verða herd 1. januar 2017
Kanna tína støðu á www.fma.fo