leygardagur 18. september 2004síða 22
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 178 - 18. september 2004
Nr. 178 - 18. september 2004
43
C
M
Y
K
43
42
Skrivstovunæmingur til Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna søkir við hesum eftir skrivstovunæmingi.
Vit bjóða tær eina fjølbroytta og áhugaverda skrivstovuútbúgving innan
almenna fyrisiting, har tú fær bæði persónliga og fakliga menning.
Sum næmingur hjá kommununi, fært tú eitt sera gott innlit í kommunal
viðurskifti, og tað at starvast í einari politiskt stýrdari fyrisiting. Handaligi
parturin av útbúgvingini fer fram í miðfyrisitingini hjá Tórshavnar
kommunu, har tú luttekur í fjølbroyttum uppgávum m.a. á
starvsfólkadeildini, roknskapardeildini og í snarskivuni. Tú lærir at nýta
allar hentleikar, sum hoyra til nútímans skrivstovu.
Lærutíðin er vanliga 2 ár, men velst tað um hvørja útbúgving tú hevur.
Skúlagongdin er 5 tíðarskeið á 13 vikur í alt í Danmark, vanliga á Niels
Brock í Keypmannahavn.
Førleikakrøv
Umsøkjarar við HH-prógvi ella studentsprógvi hava fyrimun.
Setunarviðurskifti
Ynskiligt er at tú byrjar 11. oktober 2004 ella skjótast til ber. Løn
sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Meira fæst at vita
um starvið við at venda sær til Janus Isfeldt (
) ella
Barbaru Danielsen (
), tlf. 30 20 10.
Umsókn
saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu
vera Tórshavnar kommunu, Postbox 32, 110 Tórshavn, í hendi í
seinasta lagi mikudagin 4. oktober 2004. Viðmerk á umsóknina
“Skrivstovunæmingur”.
janus@torshavn.fo
barbaradan@torshavn.fo
www.torshavn.fo
Tórshavnar
kommuna
- er uppbygd við trimum
fyrisitingum: Trivnaðarfyri-
siting, tekniskari fyirsiting
og miðfyrisiting, har yvir
1000 fólk starvast.
Starvsfólkadeildin umsitur
starvsfólka- og lønarviður-
skifti og ráðgevur í hesum
sambandi miðfyrraðu deil-
dir og stovnar kommunun-
ar.
Roknskapardeildin hevur
bókhald og roknskap hjá
øllum deildum og stovnum
kommununar og stendur
fyri allari innkrevjing.
Snarskivan er avgreiðslan
hjá Tórshavnar kommunu,
og er bindilið millum allar
deildir og borgaran.
Arbeiðsøkið, ið Snarskivan
røkir, er tænasta í breiðari
merking til starvsfólk og
borgara.
Barnaansingin í Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna søkir vegna:
Dagstovnin Kurl@ eftir:
- einum pedagogi at arbeiða 35 tímar um vikuna í barnagarðsstovu at
byrja skjótast tilber, ella eftir nærri avtalu.
- einum hjálparfólki at arbeiða 35 tímar um vikuna í barnagarðsstovu at
byrja 15. oktober 2004 ella eftir nærri avtalu.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya..
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Ann Jacobsen, stovnsleiðara, á tlf. 353500.
Umsókn
saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera
Dagstovninum Kurl@, Sundsvegur 3, 100 Tórshavn, í hendi í seinasta
lagi mánadagin 4. oktober 2004.
www.torshavn.fo
Dagstovnurin
Kurl@
Á stovninum er ein
vøggustova við 12
børnum og ein barna-
garðsstova við 22
børnum. Á stovninum
starvast 8 fólk.