mánadagur 24. oktober 2016síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 43 • 24. OKTOBER 2016
16
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Vágar
Klaksvíkingur stýrir Handils
virkinum Niclasen í Sørvági
Síðan 1. februar í ár hevur Símun á Høvdanum, sum býr í Klaksvík, verið stjóri í Handilsvirkinum Niclasen í Sørvági
Vilmund Jacobsen
– Eg var til flogbóltskapping í Klaksvík,
tá Jørgen Niclasen kom til mín og
segði, at hann hevði brúk fyri einum
nýggjum leiðara í Handilsvirkinum
í Sørvági. Men, áðrenn nakar kundi
setast, skuldi málið fyri á nevndar
fundi í felagnum. Tað endaði so við,
at eg tók við stjórastarvinum.
Tað sigur Símun á Høvdanum, sum
vit hittu í Sørvági í síðstu viku.
Royndur innan fakið
Hann er rættiliga royndur innan hesa
vinnugrein og kom longu sum 11-
12 ára gamal nógv í timburhandilin í
Klaksvík, har pápin starvast eina hálva
øld.
Longu í 1994 gjørdist Símum á
Høvdanum stjóri í Klaksvíkar Timbur
handli, sum hann, beiggin og pápin tá
keyptu og áttu fram til oktober mán
aða í 2005.
– Eg trívist væl her vesturi, men
arbeiði mikudagar á deildini, sum vit
hava stovnað á Varpinum í Klaksvík.
Í Klaksvík hava vit eitt nú tøk,
húsaklædning og tilfar til innrætting.
Annars fæst alt, sum Handilsvirkið
hevur í Sørvági, eisini í Klaksvík
Símun á Høvdanum sigur, at opið
er í Klaksvík yrkadagar millum klokkan
16 og 17 og so heilan mikudag.
– Vit hava ein vørubil og lastbil,
og er talan um størri bíleggingar í
Sørvági, taki eg vøruna norður við, so
hon er í Klaksvík sama dag, sum hon
verður bíløgd - og fyri sama prís, sum
vøran verður keypt fyri í Sørvági.
Stjórin vísir á, at í Sørvági er alt
innan byggitilfar, eitt nú tøk, húsa
klædningur, gólv, terassubrettir og
annað timbur, og her er eisini byggi
búð við ymiskum amboðum, máling
og búnýti.
Ymiskar veitarar
– Umframt okkara egnu vørur, hava
vit eisini neyvt samstarv við aðrar
veitarar, eitt nú Vøruhúsið, Kemilux,
Foss-El, MBM, Blika og Balslev - fyri
at nevna nakrar veitarar úr rúgvuni.
Símun á Høvdanum vísir á, at
Handilsvirkið í Sørvági soleiðis kann
útvega allar vørur, sum hesir veitarar
hava.
– Vit fara til Havnar við vørubilinum
hvønn týsdag og kunnu tá taka alt
tað við, sum viðskiftafólk spyrja eftir,
leggur hann aftrat.
Tey, ið kundu hugsað sær at spurt
seg fyri hjá Handilsvirkinum Niclasen,
kunnu altíð ringja á tlf. 273200.
Tænastur við nýggjum kranabili
– Øll, sum hava brúk fyri skervi og stoypisandi ella ymiskum kranauppgávum, eru vælkomin at
seta seg í samband við meg, og eg vil altíð gera mítt besta, sigur Erhard Dam í Sandavági
Vilmund Jacobsen
E
rhard Dam í Sandavági, sum
eigur og rekur fyritøkuna Last
vognskoyring, hevur fyrr í ár
keypt sær ein spildurnýggjan 15 tons
stóran lastbil við krana og grabba.
Hann hevur eisini skerv-og sand
goymslu við grótbrotið í Sandavági,
og haðani koyrir hann út veitingar til
kundar kring um í Vágum og aðra
staðni í Føroyum.
– Eg selji og koyri út stoypisand
og skerv, og eg leggi dent á at hava
eina skjóta, álítandi og kappingarføra
tænastu.
Royndur í leikum
Tað var 2002, at Erhard Dam fór und
ir sjálvstøðugt virksemi, og fyri ta tíð
arbeiddi hann hjá táverandi Sanda-
vágs kommunu.
– Gjøgnum árini havi eg havt
smærri og størri maskinur, og eg havi
eisini havt dumpara. Men, nú havi eg
burtur av lagt meg eftir at reka mítt
virksemi við sand-og skervsølu og
koyring við nýggja lastbilinum.
Erhard Dam sigur, at uppgávurnar,
sum hann kann gera við einum slíkum
kranabili, eru nógvar og ymiskar, og
hann hevur eisini samstarv við aðrar
veitarar og entreprenørar.
Fyritøkan hevur eisini ein gummi
hjólslessara, sum eisini kann brúkast
til kavaruddin.
Breiður kundaskari
Kundaskarin til keyp og koyring
av stoypisandi og skervi er alt frá
privatfólki til stovnar og kommun
ur, umframt at hann eisini ger hesar
tænastur fyri ymiskar samstarvs
partar.
Erhard Dam sigur, at aðrar upp
gávur, sum fyritøkan hjá honum eisini
tekur sær av, er koyring og tøka av
ymiskum tilfari.
– Eg koyri um alla Vágoynna, og
eg geri javnan túrar til Havnar, har
eg eisini havi samstarvspartar, sigur
hann.
Ring og spyr
Tey, sum kundi hugsað sær at keypt
sær stoypisand ella skerv frá Erhardi
Dam – ella hava brúk fyri øðrum tæn
astum, sum fyritøkan hjá honum
veitir, kunn ringja á tlf. 213577.
– Øll eru hjartaliga vælkomin at
seta seg í samband við meg, og eg vil
altíð gera mítt besta, sigur hann.
Fyritøkan er eisini at finna á Face
book undir navninum Lastvognskoyr
ing v/ Erhard Dam.
Erhard Dam
Mynd: Birgir W. Høgnesen
Símun á Høvdinum
Mynd: Birgir W. Høgnesen