mánadagur 24. oktober 2016síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 43 • 24. OKTOBER 2016
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Vágar
Tíðindaskriv:
V
ága dansifelag og Visit Vágar
skipa fyri tiltakinum Mikkjals
dagar í samband við at 60 ár
eru liðin síðan deyðadag Mikkjals á
Ryggi 20. oktober 1956.
Báðar dagarnar er forvitinslig
framsýning við glasmyndum, tekning-
um o.ø. sum Mikkjal hevur latið úr
hondum, sum Miðvágs fornminnafelag
eigur, og hevur sett upp og verið so
beinasamt, at lánt okkum í samband
við Mikkjalsdagarnar. Framsýningin
verður opin báðar dagarnar.
Leygarkvøldið 29. oktober verður
kvøldseta í Marghøllini í Sørvágs skúla,
har veður felagssangur, umframt
túnatos millum heimildarmenn um
Mikkjal í gerandislívinum, upplestur
og Vágakórið fer at syngja til kvøld-
setuna.
Sunnudagurin 30. oktober bjóðar
eina áhugaverda og fjølbroytta skrá.
Í góðum samstarvi millum kirkjuráðið
í Miðvági og Vága dansifelag, byrjar
dagurin við at kirkjuráðið bjóðar til
morgunmat kl. 10.00 í kirkjukjall
aranum í Miðvági, áðrenn farið verð
ur til minningargudstænastu um
Mikkjal á Ryggi í Miðvágs kirkju. Guds
tænastan verður send beinleiðis í út-
varpinum, og í sjónvarpinum seinna
partin.
Sunnudagin
seinnapartin
verður sálmasangur í Miðvágs kirkju
við luttøku av Vágakórinum.
Um kvøldið verður almennur før
oyskur dansur í Beitinum í Miðvág
bæði fyri børnum og vaksnum. Børn
ini byrja kl. 19.00 og tey vaksnu kl.
20.00.
Mikkjalsdagar 29. og 30. oktober
Skrá:
29. oktober
klokkan 1500 - 1800: Framsýning í Miðvágs skúla
klokkan 1900:
Kvøldseta í Marghøllini í Sørvágs skúla
Felagssangur, prát um Mikkjal í gerandis-
lívinum og upplestur, Vágakórið luttekur
30. oktober
klokkan 1000:
Morgunmatur í kirkjukjallaranum í Miðvági
klokkan 1100:
Minningargudstænasta um Mikkjal á Ryggi
í Miðvágs kirkju.
klokkan 1500:
Sálmasangur í Miðvágs kirkju, Vágakórið
luttekur.
klokkan 1700 – 2000: Framsýning í Miðvágs skúla
klokkan 1900 – 2000: Almennur barnadansur í Beitinum í Miðvági
klokkan 2000:
Almennur føroyskur dansur í Beitinum í
Miðvági
Tá minnisvarðin yvir Mikkjal á Ryggi varð avdúkaður í 2011
Allan skal gera rund
koyringina í Sandavági
Allan H. Hansen í Sandavági, sum eigur fyritøkuna Maskingrevstur,
arbeiðir kring alt landið, nú hann hevur maskinur til øll endamál
Vilmund Jacobsen
– Nú er tað rundkoyringin í Sandavági,
sum er á skránni. Eg bjóðaði upp á
verkætlanina og hevði lægsta tilboð.
Tað sigur Allan H. Hansen í Sanda
vági, sum hevur fyritøkuna, Maskin
grevstur.
Á okkara ferð í Vágum í síðstu viku,
vitjaðu vit eisni inni hjá fryntliga, Allan
H. Hansen.
Allan gongur sera høgt upp í at
hava maskinur til øll endamál, og í
næstum kemur aftur ein nýggja mask
ina.
Hann hevur í løtuni fimm gravi
maskinur, sum eru úr 1,8 tons upp í 26
tons, umframt ein vibrastiónstrumlu á
12,5 tons.
Tá Vikublaðið vitjaði, hevur hann
fingið boð, at hann hevur fingið ar
beiði at gera eina rundkoyring í
Sandavági, sum fer at taka einar tólv
vikur at gera.
– Eg legði eitt boð inn, og eri sera
glaður fyri, at hetta bar á mál. Hetta
er ein verkætlan, sum Landsverk og
Vága kommuna í eiga í felag.
Hann vísir á, at rundkoyringin verð
ur á høvuðsvegnum á farleiðini til
flogvøllin – ella beint við kommunu
skrivstovuna í Sandavági.
– Eg havi eisini nøkur arbeiði,
sum liggja longur frammi, eitt nú
útgrevstur og okkurt jørð-og hava
arbeiði.
Allan H. Hansen vísir á, at vanliga
plagar henda tíðin á árinum at vera
sera sløk, men tað merkist ikki líka
væl nú, sum tað onkuntíð hevur gjørt.
- Eg arbeiði vanliga fyri kommunur,
men eisini fyri privat, og tí havi eg
altíð arbeitt sum høvusarbeiðstakari –
og havi ongantíð roynt at vera undir
veitari til størri verkætlanir.
Allan H. Hansen leggur aftrat, at
hann arbeiðir kring alt landið, nú hann
hevur maskinur til øll endamál.
Allan H. Hansen
Mynd: Birgir W. Høgnesen