mánadagur 24. oktober 2016síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 43 • 24. OKTOBER 2016
22
Føroysk framleiðsla
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
v/Petur Gaardlykke · Heiðavegur 23 · Saltangara · Tlf. 44 91 49
NÚ FRÍGGJADAGIN 28. OKT 2016
*tilboðini eru bert
galdandi fyri vørur á lagri
Sosialurin / KvR 34 18 00
Trumfa
COLORAMA SALTANGARÁ
Tímatilboð
Botex-deildin
18.00 – 19.00 ALT – 25 %
19.00 – 20.00 ALT – 30 %
20.00 – 21.00 ALT – 35 %
21.00 – 22.00 ALT – 40 %
22.00 – 23.00 ALT – 45 %
23.00 – 24.00 ALT – 50 %
Máling/Gólvdeildin
20.00 – 21.00 ALT – 25 %
21.00 – 22.00 ALT – 30 %
22.00 – 23.00 ALT – 35 %
23.00 – 24.00 ALT – 40 %
Kom og ger kvettið
ALLAN DAGIN -20%
Í BÁÐUM
DEILDINUM
Smittar skjótari enn nakað virus
Látur er tann perfekti durðasnapsurin, sigur Vivian Sjóðklett, sum í 17 ár hevur fingið fólk at flenna
– At flenna er sum at jogga. At flenna
í 10 minuttir svarar til 30 minuttir av
likamligum arbeiði. Tað loysir bæði
endorfin og dopamin í heilanum og
ger okkum glað og avslappaði, sigur
Vivian Sjóðklett.
Síðani 1999 hevur hon ferðast
ymsa staðni í Føroyum og bjóða
fólkum at luttaka á láturskeiðum.
Hetta er serliga væl egnað til bólkar,
sum hava okkurt til felags, so sum
starvsfelagar.
– Tað er gott fyri sjálvsálitið hjá
okkum at flenna. Tá vit gera okkurt
øðrvísi saman, sum at flenna saman,
styrkir tað samanhaldið í bólkinum.
Samstundis ger tað, at við góðtaka
hvønn annan. Hevur tú flent saman,
hevur tú skapt eitt slag av tilknýti til
viðkomandi. Tá vit loyva okkum at
flenna, tora vit betur at vera vit sjálvi,
sigur hon.
– Vit kenna øll til tað, at látur
smittari skjótari enn nakað virus.
Fer ein at flenna, fara øll rundan um
at flenna eisini. Í mun til terapi av
øðrum slag, so er lættari at hava álit á
látrinum, tí látur duga vit, eru vit fødd
við, sigur hon.
Tí terapi er tað, tað er tað eingin
ivi um.
– Longu í 19. øld nýttu læknarnir
látur sum eitt slag av náttúruheilivági
móti tunglyndi og forkølilsi. Síðani
60’árini eru nógvar vísindaligar roynd
ir gjørdar, sum vísa, at látur er góður
fyri sál og likam. Láturin ikki bara
avstressar okkum, men hjálpir okkum
eisini at skapa samband við onnur,
sigur Vivian Sjóðklett.
Sjálv kom hon inn á hesa lívsleiðina,
meðan hon las til námsfrøðing.
– Eg hugsaði nógv um hetta, at
børn ofta fara at flenna í støðum,
har ein als ikki má flenna. Orsøkin er,
at tey ikki skilja støðuna, skilja hvat
fyriferst og tí flenna í ráðaloysi. Men
tá eg skuldi skriva um hetta, sá eg, at
so gott sum einki tilfar var at finna,
greiðir hon frá.
Meðan hon leitar eftir einum teo
retiskum grundarlagi til uppgávuna,
sær hon eina lýsing um eitt flenni-
skeið.
– Har lýstu tey millum annað við, at
ein fekk nógvar teoretiskan kunnleika.
Skeiðið vardi bara nakrar dagar, so eg
hugsaði, hví ikki, og meldaði meg til,
sigur hon.
Komin aftur til Føroya var Vivian
Sjóðklett í starvsvenjing í Tilhaldinum.
– Tá tey eldru hoyrdu, at hevði
verið á flenniskeið, vildu tey sleppa at
royna tað, so eg hevði regluliga skeið
við teimum. Tá hugsaði eg, at um tey
gomlu taka so væl ímóti hesum, so
ber alt til. Tá valdi eg at gera meiri við
flenniskeiðini.
Vivian Sjóðklett sigur, at í Dan
mark eru láturklubbar eins og bindi
klubbarnir vit kenna hiðani. Enn er
eingin slíkur í Føroyum, men Vivian
Sjóðklett bjóðar seg fram at halda
skeið fyri bólkum og klubbum, eitt nú
nú upp undir jólaborðhald.
– Fólk plaga at spyrja, nær á kvøld
ið slíkt riggar best, og tá plagi eg at
siga so tíðliga sum møguligt. Eitt
flenniskeið er ein perfektur dura
snapsur. Øll gerast í góðum lag, øll
opna seg eitt sindur betri og so er eitt
gogtt grundarlag lagt fyri restina av
kvøldinum, sigur hon.