Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. oktober 2016 · Nr. 123 mikudagsblaðið Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Seinastu dagarnar hava fýra flokk­ ar í Havn lagt fram valskráir sínar til bý­ráðs­valið, sum verður um 13 dagar. Ilt er at síggja tann stóra mun­ in á vallyftum. Summi eru meiri ítøkilig enn onnur. Øll utt­an Tjóðveldi lova skattalætta. Tjóð­ veldi heldur, at betong fyllir ov nógv í bý­ráð­num í Havn – hóast flokk­urin hevur verið við til flestu bet­ong­av­gerð­irnar. Flokk­ur­in sigur, at tæn­astur til borgaran skulu rað­ fest­ast framum. Í staðin fyri skatta­ lætta vil Tjóðveldi játta 10 milliónir krón­ur eyka til eldraøkið og aðrar 10 mill­iónir eyka til dagstovnaøkið. Fólkaflokkurin sigur, at nú skal skil fáast á fíggjarpolitikkin. Ver­ andi býráð hevur spælt jóla­mað­ ur í ríkiligt mát, heldur flokk­ur­in, sum eisini hevur við í jóla­manna­ poli­tikki­num, sum flokkurin tosar um. Men Fólkaflokkurin, heldur at fíggj­ar­pol­i­tikk­urin skal strammast. Fólkaflokkurin segði eisini, at bú­skap­urin hjá kommununi skal lag­ast til sveggini í búskapinum ann­ars. Men spurdur, hvørjar í­løg­ ur í so fall skulu útsetast, so hevði flokk­urin ikki eitt greitt svar, uttan at kanska Skúlin á Fløtum partvís skal út­setast. Javnaðarflokkurin vil ikki út­ seta í­løg­ur í Havn. Fyrr skulu til døm­is und­ir­sjóv­ar­tunlar útsetast. Mill­um lyft­ini hjá Javn­að­ar­flokk­ i­num eru eitt nú, at 500 nýggjar í­búðir skulu byggast, tvey nýggj par­k­er­ings­hús, musikkskúli, Skúlin á Fløt­um, eldrabústaðir og nýggjur inn­koyr­ingarvegur til Havnina. Sambandsflokkurin lovar lægri skatt. Flokk­urin sigur, at vøksturin er so stór­ur, at tað ber væl til at geva skatt­a­lætta og hava fleiri peng­ar til íløgur. Kaj Leo Holm Johannesen hevur lov­að, at nýggja býráðið skal selja bygn­ing­ar fyri 300 milliónir krónur og brúka pengarnar til eitt prosent í skatta­lætta næstu 10 árini. Hvørjar bygningar, flokkurin vildi selja, fingu miðlarnir ikki svar uppá. Men Kaj Leo Holm Jo­hanne­ sen lovaði, at tað verður eitt krav frá Sam­bands­flokki­num at koma í samgongu, at ein listi verð­ur gjørdur yvir bygningar hjá Tórs­ havn­ar kommunu, sum skulu selj­ ast. Framsókn er enn ikki komið út við nakrari almennari val­skrá. Miðflokkurin stillar ikki upp hesa­ ferð, og heldur ikki Sjálv­stýr­is­ flokk­ur­in, sum hevur verið við í kapp­ing­ini um býráðssessirnar sein­astu 107 árini. Kappingin um borg­ar­stjóra­ sess­in verður heilt víst stór. Men ilt er at síggja, hvør tað er, sum skal bjóða Heðini Mortensen av, tí eing­in annar flokkur vil peika á sítt borg­ar­stjór­a­val­evni. Men vit vita, at tann avgerðin fell­ir í onkrum skýmaskoti í Høll­ini á Hálsi um mid­nátt­ar­leit­ið miku­ nátt­ina 9. november. Nógv vilja hava sleppa fram at valdiinum í Havn hvør skal taka heðin? Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Skatturin skal niður Sambandsflokkurin sigur, at tað ikki fer at á­virka í­løg­urnar, tí komm­un­an er væl fyri fíggjarliga. Við eini øðrvísi raðfest­ing av í­løg­um, kann tað passast í ein íløg­u­karm við einum lægri skatta­pro­senti, sigur Sambandsflokkurin í Havn, sum hevur lagt fram valskránna Sólvit Nolsø Valfelag Sambandsfloksins í Suð­ur­stremoy, Føroa Væl, legði valskránna til bý­ráðs­ val­ið fram í dag. Einasti sitandi bý­ráðs­ lim­ur floksins seinastu tvey valskeiðini, Annfinn Brekk­ stein, legði fram. Annfin Brekkstein segði vegna flokkin, at tey vildu fok­u­sera upp á trý høvuð­ øk­ir: • Vælferð og trivnaður • Sterkan kommunu­bú­skap • Høvuðsstaðarmening Framløgan snúði seg í stór­an mun um, hvussu í­løg­ur skulu rað­festast øðrvísi enn tær verða nú. Annfinn Brekk­ stein segði, at tað var nógv trýst á íløgum í komm­un­uni í løt­uni, tí ov nógv hendi í senn. Tí mátti ein um­rað­fest­ ing gerast. Spurdur ítøkiliga um, hvussu flokkurin ætlaði at um­rað­festa íløgur segði Ann­finn Brekk­stein, at tríggjar tær størstu íløgurnar, sum komm­unan skal undir í næst­um, Skúlin á Fløtum, lang­hyl­ur­in og musikkskúlin, skuldu rað­ fest­ast eftir týdn­ingi. Skúl­in skuldi hava hægstu rað­fest­ ing, síðan mus­ikk­skúlin og lang­hyl­ur­in sein­ast. Annfinn Brekkstein legði dent á, at tað var umráðandi at halda seg til verandi ætlan, sum komm­unan hevur sam­ tykt á skúla­økinum. Skúl­in á Fløt­um er ein stórur part­ur av tí ætlanini. Tað inniber m. a., at eingin fram­halds­deild skal verða í Sankta Frans skúla. Sambandsflokkurin í Tórs­havn vil eisini lækka skatta­pro­sent­ið í komm­un­ uni. Talan er um 0.5-1%. Ført varð fram, at komm­ un­an hev­ur eitt yvirforbrúk, ið skal tálm­ast við m.a. at lækka inntøkuna av skatti. Tey siga ikki, at tað kem­ur at á­virka í­løg­urnar, tí komm­un­ an er væl fyri fíggjarliga og við eini øðrvísi raðfesting av í­løg­um kann tað passast í ein íløg­u­karm við einum lægri skatta­pro­senti. Kaj Leo H. Johannesen, fyrr­verandi løgmaður, er valevni hjá Sam­bands­flokk­ i­num. Hann segði, at sum ein liður í skattalækkingini skuldu bygningar hjá komm­ununi seljast og har­ við skaffa fígging til ein skatta­lættar. Hann nevndi bert Sjóv­innuhúsið sum eitt dømi, men tann peningurin fer til Tórs­havnar Havn, ið er ein sep­erat­ur kassi. Kaj Leo H. Jo­hannesen vildi verða við, at í veruleikanum var tað bert tann eini kassin, ið tók pen­ing inn frá borgarunum og tí kundi húsasøla hjá bæði Tórshavnar Havn og hjá komm­ununi brúkast til skatta­lækk­ing. Tórshavnar Havn var kom­in í eina trygga legu og tað fegnaðist flokk­ur­ in um. Tey vórðu nøgd við, at upprunaliga ætl­ anin var broytt til nú­ver­ andi. Tó væntaði Kaj Leo H. Johannesen, at tá tunn­ilin undir Tangafjørð var komin ígjøgnum, at Tórs­havnar kommuna og komm­unur­ nar í Eysturoynni fóru at samstarva meir á vinnu­øki­ num og serliga við atlitið til hvat kom um havnirnar. Av øðrum átøkum, ið Sam­bands­flokkurin vil ar­ beiða fyri er parkeringhús í Tórs­havn, uppraðfesting av heima­tæn­astuni hjá eldri borg­ar­um og eina skipan við heils­u­góð­um mati í skúlar. Annfinn Brekkstein hevur seinastu átta árini verið einasti býraðslimur Sambandsfloksins í Havn Mynd: Álvur Haraldsen