týsdagur 25. oktober 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. oktober 2016 · Nr. 123
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Skulu vit menna okkara
heilsuverk, eiga vit at fáa ein
heilsustjóra, sum skal hava
leiðsluna av øllum okkara
heilsuverki um hendi
Tað heldur Pál Weihe, for
maður í Læknafelag Føroya.
Og tá ið hann sigur, at
heilsustjórin skal hava alt
heilsuverkið
undir
sær,
meinar hann alt heilsuverk
ið, bæði sjúkrahús og komm
unulæknar.
Læknafelagið hevði aðal-
fund fríggjadagin og har
varð spurningurin um at
menna heilsuverkið, eisini
umrøddur.
Í hesum sambandi hev-
ur eisini spurningurin um
leiðsluviðurskiftini á Sjúkra-
húsunum, tikið seg upp.
Í menningarætlanini fyri
sjúkrahúsverkið verður skot-
ið upp, at øll trý sjúkrahúsini
verða løgd undir eina felags
leiðslu.
Hetta er eitt tilmæli, ser
liga tey á Klaksvíkar Sjúkra
húsi, og politikarar úr Norð
oyggjum, ikki vilja hoyra
talan um.
Hanga neyvt saman
Men í Læknafelag Føroya
eru tey til reiðar at fara enn
longur.
Pál Weihe sigur, at í
Læknafelagnum
eru
tey
sannførd um, at vit hava tørv
á at fáa eina fakliga fyrisiting
fyri alt heilsuverkið.
Tað skal vera ein fyrisit
ing, sum er mannað við fólki
við sterkum, fakligum kunn
leika á heilsuøkinum.
– Talan kann vera um eitt
heilsustjóraembæti,
sum
skal umfata alt heilsuverkið,
sigur formaðurin í Læknafe-
lagnum.
Men hann leggur dent á,
at hendan leiðslan skal ikki
bara umfata okkara sjúkra
húsverk.
– Eisini kommunulækn-
arnir skulu leggjast undir
hesa felags leiðsluna, sigur
Pál Weihe.
Hann heldur, at tað er
neyðugt fyri at tryggja, at
vit hava eitt samanhangandi
heilsuverk,
tí
sjúkrahús
verkið og kommunulækna
skipanin hanga so neyvt
saman.
Eitt dømi, hann nevnir,
er, at tá ið sjúklingar verða
útskrivaðir, er tað mangan
til uppfylgjandi viðgerð í
kommunulæknaskipanini
og tí má samstarvið ímillum
kommunulæknar og sjúkra
hús, verða ógvuliga neyvt,
annars kann kinkur koma
við viðgerðina.
– Tað má vera so, at tá
ið
sjúkrahúsini
útskriva
ein sjúkling, eigur vissa at
vera fyri, at uppfylgjandi
viðgerðini ikki gleppur, og
tí skulu øll liðini í viðgerðini
undir somu skipan.
Pál Weihe leggur dent á,
at hendan leiðslan skal hava
eina sterka, fakliga rødd
mótvegis politisku áhuga
málunum, bæði í miðstaðar
økinum, og kring um í land
inum.
– Og tað skal vera ein
leiðsla, sum hevur heimild og
styrki til at skipa viðurskift
ini eftir eini fakligari meting.
Sostatt
heldur
hann,
at vit skulu hava eina fak
liga leiðslu fyri alt heilsu
húsverkið, sum skal hava
myndugleika til at skipa
virksemið eftir fakligum for
treytum, uttan at politikarar
leggja upp í við hvør sínum
lokalum áhugamálum.
Munandi betri kor
Pál Weihe vísir á, at tað er
ikki bara sjúkrahúsini, sum í
stóran mun noyðast at dúva
upp á vikarar, tí læknatrotið
er so stórt.
Eisini eru nógv komm
unulæknastørv í ólukkumát
mannað við vikarum og tað
er niðurbrótandi fyri saman
hangin í heilsuverkinum.
Pál Weihe heldur, at sum
gongdin er, liggja stórar
uppgávur fyri framman hjá
kommunulæknunum.
Tað verður kommunu
læknin, sum skal tryggja eitt
samanhangandi heimsuverk,
og sum skal vera duravørur
hjá sjúkrahúsverkinum. Og
tað verður hann, sum skal
taka samanum tað, sjúkra-
húsini hava funnið fram til.
Formaðurin í Lækna-fe
lagnum sigur, at skal hetta
verða
veruleiki,
mugu
kommunulæknarnir
fáa
munandi betri kor at arbeiða
undir.
– Teir mugu fáa eitt
fakligt heimstað, eitt al
ment medisinskt institutt
ella líknandi. Tað er eitt
stað, har teir fáa ment sín
felags samleika, sum nett
upp serlæknar í tí almenna,
ella serlæknar á markna
mótinum ímillum tann sjúka
og tann fríska borgaran.
Má skilja støðuna
Pál Weihe sigur, at hetta
krevur at heilsuverkið hevur
eina leiðslu, sum skilir, hvat
starvið sum kommunulækni
inniber.
Annars dugir hann ikki
at síggja, hvussu kommunu
læknaskipanin skal kunna
mennast.
– Ein partur av hesum
arbeiði
kundi
verið,
at
kommunulæknarnir fáa eina
umfatandi
eftirútbúgving,
kanska tríggjar vikur um
árið, uttan at missa løn,
heldur hann.
Hann sigur, at sum leiðsl
urnar fyri sjúkrahúsini nú
eru skipaðar, verður fyrst
og fremst hugt eftir fíggjar
karmum og játtanum.
Vit skulu hava eina fakliga, felags leiðslu, sum skal umfata alt sjúkrahúsverkið, og eisini
allar kommunulæknarnar, heldur Pál Weihe, formaður í Læknafelag Føroya
HEILSUVERK
SKULU HAVA EIN
STERKAN HEILSU
STJÓRA Í FØROYUM
– Eitt heilsuverk er ein háteknologiskur stovnur, og tí eiga vit skipa tað undir einari
sterkari, teknokratiskari leiðslu, heldur Pál Weihe, formaður í Læknafelag Føroya
Framhald á síðu 6