Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. oktober 2016 · Nr. 123 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSUVERK – Leiðslurnar vilja røkja síni embæti til lítar, og í síðsta enda mugu tey gera politisku skipanini eftir vild - og tað kann ongin lasta tey fyri, sigur Pál Weihe. Men nú heldur hann so eisini, at Læknafelagið má fara undir eitt upp­lýsandi átak at greiða almenn­ inginum frá, hvat eitt nú­ tímans heilsuverk í roynd og veru er, og hvat tað krevur av servitan. Og so vónar felagið, at tá almenningurin hevur fingið betri innlit, kann úrslitið av tí verða, at politikarar fara at taka gagnligar og mennandi avgerðir. - Sum støðan er nú, hava ringar royndir víst okkum at politiska valdið ikki hevur megnað at tryggja, at okkara heilsuverk stendur á tryggari grund og er kappingarført við tey góðu heilsuverkini í Europa, sigur Pál Weihe. Pál Weihe heldur, at hetta eru neyðug stig at taka, skal tað eydnast at menna okkara heilsuverk aftur, at at tryggja, at vit verða í fremstu røð. Í Sosialinum mánadagin, greiddi formaðurin í Lækna- felagnum frá, at í løtuni eru bara nakrir og 30 serlæknar á Lands­sjúkra­húsinum, og so fáir serlæknar hava ikki verið áður. – Seta vit okkum ikki stór mál við heilsuverkinum, fara vit at dragna longur og aft­urút, har vit koma at halta okkum ígjøgnum við vikarum. – Í Læknafelagnum halda tey hinvegin, at vit eiga at skipa heilsuverkið soleiðis, at vit fáa ment okkum við okk­ara egnu læknum í føst­ um starvi. Og har hevur leiðslan sjálv­andi stóran týdning. – Eitt heilsuverk er ein há­ teknologiskur stovnur, og tí eiga vit skipa tað undir einari sterkari, teknokratiskari leiðslu. Pál Weihe sigur sostatt, at fyri at stýra einum heilsu­ verki er ikki nokk at hava leiðsluútbúgving ella at vera stinn í virkisbúskapi. – Tí skulu vit hava eina fakliga leiðslu, sum fær eina játtan at arbeiða við, og sum so fær frið til at húsast við teirri játtan um er, uttan politiska uppílegging. Men samstundis skal leiðslan afturfyri standa til svars fyri fakligu viður­skift­ ini av heilsuverkinum, leggur hann afturat. aki@sosialurin.fo Tí skulu vit hava eina fakliga leiðslu Tað er neyðugt fyri at tryggja, at vit hava eitt samanhangandi heilsuverk Í Læknafelag Føroya eru tey til reiðar at fara enn longur ÚTOYGGJAR Fólk í miðstaðnum skulu ikki hava útoyggjastuðul Tað fer at gera fortreytirnar hjá teimum, sum býr á útoyggj, nógv lættari Áki Bertholdsen Fólk, sum býr inni á mið­ staðar­økinum, skulu ikki longur kunna fáa útoyggja- stuðul. Tað heldur Hendrik Old, landsstýrismaður í inn­lend- ismálum. Løgtingið hevur sett eina millión av til flutningsstuðul til útoyggjarnar. Ein partur av pengunum verður brúktir til at flyta vørur av ymsum slagi, út í útoyggjarnar. Ein annars partur verður brúkt­ ur til at at flyta vørur av útoyggjunum, inn á megin­ landið, eitt nú land­bún­ aðarvørur, og aðrar vør­ur, sum verða virkaðar á út­ oyggj. Men sum støðan er nú, kunnu øll, sum flyta vørur í og av útoyggj, fáa stuðul. So­statt kunnu eisini tey fáa stuðul, sum búgva á meg­ in­økinum, men sum hava nøkur krov, ella eina fugla­ byrði at flyta av útoyggj. Tað er ein orsøk til, at játtanin til flutningsstuðul til útoyggjarnar var uppi longu í summar. Nú ein dagin umrøddi Løgtingið spurningin, og tá upplýsti Hendrik Old, at hann er sinnaður at broyta treytirnar fyri, hvør kann fáa útoyggjastuðul. Hann heldur nevniliga ikki, at tað er rætt, at eis­ini tey, sum búgva á megin­ landinum, skulu fáa burtur av játtanini, hvørja ferð tey hava eitthvørt at flyta. Hann sigur, at tískil fer hann at broyta reglurnar, soleiðis, at tað bara verða fólk, sum býr fast á útoyggj, sum skulu kunna fáa flutn­ ings­stuðul. Hann heldur, at ein máti er, at bara tey, sum eru skrá­ sett í fólkayvirlitinum til at búgva á útoyggj, skulu kunna fáa stuðulin – Útslitið av tí verður, at tey, sum í roynd og veru búgva á útoyggj, fara at fáa munandi meiri í stuðuli, tí nú verður játtanin ikki petta sundur við tað, at eisini fólk, sum býr á meginlandinum skulu hava burturav, sigur hann. Hann sigur, at nú fer hann at seta seg í samband við avvarðandi partar fyri at kunna snikka eina loysn saman, sum gagnar teimum, sum í roynd og veru búgva á útoyggj, sum best. Savnsmynd Framhald av síðu 4