Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bjarni er mest kendur frá Esso­ støðini, seinni Statoilstøðini í Kollaf­jarðardali, har hann rak sína egnu fyritøku ígjøgnum tríati ár. Mong munnu minnast aftur á staðið, har beinasemi varð víst og hjálp, tá ið ástóð, annaðhvørt tú ein summardag vart uppsteðgaður fyri brennievni, ella tú á vetrardegi ikki vanst vegin víðari í eini kavaódn. Bjarni er fuglfirðingur, føddur á Tvøroyri. Foreldur hansara vóru Maria, fødd Høgnesen, ættað úr Oynd­ar­firði, og Óli Jøkladal, van­ liga róptur Óli á Lakjuni, sum var ætt­aður úr Fuglafirði. Bjarni er elst­ ur av seks systkjum. Eftir barnaskúlan í Fuglafirði varð farið í holt við at læra á Tórs­ havn­ar Skipasmiðju og hildið fram við læruni á Blikksmiðjuni hjá Kjølbro á Fornagørðum í Klaks­vík, har morbróðir hansara Erling Høgnesen var leiðari. Eftir lokna útbúgving og motor- og maskinpassaraprøvan í Havnini seinast í fjørutiárunum fór Bjarni til skips sum 2. meistari við skonn­ artini »Hjørdis«, sum júst hevði fing­ið nýggjan B.&W. motor ísettan. Eftir hetta var hann 2. meistari við trolaranum Krosssteini. Nú bar leiðin so aftur til Klaksvíkar, har maskinistskúlin var á dagsskránni fyrst í fimmtiárunum. Næstu tíggju árini var Bjarni síðan á sjónum, fyrst sum maskin­ meistari við hvalabátinum Sirru í miðjuni av fimmtiárunum, síðan við trolarunum hjá Kjølbro Jóannes Patursson – Bóndanum – og fyrst í sekstiárunum við Sjúrðarbergi, til hann legðist upp á land. Ein skipsfelagi Bjarna, Jógvan Hammer, hevur sagt frá: »Eg hevði tann forrætt at sigla saman við Bjarna við Sjúrðarbergi í 1963. Tá kom hann mær til hjálpar, eina­ ferð radarin var fyrigingin, og vísti hann tá, hvussu góður hand- verkari hann var. Tað vísti seg at vera ein mekaniskur feilur. Eitt pinku­lítið tannhjól var brotnað, og mekan­iskir eykalutir vóru ikki til at uppdríva í Grønlandi. Tá vóru góð ráð dýr. Skuldu vit bróta túr av, ella hvat. Tá mælti Bjarni á sín stillføra hátt, at hann vildi gera eina roynd. Ongin kjans­ ur, helt eg. Men ikki veit eg - nakað seinni kom Bjarni aftur, og hevði hann tá gjørt eitt nýtt tannhjól úr einum bakelit-stykki, hann hevði funnið. Eg setti tað í og setti Kelvin- radaran í gongd aftur. Jú – hann riggaði – og tannhjólið helt túrin út. Soleiðis reddaði hann tann túrin hjá Sjúrðarbergi fyri okkum allar og Kjølbro.« Mangan hevur Bjarni sagt frá minniliga túrinum við Sirru, tá ið teir fingu ein bláhval – einasti bláhvalur, ið varð fingin tey árini. Bjarni stóð sjálvur við spælið hesa spennandi løtu – tað var uppgávan hjá maskinmeistaranum. Bjarni tók nú við leiðara­starv­ inum á Blikksmiðjuni hjá Kjølbro á Fornagørðum í Klaksvík, har hann mong ár frammanundan hevði starvast. Starvið røkti hann til lítar, inntil hann flutti í Kollafjarðardal í 1968. Bjarni hevur verið virkin í sam­ komulívinum innan brøðra­sam­ komuna, og myndaði hann í mong ár leiðsluna av sam­komuni Zion í Kollafirði. Eis­ini hevur hann verið virkin inn­an Kristni­boðs­sam­ bandið, har hann eitt skifti sat sum nevndarlimur. Eftir at flutt varð úr Kollafjarðardali til Hoyvíkar, gjørd­ ist Lívdin andaliga heim hansara. Bjarni er ættkærur maður og hevur fingist nógv við ættar­ gransk­ing. Hann hevur øll árini, síðan hann gavst at sigla, havt bát, og hevur hetta verið hansara høvuðsítriv, tá ið ein løta beyðst. Bjarni er, hóast høvuðsyrkið er lagt á hillina, lættur á fótum og er fúsur til verka at taka eina hond í, har á stendur. Ja, hann kann í so máta gera nógvum ungum monnum til skammar við sínum áræði og virkisfýsni. Optimismuna kanst tú ikki taka frá honum. Bjarni giftist í 1952 við Torbjørg Maritu, fødd Jacobsen – seinni á Bergi, ættað úr Klaksvík. For-eld­ur hennara vóru Elisabet, rópt Betta, fødd Mikkelsen, ættað úr Syðru- gøtu, og Sámal á Bergi, vanliga nevndur Sámal hjá Antinesi, av Strond í Klaksvík. Torbjørg and­ aðist í 2011, 78 gomul. Bjarni og Tor­bjørg fingu tveir synir: Ólav og Bjarta. Ólavur býr í Hoyvík, og Bjarti býr í Sørvági. Árni av Reyni Bjarni Jøkladal 90 ár NØVN Alhalgunahald á Syðradali K! Haldið verður týsdagin 1. nov. Kl. 13.30. SAM fer úr Klaks­vík kl. 1300. Minnisvarðanevndin 90 ára føðingardagur Mánadagin 31. oktober verð­ ur Kathrina Lognberg 90 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum. 90 ára føðingardagur Tann 5. november verður Kaja Jacobsen úr Vági 90 ár. Kaja er búsitandi á Hamra­ garði. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Konfirmatión á Húsum Sunnudagin 30. oktober verð­ ur Nóa Syderbø Heimi­garður 9, Húsar, konfirmer­aður. 70 ára føðingardagur 22. november verður Christopher Ripley 70 ár. Dagurin verður hildin 19. november í Irish Pub kl. 10–15 (brunch). Øll eru hjartaliga væl­ komin. Gullbrúdleyp Tann 12. november hava Tove & Gullak Madsen verið gift í 50 ár. Veitsla verður á Nordsøen Ocenariet, Hirtshals, kl. 17.00. Vit ynskja at bjóða ætt, vinum og kenn­ingum at gleðast saman við teim­um á hesum stóra degi. Vinarligast boða frá luttøku hjá einum av døtrunum seinast 1. no­ vember (14 ára aldursmark). Anna +45 52 30 61 91 Sólvá +45 41 13 89 67 Elin +45 42 92 70 72 Gullbrúdleyp Leygardagin 29. oktober hava vit verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin heima hjá dóttrini (Helen) á Vágsvegi 9 frá kl. 16.00 til 21.00 Øll eru hjartaliga vælkomin. Elin og Hans Jacob Hjelm 2 x 50 ár Nú vit bæði runda tey 50 árini, hevði tað glett okkum at sæð familju, vinir, kenningar, fyrr- og núverandi arbeiðs­felagar til opið hús í HB-hús­inum, leygardagin 12. november frá kl. 18:00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Eyðun og Harriet Silvurbrúdleyp Mikudagin 2. november hava vit verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin heima á Argjaboðagøtu 4 leygardagin 5. november frá kl. 13–17. Tað hevði glett okkum at sæði familju, starvsfelagar, vinir og kenningar. Øll eru hjartaliga vælkomin Maiken og Reidar Jacobsen