Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. oktober 2016 · Nr. 123 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá elskaða systir, svigarinna, mostir, fastir, ommudidda, abbadidda og langabbadidda okkara Gunnvá Fríða Hammer f. 3. august 1934 – d. 13. juni 2016 andaðist og varð jarðað. Tøkk til Hera Jacobsen, prest fyri troystarrík orð við sjúkraleguna og tøkk til Ann Hansen, prest, fyri vøkur og góð orð í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar og sangarar og tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Hovs kirkju. Tøkk til tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna systkini við familjum Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá kæra mamma, vermóðir, omma og langomma okkara Maria Jacobsen andaðist og varð jarðað. Takk til starvsfólk á B6 og øll tykkum, sum vóru um hana, meðan hon lá sjúk. Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt hjálptu til í sambandi við jarðarferðina. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Kollafjarðar missiónshús. Og takk til tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Ellfríð, Eyðfinn og Eyðgerð v/ fam. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemu, tá okkara góða mamma, vermamma, omma og langomma Petrea Joensen Hósvík f.12.10.1925 d.21.08.2016 andaðist og varð jarðað. Takk til tykkum á Mørkini fyri alla hjálp og umsorgan ta tíðina, hon var har. Takk til Bergtór Hjelm Bjarkhamar, prest, fyri góð orð á Mørkini og í Bygdarhúsinum. Takk til kirkjutænarar, sangarar og berarar. Takk til Árna av Reyni fyri orgulspæl, og Magna Christiansen fyri vakran sang. Takk til tykkum, sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Takk fyri blómur og kransar og peningagávur til Mørkina, og takk tit øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað Familjunnar vegna Oda, Sonja, Mary, Eyðolvur og Dávur Tøkk Vit takka hjartaliga tykkum øllum, sum vóru við til at gera gullbrúdleypsdag okkara so góðan og hugnaligan. Heilsan Tóra og Hans Pauli TØKK Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá ið pápabeiggi okkara Ragnar Gunnar Harry Joensen (blindi Gunnar) andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri góð orð í kapellinum og í Betesda. Tøkk til tykkum í Betesda fyri tykkara beinasemi og hjálp. Tøkk til tykkum, sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á jørð. Tøkk fyri minnisgávur til Sjóndepilin. Theodor, Eyðun, Eydna og Ragnar Tøkk Øllum tykkum sum við vitjan, gávum, uppringingum og heilsanum mintust meg á 90 ára degnum, takki eg hjartaliga. Tøkk til Landsverk og Vágs kommunu fyri heilsanina. Gud signi tykkum øll. Kærar heilsanir Absalon Jacobsen Vágur Tøkk Vit takka hjartaliga øllum tykkum sum gleddust saman við okkum á gull­brúd­ leypsdegnum tann 28 juni. Ein serlig tøkk til tykkum, sum vaktu okkum við sangi, hjálptu til og skipaði fyri, so dagurin gjørdist so góður og ógloymandi. Somuleiðis takk fyri blómur, gávur og heilsanir. Harrin signi tykkum øll. Heilsan Jonelisa og Kristian Martin Allahalgunarhald á Syðradali K! Haldið verður týsdagin 1. nov. Kl. 13.30. SAM fer úr Klaks­vík kl. 1300. Minnisvarðanevndin