Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. oktober 2016 · Nr. 123 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KOMIÐ OG SYNGIÐ VIÐ Ókeypis tiltak fyri PENSJONISTAR í Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunu í Løkshøll sunnudagin 30. oktober kl. 14.30 (ikki 20. oktober 2016, sum áður lýst) Undir heitinum »Komið og syngið við« skipar ROÐIN-økistænastan fyri áhugaverdum og hugnaligum tiltaki fyri pensjonistar búgvandi í Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunu. Umframt góðan felagssang verður tað vælumtókti tónleikarabólkurin VESTMENN, ið koma at framføra gamlar slagarar og annars stuðla uppundir felagssangin. Fyri stuttum varð áhugaverd »tørvs -og nøgdsemiskanning«, sum Roðin hevði fingið Gallup Føroyar at gera, almannakunngjørd. Hesa kanning, sum m.a. lýsir støðu pensjonistanna í nevndu kommunum, kemur Laila Hentze, stjóri í Gallup Føroyar at leggja fram. Eisini kemur Bøgesvang prestur at hugleiða yvir evnið »Pensjonistur – og hvat so?« Kaffi og okkurt gott afturvið er eisini á skránni. Roðin - økistænastan Sosialurin 341800 Um Almannaverkið Fleiri enn 850 starvsfólk úr 16 ymsum starvsbólkum hava sín gerandisdag í Almannaverkinum. Yrkisdugnaskapur er undirstøðið undir allari tænastuni hjá stovninum og Almannaverkið leggur alstóran dent á samstarv tvørtur um fak, nýhugsan og menning av arbeiðsgongdum. Almannaverkið vil gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Barnaheimið er skipað í Trivnaðardeplinum fyri barnavernd og fólk við sá- larsjúku, autismu og seinheilaskaða. Á Barnaheiminum veita 45 starvsfólk viðgerð til umleið 20 børn í longri og styttri tíðarskeið. Høvuðsuppgávan hjá Barnaheiminum er at at skapa viðgerðarumhvørvið, har børn og ung fáa møguleikar at gerast sjálvstøðugir samfelagsborgarar. Arbeiðsuppgávur Leiðarin er partur av leiðslutoyminum á Barnaheiminum og skal, saman við eldhugaðum starvsfeløgum, tryggja starvsfólki og børnum ein tryggan gerandisdag, eitt høgt fakligt støði og góðan trivnað á arbeiðsplássinum. Á Barnaheiminum verður dentur lagdur á mentalisering og neuroaffektiva námsfrøði, og at geva børnunum nýggjar og positivar upplivingar. Barnaheimið stendur á tveimum súlum. Onnur er eitt sosialpedagogiskt viðgerðarumhvørvi til børn í aldrinum 0 til 18 ár, tó í serligum førum upp í 21 ár, og hin ein foreldraførleikakanning og familjuviðgerð. Í løtuni er Barnaheimið skipað við móttøkudeild, trimum bú- og viðgerðarstovnum, búvenjing og familjudepli. Starvið Leiðslutoymið er skipað við eindarleiðara og tveimum leiðarum, sum vísa til eindarleiðaran. Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast gjørligt. Førleikakrøv Søkt verður eftir einum eldhugaðum leiðara við útbúgving innan námsfrøði. Starvsroyndir og/ella útbúgving innan leiðslu kunnu vera ein fyrimunur. Væntanir til umsøkjarar Rætti umsøkjarin brennir fyri at bøta um viðurskiftini hjá børnum, sum hava havt ein truplan uppvøkstur, og dugir væl at taka ábyrgd í einum starvsfólkahópi, sum leggur nógv fyri hvønn dag. Rætti umsøkjarin hevur eina góða samanseting av fakligum treiskni, fyrisitingarligum og fíggjarligum hegni og nøs fyri trivnaðinum hjá borgara og starvsfólki. Setanarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið, við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum eind 10. Starvsheitið er leiðari. Starvið er flokkað í lønarflokki 33 í lønartalvuni fyri Tænastumenn Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Setanartreytir annars eru sum fyri sáttmálasett, sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag ella avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið. Um viðkomandi, ið settur verður, frammanundan er tænastumaður innan økið, er tó møguleiki fyri at halda fram sum tænastumaður. Umsókn Skrivlig umsókn saman við viðkomandi skjølum skulu sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Smyrilsvegur 20, postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerk: “Umsókn leiðari Eind 10” Freist Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 04.11.2016 kl 12.00 Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hildur Hermansen, eindarleiðara, á telefon 297430. LEIÐARI TIL BARNAHEIMIÐ Almannaverkið søkir eftir einum ágrýtnum leiðara til leiðslutoymið á Barnaheiminum, sum verður økt við einum leiðara.