týsdagur 25. oktober 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. oktober 2016 · Nr. 123
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SÍÐAN 1936
GUMMIBÁTATÆNASTAN
Mykinesgøta 6 · 100 Tórshavn · tel +298 31 49 13 · gbt@gbt.fo · www.gbt.fo
VIT HAVA VOGNIN
TIL EINHVØNN TØRV
SÝSLUFORMANSVAL
Í FØROYA FISKIMANNAFELAG
Í vetur er sýsluformansval í Føroya
Fiskimannafelag. Valdur verður ein
sýsluformaður fyri hvørja sýslu.
Í hesum sambandi hevur hvør sókn
rætt til at stilla upp eitt valevni.
Sóknarformenn og -tiltaksmenn
felagsins skipa fyri uppstillingini.
Fráboðan um uppstilling
skal vera felagsskrivstovuni, Undir
Bryggjubakka 17, 100 Tórshavn
(postboks 58, 110 Tóshavn),
í hendi í seinasta lagi
5. desember kl. 12.
Valið fer fram frá 12. desember
til 31. januar.
Føroya Fiskimannafelag
Tel. 320 320 · www.petri.fo
Ókeypis kanning
av protesum
Nýgerð, umvælingar og eftirlit av tannprotesum
Nýtt smíl?
NÁMSFRØÐINGUR
í tíðaravmarkað starv til
dagstovnaøkið hjá
Tvøroyrar Kommunu
Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til dag
stovnaøkið 20 tímar um vikuna í tíðar avmarkað starv
at byrja skjótast til ber, til og við 30. juni 2017.
Arbeiðsstaðurin verður í høvuðsheitinum
í útibarnagarðinum Sóljuni, men viðkomandi,
ið settur verður, skal eisini kunna flytast
innanfyri dagstovnaøkið.
Stovnslýsing:
Dagstovnaøkið hjá Tvøroyrar kommunu fevnir
um eina vøggustovu, tvær barnagarðsstovur, ein
útibarnagarð og ein frítíðarskúla. Sóljan er ein
barnagarðsstova fyri tey elstu børnini – ein úti
barnagarður. 33 børn og 5 starvsfólk eru í Sóljuni
og tey húsast í hølunum undir skúlanum í Trongisvági.
Stovnurin liggur væl fyri, beint við ítróttarhøll og fót
bólts vøllin við Stórá og náttúran er nærmasti granni.
Vit bjóða tær eitt áhugavert og spennandi arbeiðs
pláss, har námsfrøðin er í menning. Dentur verður
lagdur á at skapa ein mennandi og tryggan
gerandis dag við virðing og umsorgan fyri einstaka
barninum.
Vit vænta av tær, at tú:
• brúkar tína námsfrøðiligu vitan í dagliga
arbeiðinum.
• hevur hug og áræði at skapa og seta dám á
virksemið á stovninum.
• at tær dámar at vera úti allar árstíðir og í øllum
veðri, tí náttúran er ein stórur partur av gerandis
degnum í Sóljuni.
• hevur hugflog og dugir at nýta náttúruna sum
arbeiðsamboð.
• kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.
• hevur góð samstarvsevnir við foreldur,
starvsfólk og aðrar fakbólkar.
• vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvs
feløgum og virðir teirra ymiskleika.
• dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
• sært avbjóðingar fram um forðingar og er
hugaður fyri broytingum.
Løn:
Lønin er smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag
og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Um námsfrøðingur ikki søkir starvið, verður hjál
parfólk sett. Meiri fæst at vita um starvið, við at
venda sær til leiðaran, Kari Petersen, á tlf. 218737.
Umsókn:
Umsóknir, saman við prógvi, revsiváttan og møgul
igum viðmælum, skulu sendast til:
DAGSTOVNAØKIÐ Í TVØROYRAR KOMMUNU
Att.: Kari Petersen
Smærugøta 8
826 Trongisvágur
ella við telduposti til
kari@tvoroyri.fo
og skulu tær vera okkum í hendi, í seinasta lagi
fríggjadagin 4. nov kl. 12.00.
KUNNGERÐ
Til veljarar til kommunuvalið tann
8. november 2016
í Sumbiar kommunu.
Atkvøðugreiðslan fer fram týsdagin
tann 8. november 2016 á hesum støðum:
Fyri veljarar í Sumba:
á kommunuskrivstovuni í Sumba
Fyri veljarar í Lopra og Økrum:
í Bygdarhúsinum í Lopra
Atkvøðugreiðslan fer fram millum kl 10.00 og kl. 20.00
og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan steðg.
Veljarar, ið sambært kommunuvallógini hava rætt til at
nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøðu á
kommunuskrivstovuni til og við mánadagin 7. november
2016.
Tey, ið vegna sjúku ella væntandi førleika ikki kunnu
koma á valstaðið, kunnu velja heima til og við dagin fyri
valið. Hesi kunnu boðað kommunuskrivstovuni frá
hesum á tlf.nr. 370344, 373506 ella 226013 í seinasta lagi
mánadagin 7. november kl. 12.00.
Gjørt verður kunnugt, at valkort verða send øllum
veljarum, ið standa á vallistanum. Veljari, sum ikki fær
valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at venda sær til
kommunuskrivstovuna sum skjótast.
23. oktober 2016
VALNEVNDIN Í SUMBIAR
KOMMUNU
FO-970 SUMBA · TEL. 370344 FAX 370114
SUMBIAR KOMMUNA
Uppstillingarlistar
til skúlastýrisval
Uppstillingarlistarnir til skúlastýrisvalið
í Tórshavnar kommunu skulu latast
formonnunum í valnevndunum í seinasta
lagi týsdagin 1. november kl. 18.00.
Formenninir í valnevndunum eru
skúlastjórarnir.
www.torshavn.fo