Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-25, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. oktober 2016 · Nr. 123 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Fríggjakvøldið klokkan 19 verður serlig fótbóltssending á Rás2, har ársins spælarar skulu finnast hjá bæði monnum og kvinnum. Tiltakið verður á Hotel Føroyum Tróndur Arge Sum siður er, so fer Miðla­ húsið aftur í ár at skipa fyri, at ársins spælari verður valdur hjá bæði kvinnum og monnum í bestu deildini í føroyskum fótbólti. Hetta verður gjørt í samstarvi við Fót­bólts­sambandið. Tað verða venjarar, lið­ skip­arar og ítróttar­tíðinda­ fólk, sum atkvøða. Tiltakið verður fríggjakvøldið 28. oktober klokkan 19.00 á Hotel Føroyum, har Rás2 fer at hava beinleiðis sending. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum Miðlahúsið hevur skipað fyri. Talan er um ikki færri enn 20 heiðurslønir, sum skulu latast teimum bestu í føroyskum fótbólti. 20 heiðurslønir Eins og hini árini, so verður talan um 20 heiðurslønir, har tíggju eru til menninar, og tíggju til kvinnurnar. Fyrst og fremst, so skulu ársins spælarar finnast. Umframt tað, so verður ársins málverji, ársins verju­ spælari, ársins miðvallari, ársins áleypari, ársins ungi spælari, ársins dómari og eisini ársins venjari kosin. Afturat hesum, so skal ársins lið eisini setast. Heitið »Ársins ungi spæl­ ari« var á fyrsta sinni í 2013. Hetta kom í staðin fyri »Ársins stjørnu­skot«, sum var ov torført at definera. Ein ungur spælari er ein, sum hevur U21 lands­liðs­ aldur. Ársins lið í 4-4- 2 uppstilling Tað er mangan torført at greiða allar fløkjurnar í sam­band við ársins lið. Atkvøðurnar, sum verða lætnar til ársins spælarar, eru eisini við til at mynda ársins lið. Tað verða ítróttar­ skriv­ar­ar­nir hjá Miðla­hús­ in­um, sum seta liðið. Hetta verður gjørt við stórum atliti til, hvussu at­kvøtt hevur verið um ársins spælarar. í 2013 varð liðið stillað upp í 4­3­3 uppstilling. Her vístu fleiri fótbóltsáhugað á, at rættari og lættari hevði verið at sett liðið upp í 4­4­2. Hetta gevur millum annað greiðan skilna millum miðvallarar, vengir og áleyparar. Hesum leistinum halda vit fram við. Áleypari ella miðvallari? Ein avbjóðing er at skilja millum hvør er miðvallari og hvør er áleypari. Hetta gjørdi seg millum annað galdandi fyri Lukasz Cieslewicz í 2014. Tá spurdu vit táverandi venjaran hjá honum, fyri at fáa greiðu á tí. Í ár er eitt av ivamálunum Jóannes Bjartalíð. Tað eru ymiskar meiningar, um hann er áleypari ella miðvallari. Her hevur venjari hjá honum víst á, at hann sær hann meiri sum ein miðvallara, har vengur eru íroknaðir. Hetta kemur fyri tá at­ kvøtt verður, men verður loyst so hvørt ein spæl­ari fær atkvøður í tveimum bólk­um. Kunngera atkvøðurnar Fyri at skapa mest møguligt gjøgnum­skygni, so tók Miðla­húsið stig til, at allar at­kvøður­nar blivu almanna­ kunn­gjørdar mána­dagin eftir til­takið. Hetta bleiv gjørt fyri at skapa mest møgu­ligt gjøgnum­skygni. Hetta er púra van­ligt, tá FIFA Ballon d’Or verður handað til besta spælara í heiminum. Tó verða atkvøðurnar til ársins dómara ikki kunn­ gjørdar. Hetta er eftir ynski frá spælarum og venjarum, fyri ikki at skapa óneyðugt kjak um dómarar, sum til tíðir kann blíva býttisligt og primitivt. Atkvøðurnar verða kunngjørdar í Sosialinum, sum kemur út mánadagin. Velja 1, 2 og 3 Eins og í fjør, verða stig givin fyri hvørja atkvøðu. Nummar eitt fær 5 stig, nummar tvey fær 3, meðan nummar trý fær 1 stig. Síðani verða stigini tald saman. Venjarar og spælarar kunnu ikki at­ kvøða fyri teirra egna liði. ÁRSINS SPÆLARI Atkvøðast skal til: Ársins spælari Ársins ungi spælari (Spælari við U21-aldri) Ársins málverji Ársins verjuspælari Ársins miðvallari (íroknað vengur) Ársins áleypari Ársins venjari Ársins dómari Ársins lið