týsdagur 25. oktober 2016síða 36
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN OKTOBER 2016
4
Hallur av Rana
Tá vallistarnir til býráðsvalið vórðu
almannakunngjørdir í síðstu viku,
var tað eitt navn á listanum hjá
Framsókn í høvuðsstaðnum, ið glimraði
við síni fráveru. Sunneva Háberg
Eysturstein, ið eigur og rekur Sirkus
Føroyar í Vágsbotni, var nevniliga,
av persónligum ávum, ikki millum
nøvnini á valevnunum, ið skulu royna
at vinna Framsókn sín fyrsta býráðssess
nakrantíð.
Síðstu árini er Sunneva Háberg
Eysturstein vorðin kend sum ein av
leiðandi liberalistisku røddunum í
føroyska samfelagnum. Við einum
beinharðari sannføring um eitt opið og
tollynt samfelag, har tey við vald blanda
seg sum minst upp í viðurskiftini hjá
einstaka borgaranum, hevur hon verið
eitt av føroysku undangongufólkunum
í nýggja liberalistiska rákinum, ið hóast
tað hevur djúpur, aldargamlar røtur
í londum á meginlandinum, aldrin
veruliga hevur fingið fastatøkur á
føroyska samfelagið áður.
Til dagligt er hon tó best kend sum
eigari av væl umtóktu barrini Sirkus
Føroyar, ið heldur til í Vágsbotni í Havn,
har hon, hóast tað eru sjey ár síðan,
at hon lat barrina upp, enn gongur og
vaskar borðini, rættar upp á gardinurnar
og ger mat í køkinum.
REIKANDI BARNDÓMUR
Hóast Sunneva Háberg Eysturstein er
vorðin ein býarmynd í Vágsbotni, so
er hon sum so mangir aðrar havnar
borgarar tilflytari til høvuðsstaðin.
– Eg síggi meg sjálva sum leirvíking, og
eg tosi sum ein leirvíkingur, men eg kann
ikki nokta tað, at í øllum førum helvtin
av mær er havnardama, sigur Sunneva
Háberg Eysturstein, tá eg spyrji inn til
hennara uppruna.
Tað er heldur ikki løgið, at svarið
ikki er greitt. Hennara fyrstu 21 ár á
foldum hava nevniliga verið merkt
av eini reikan, har steðgurin í ymsum
støðum sjáldan hevur verið longri enn
fimm ár.
Lívsleiðin hjá Sunnevu Háberg
Eysturstein byrjaði á Ríkissjúkra
húsinum í Keypmannahavn, meðan
fyrstu barnaskógvarnir vórðu slitnir
í Leirvík, har Sunneva búði saman við
foreldrunum og eldra beggja sínum,
Knút Háberg Eysturstein.
Men tá Sunneva var fimm ár valdu
foreldrini at fara hvør til sítt, og var tað
byrjanin til fleiri nýggjar bústaðir næstu
árini.
– Fyrst fluttu vit til Havnar við
mammu har vit vóru í trý ár, og so fluttu
vit til Danmarkar, har vit búðu í trý ár,
greiðir Sunneva Háberg Eysturstein frá.
Tíðin í Danmark fekk tó ein bráðan
enda, tá mamman hjá Sunnevu Háberg
Eysturstein fekk staðfest krabbamein og
doyði stutt eftir. So sum tólv ára gomul
fluttu systkini bæði aftur til Føroyar og
til Leirvíkar at búgva hjá pápa sínum.
IKKI SYND Í MÆR SJÁLVUM
Sostatt hevði 12 ára gamla Sunneva
Háberg Eysturstein longu upplivað
fleiri syrgiligar hendingar í hennara lívi,
enn nakað barn eigur at uppliva. Men
hóast barndómurin hjá Sunnevu Háberg
Eysturstein ikki var lættur, so hevur hon
sjálv aldrin tikið synd í sær sjálvari.
– Fólk hava ofta hug at taka synd í
einum, tá man er eitt barn og upplivir
slík ting, men eg havi aldrin sæð tað
soleiðis. Eg havi aldrin tikið synd í
mær sjálvari, sigur Sunneva Háberg
Eysturstein, áðrenn hon útgreinar sína
hugsan.
– Tá man er barn, so hevur tú bara
tað at fyrihalda teg til, ið hendir beint
nú. Tú fært ikki sett tingini í perspektiv
í mun til nakran annan ella til tína
fortíð og royndir. Tingini henda bara frá
dag til dag.
– Um tú møtir deyðanum,
so møtir tú deyðanum. Um tú møtir
hjúnaskilnaði, so møtir tú hjúnaskilnaði.
Tað er ikki fyrr enn man verður vaksin,
at man byrjar at leingjast og fær hesar
kenslurnar, ið man forsømdi sum barn
og tannáringur. Tað er ikki fyrr enn man
er vaksin, at man verður viðkvæmur,
greiðir Sunneva Háberg Eysturstein frá.
Tað merkir tó ikki, at hjúnaskilnað
urin hjá foreldrunum og deyðin hjá
mammuni ikki hava sett síni mørk.
– Tað hevur verið við til at ment
meg sum persón, og hava verið týðandi
punktir í mínari menning. Men sum barn
var tað tað, sum tað var. Okkurt hendi,
so fór man bara víðari, sigur Sunneva
Háberg Eysturstein.
POLITISKA HUGSJÓNIN HÓMAST
Tað er meðan Sunneva Háberg
Eysturstein tosar um sín uppvøkstur,
deyðan hjá mammuni og sína familju, at
hennara politiska hugsjón av fyrstan tíð
hómast. Hendan liberalistiska hugsjónin,
ið eggjar einstaklinginum at taka ábyrgd
fyri sínum egna lívi og ikki vera tengd at
statinum ella øðrum.
– Eg havi altíð havt eitt tætt forhold
til mína familju og til pápa mín. Men
eg havi altíð følt meg sjálvstøðuga. Eg
– Eg havi altíð følt meg sjálvstøðuga. Eg havi altíð følt, at tað sum
eg geri og eri, tað stýri eg. Tað sigur 31 ára gamla Sunneva Háberg
Eysturstein, ið síðstu sjey árini hevur staðið á odda fyri Sirkus Føroyar
Sjey ár handan bardiskin í Sirkus
– Eri júst har
eg vil vera
– Tað hevur alt at siga fyri meg, at tey í Íslandi eru glað fyri Sirkus í Føroyum.
Eg føli tað sum eina papp familju. Tey hava givið mær loyvi at gera hetta sjálv
støðugt frá teimum, men vit eru loyal móti teimum. Vit eru ein familjufyritøka
framum nakað annað, sigur Sunneva Háberg Eysturstein