týsdagur 25. oktober 2016síða 38
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN OKTOBER 2016
6
havi altíð følt, at tað sum eg geri og eri,
tað stýri eg, greiðir Sunneva Háberg
Eysturstein frá, og leggur afturat.
– Tað er kanska eitt sindur í tráð
við, at tá eg var tólv ár doyði tað
foreldrið, ið eg búði hjá. Tá fór eg frá
at vera barn til at vera vaksin. Har er
ikki nógvur barndómur eftir tá. Tað er
kanska munurin millum meg og børn,
ið ikki missa foreldur. Gjógvin millum
vaksnamannalívið og barndómin
verður smalri, og man kemur fyrr út
í vaksnamannalívið. Tað heila blívur
øgiliga álvarsamt tíðliga í lívinum, sigur
hon.
FØROYAR GJØRDIST OV LÍTLAR
Sum átjan ára valdi Sunneva Háberg
Eysturstein at flyta heimanífrá. Talan
var tó ikki um langvegis at byrja við.
– Eg var átjan ár og hevði hug at royna
at hava mítt egna og klára meg sjálva,
so eg flutti saman við nøkrum øðrum
ungum í eini íbúð í Fuglafirði, greiðir
Sunneva Háberg Eysturstein frá.
Fuglafjørður er tó ikki nógv størri ella
øðrvísi enn Leirvík, og tað gekk heldur
ikki leingi áðrenn unga leirvíkskvinnan
fekk hug at royna okkurt heilt øðrvísi.
– Eg hevði framhaldandi hendan
hugin at royna okkurt øðrvísi og nýtt.
At fara úr Leirvík til Fuglafjarðar føldist
stórt tá, men tað var bara ikki nokk,
so eg fór úr Fuglafirði til Íslands, sigur
Sunneva Háberg Eysturstein, ið um hetta
mundi metti, at Føroyar vóru ov stirvnar.
– Sum hjá flestu nítjan ára gomlum,
so helt eg, at Føroyar vóru ikki akkurát
tað. At Føroyar vóru modnar og lítlar og
hevði hug at royna nakað nýtt og annað,
sigur Sunneva Háberg Eysturstein.
LEIÐIN GEKK TIL ÍSLANDS
Frá tí at Sunneva Háberg Eysturstein
var fjúrtan ár hevði hon verið aktiv í
Grót-umhvørvinum, og fylti tónleikurin
nógv í hennara lívi. Hetta var um tað
mundi, tá sambandið millum Grót-
umhvørvið og Ísland var serstakliga
sterkt. Bólkurin Gestir var í hæddini,
Clickhaze við nøkrum Gestum høvdu
verið á konsertferð í Íslandi, og Eivør var
eisini í ferð við at fáa sítt gjøgnumbrot
hjá grannunum fyri vestan.
– Eg hevði fleiri vinfólk, ið høvdu verið
í Reykjavík og tað virkaði spennandi.
Øll kring meg tosaðu um Ísland og ikki
minst Sirkus. Alt hetta brúsandi, deiliga
umhvørvið, ið var har. Tað virkaði sum
nakað, ið eg hevði hug at royna, minnist
Sunneva Háberg Eysturstein aftur á.
Hóast hugurin var til staðar, so hevði
Sunneva Háberg Eysturstein ongar
ítøkiligar ætlanir um at taka leiðina
vestur um hav. Men tá hon so brádliga
fekk møguleikan, ivaðist hon ikki eina
løtu.
– Eg sá eina lýsing í Sosialinum
frá einum pari í Íslandi, ið søkti eina
føroyska aupair-gentu at arbeiða og
búgva hjá sær. Frá tí eg sá tí lýsingina
gekk tað tríggjar vikur til eg var í Íslandi,
sigur Sunneva Háberg Eysturstein.
ER TAÐ SO LÆTT?
Tíðin í Íslandi gjørdist avgerandi fyri
bæði heimsmyndina og sjálvsmyndina
hjá ungu kvinnuna úr Leirvík. Í Íslandi
upplivdi hon nevniliga eitt samfelag, ið
var heilt øðrvísi frá tí føroyska.
– Eg fann útav nógvum tingum um
verðina, ið eg kanska ikki hevði funnið
útav, um eg varð verðandi í Føroyum.
At menniskja og samfelagið kunnu vera
nógv meira opin, enn tey eg var von við,
sigur Sunneva Háberg Eysturstein og
heldur fram.
– Eg kendi til tað frá míni familju, men
nógvir hugsunarhættir í Føroyum tá,
vóru í so fýrkantaðir og stirvnir. So tá
eg kom til Íslands hugsaði eg, at soleiðis
eiga Føroyar at vera. Ísland er jú super
tollynt.
Serliga var tað ein barr í Reykjavík,
ið fangaði áhugan hjá ungu føroysku
kvinnuni, og fekk ein serstakan týdning
fyri hennara víðari lívsleið.
– Fyrstu ferð eg kom inn í Sirkus,
hugsaði eg: »fór ólukkan, kann tað vera
so lætt«. Eg hevði langar samleikatrupul
leikar gjøgnum míni ungdómsár, um
hvat man kann og ikki kann, hvat man
sleppur og ikki sleppur, eftir ymiskum
óskrivaðum reglum, sigur Sunneva
Háberg Eysturstein, og leggur afturat.
– Tá eg kom í tað umhvørvið, fann eg
útav, at mær nýttist ikki at stríðast við
mær sjálvari, men kundi bara góðtaka
meg sjálva og halda tað er ok. Tað
forloysti nógv og hjálpti mær øgiliga
nógv.
Unga føroysk kvinnan setti sær skjótt
fyri, at tað hon hevði lært í Íslandi, var
ein lærdómur, ið hon ynskti at deila við
onnur.
– Eg havi følt tað týdningarmikið, at
óansæð hvar eg komi, so skal eg føra
boðskapin víðari, at tú behøvist ikki at
stríðast. Tú kanst anda djúpt, hyggja í
teg sjálva og vera glað. Ikki lat nakran
fortelja tær hvat tú skalt og ikki skalt,
sigur Sunneva Háberg Eysturstein.
AFTUR TIL FØROYAR
Hóast Sunneva Háberg Eysturstein fall
væl til í Íslandi, so var talan um eitt hart
lív, har hon sum ófaklærd og láglønt
stríddist fyri at fáa endarnar at røkka
saman. So tá hon fekk møguleikan at
venda aftur til Føroyar, tók hon av.
– Eg fekk bjóðað eitt starv sum
samskipari í G! Festivalinum, um sama
mundi sum abbi mín í Havn doyði. Av tí
at mamma var einabarn, so vóru eg og
beiggi einastu arvingar. So tíðin var røtt
at koma heim. Eg fekk eitt gott starv og
eini hús í Havnini. Sum 21 ára gomul var
tað ein fantastiskur møguleiki at fáa,
greiðir Sunneva Háberg Eysturstein frá.
Hóast hon treivst væl í Íslandi, so er
Sunneva Háberg Eysturstein í dag glað
fyri, at hon vendi aftur til Føroya.
– Eg eri enn her, og tað hevði eg ikki
væntað, at eg fór at vera, men her er
faktiskt mega feitt at vera. Tað hevur
kanska nakað við tað at gera, at øll onnur
hildu, at tað ikki var so feitt í Føroyum,
so tað var eyka spennandi at koma aftur,
tí man kom heim til eitt tómrúm, har
man fekk fríar karmar at fylla tað út,
sigur Sunneva Háberg Eysturstein.
BYRJAR SIRKUS
Arbeiðið sum samskipari í G! Festivalin
um fylti einans umleið fýra mánaðir
hvørt ár, so Sunneva Háberg Eysturstein
fann skjótt útav, at hon mátti gera
okkurt meira enn tað. Hon royndi seg
sum útvarpsvert, blaðkvinna og skipaði
fyri eini rúgvu av tiltøkum, harímillum
elektronisku tiltøkini Undirbeat!
Tað
var í samband við Undirbeat!, at hon
byrjaði at sakna eitt stað, ið kundi hýsa
slíkum tiltøkum. Samstundis var sonur
ein av kvinnunum, ið áttu Sirkus í
Reykjavík, í Føroyum um hetta mundi.
Tey bæði gjørdist samd um, at Tórshavn
manglaði eitt stað sum Sirkus, og eftir
at sonurin hevði ringt heim og biðið
um loyvi at byrja Sirkus Føroyar, fór
Sunneva Háberg Eysturstein at leita eftir
einum hølum.
– Eg fann tað knappliga ein dagin. Har
var einki tá. Ein matstova hevði verið á
2. hædd, meðan ein handil hevði verið á
1. hædd. Einki lív var annars í Vágsbotni.
Einasta, ið var har tá var Hvonn, og
vegurin uttanfyri varð ikki brúktur, sigur
Sunneva Háberg Eysturstein um húsini,
ið húsa Sirkus Føroyum í dag.
Í allari fyrireikingini og rakstrinum
av Sirkus Føroyar hevur tað verið sera
týdningarmikið fyri Sunnevu Háberg
Eysturstein, at íslendsku eigararnir av
Sirkus Ísland góvu sítt samtykki.
– Sirkus í Reykjavík var longu
stongt um hetta mundi. Men tær
báðar, sum áttu tað vóru sum tvær
mammur fyri meg, so teirra samtykki
var týdningarmikið fyri meg. Sonur
ein teirra var her og hjálpti at byggja
barrina, meðan ein teirra eisini kom og
hjálpti við innrættingini av Sirkus. Vit
gjørdu tað so loyalt yvir fyri upprunaliga
Sirkus sum gjørligt, sigur Sunneva
Háberg Eysturstein.
Sjey ár seinni dylur Sunneva Háberg
Eysturstein ikki fyri, at góðviljin frá
íslendingunum enn er týdningarmikið
fyri hana.
– Tað hevur alt at siga fyri meg, at tey
eru glað fyri Sirkus í Føroyum. Eg føli tað
sum eina papp familju. Tey hava givið
mær loyvi at gera hetta sjálvstøðugt frá
teimum, men vit eru loyal móti teimum.
Vit eru ein familjufyritøka framum
nakað annað, sigur Sunneva Háberg
Eysturstein.
– TRÍVIST Í HESUM
Hóast tað eru sjey ár síðan, at Sirkus
fyrstu ferð lat dyrnar upp, so hevur
Sunneva Háberg Eysturstein ongar
ætlanir um at setast aftur á og lata
onnur gera arbeiðið.
– Nógv fólk hava hug at víðka um og
gera annað, men eg havi hug til hetta
og gera hetta gott. Eg havi hug at vaska
borðini, vera í køkinum og gera búffar,
práta við kundar og geva teimum kaffi,
sigur Sunneva Háberg Eysturstein. Júst
tað, at vera nøgd við tað, ið man hevur,
og ikki alla tíðina hava hug at gera alt
størri, er ein hugburður, ið Sunneva
Háberg Eysturstein saknar í Føroyum.
– Tað er sjáldsamt í Føroyum, at man
ger eitt ting og ikki víðkar. Eg trívist í
hesum. Mær dámar at pussa vindeyguni,
mála og annað, tá tað er neyðugt. Um eg
skal gera meira, so má eg deila uppgávur
út, og so missi eg føling av, um stólarnir
standa sum teir skulu kring borðini,
um gardinurnar hanga rætt og um
vesini lukta rein, sigur Sunneva Háberg
Eysturstein.
FANN EITT SLAG AV FRIÐI
Tíggju ár er tað longsta, ið Sunneva
Háberg Eysturstein hevur búð í einum
staði í sínum lívi. Spurd um tað møguliga
er eitt tekin um, at tann reikandi sálin
hevur funnið tað, ið hon leitar eftir, er
hon eitt sindur ivasom.
– Eg veit ikki hvat eg leitaði eftir, og
veit ikki, um eg kundi funnið nakað
annað. Men eg eri glað fyri at eg fór har,
og eri her í dag. Men um eg havi funnið
tað, ið eg leitaði eftir, tað veit eg ikki,
sigur Sunneva Háberg Eysturstein.
Sunneva Háberg Eysturstein ásann
ar tó, at tað er ein munur á 18 ára
gomlu gentuni, ið fluttu heimanífrá til
Fuglafjarðar, og ungu kvinnuna, ið dag
rekur og eigur Sirkus Føroyar.
– Eg fann eitt slag av friði. Eg havi
gjørt upp við meg sjálva, at man kanska
ikki skal leita so nógv. Kanska er lívið tað,
man ger tað til. Tá eg fór úr Føroyum,
fann eg útav, at alt tað man leitar eftir,
er líka nógv í Føroyum sum aðrastaðni.
Tað er har man er beint nú, hugleiðir
Sunneva Háberg Eysturstein.
hallur@sosialurin.fo
»Fólk hava ofta hug at taka synd í einum, tá
man er eitt barn og upplivir slík ting, men eg
havi aldrin sæð tað soleiðis. Eg havi aldrin
tikið synd í mær sjálvari«
Henda síða er fíggjað av Matas