týsdagur 25. oktober 2016síða 58
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN OKTOBER 2016
26
Instagram er ein sosialur miðil, har tú kanst deila myndir
úr tínum gerandisdegi. Og her kanst tú eisini fylgja
spennandi fólkum úr allari verðini. Vit nevna hvønn
mánaða nakrar av føroysku Instagram vangunum:
HEIMABEITI
FYLGJARAR: 511
Enn ein, ið er verd at fylgja.
Ein føroyingur í Danmark, ein
ið osar av hugna, góðum stíli,
blómum, litum, lekrum mati og
so eitt sindur av retro look yvir
tí heila. Ein lekkur blanding
til eitt lekkurt heim, ið so
verður til ein lekran instagram
profil. Ein kann ikki fáa nokk
av hugna og hita, og slett ikki
hesa ársins tíð
BYOLAFSDOTTIR
FYLGJARAR: 1.014
Bloggarin Olafsdottir
hevur sjálvandi eisini ein
instagramprofil. Eg kann siga
tykkum, at tað er ein lekkur
profilur. Vit síggja vøkru
náttúruna í Føroyum, kanska
serliga í Æðuvík. Vit sleppa at
uppliva eitt sindur av hennara
heimliga hugna, av hennara
stíli og hennara lívi. Ein
fjølbroyttur, heitur og ógvuliga
livandi profilur
BYMARNADOTTIR
FYLGJARAR: 306
Ljóst, lekkurt, gjøgnumført,
tann norðurlendski stílurin og
heimligt, ja, alt í senn.
Ein, ið dugir ótrúliga væl at
fáa alt at síggja gott út, tí at
detaljurnar eru so flottar og
gjøgnumførdar. Eg fái heilt hug
at fara heim og seta tingini á
hillunum eitt sindur snøggari,
og samstundis kunna hugna
um heima. Ja, at vera eitt sindur
meira vakin, tá tað kemur til
detaljurnar.
Tímir tú væl tað ljósa, snøgga og
reina, so er hetta akkurát tann
profilurin, ið tú skal fylgja
Instagram – talgildur
heimur í myndum