týsdagur 25. oktober 2016síða 62
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN OKTOBER 2016
30
Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, plaga tey at siga.
Í storminum herfyri fóru fleiri trø í vindinum. Men heldur enn at beina
tey burtur er dreymurin, at greinarnar kunnu sleppa til æru og heiðurs
inni í heiminum.
Her eru nøkur hugskot til, hvussu tú gagnnýtir falnu trøini.
Dreymurin er at
gagnnýta falna træið
MINIMALISTISKT
TRÆPYNT
Hetta er ein einfaldur og
vakur háttur at gagnnýta
greinarnar. Ein kláran ella
litríkan vasa og tú hevur
vakurt pynt
BJÁLKA TIL MYNDIRNAR
Heldur enn at nýta tær vanligu hyllarnar til myndir, so kanst
tú heldur finna tær ein stóran bjálka og hanga hann sum á
myndini her.
UPPIYVIR BORÐINUM
Finn eina vakra grein, hong eitt hvørt
vakurt pynt í hana og hong hana uppi
yvir borðinum. Tú kanst eisini vinda eina
ljósketu rundan um greinarnar
TRÆVEGGUR
Tosa um at geva eina veggi nýtt lív. Eigur
tú ein keðiligan vegg í húsinum, sum
tú ert troytt av, so er upplagt at finna
fram hóskandi bjálkar, sum kunnu prýða
veggin sum á myndini.