hósdagur 27. oktober 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
28. oktober 2016
Vit kunnu ikki steðga globaliser
ingini. Men hvussu fáa vit sum best
burturúr?
Tað var vorðið sum kollvelting, tá internetið í
1996 bleiv partur av gerandisdegnum hjá før
oyingum.
Fáur hevði ímyndað sær, at internetið 20 ár
seinni so skuldi hava so stóran týdning, sum
tað hevur í dag. Netið hevur fullkomiliga vent
tingini á høvdið.
Í blaðnum í dag viðgera vit internethandil
og royna at fáa svar upp á tey gjøld, ið landið
og tað almenna krevja fyri tænastur á int
ernetinum.
Hóast stóru menningina, so fáa vit ikki
pakkar sendandi gjøgnum netið – og tí hevur
internethandil við sær økt virksemi hjá Posta
– og harvið eisni hjá Taks, ið skal hava sín bita
av køkuni. Av tí at Føroyar eru egið tolløki,
skal tollur á allar vørur og tænastur, sum
verða keyptar til landið.
Vit kunnu so øvunda samríkisborgarum
okkara í Danmark, sum hava ein marknað,
sum er 10.000 ferðir so stórur, sum okkara:
Danir og aðrir ES-borgarar kunnu frítt keypa
vørur frá øllum teimum 500 milliónunum,
sum búgva í ES-londunum á sama støði, sum
fólk í til dømis Havn kunnu keypa frá fólkum
í Klaksvík.
Handilsvinnufelagið biður um somu treyt
ir. Um tað skal skiljast sum um, at handils
vinnan kann keypa vørur avgjaldsfrítt upp
til 300 krónur, so letur tað seg snøgt sagt ikki
gera. Jørgen Niclasen sigur í blaðnum í dag, at
hann heldur, at mvg skal leggjast á allar vørur,
eisini tær undir 300 krónur, sum so kunnu
sleppa undan øllum hinum gjøldunum, sum
fólk mugu rinda við tí úrslitið, at avgjøldini
fara upp um 100 prosent av vøruni.
Her er ein eyðsýndur trupulleiki. Globali
seringin er eisini komin til Føroyar. Tað
merkist. Tað merkist í handilsvinnuni á sama
hátt, sum tað langt síðani er gingið út yvir
fjølmiðlavinnuna. Fyri 20 árum síðani kundu
bløðini liva av bæði at selja lýsingar, sum
fólki ikki sóu aðrastaðni og lýsingar, sum fólk
heldur ikki sóu aðrastaðni. Her er fullkomiliga
vent í holuni, og avbjóðingarnar eru broyttar.
Sama hendir nú við handilslívinum. Tann
gongdin kann ikki broytast við tollmúrum –
heldur skulu vit lata múrar upp.
Spuringurin er bara hvussu – og hvussu vit
til dømis kunnu gerast partur av ES-markn
aðinum uttan at gerast limir í
ES. Man tað bera til?
Umsíðir hevur
fíggjarnevndin hjá
Fólkatinginum
góðkent avtaluna
millum Tórshavnar
kommunu og
Bygningsstyrelsen um keypt av bankabygn
inginum í Húsagøtu í Havn.
Tað var á heysti 2014, at løgreglan í Føroyum
vendi sær til kommununa, tí løgregluni tørvaði
nýggj høli. Løgreglan var áhugað í bygninginum
við Húsagøtu, tí bygningurin liggur væl fyri til
teirra virksemi.
Bygningsstyrelsen og Tórshavnar kommuna
gjørdu eina treytaða keypsavtalu í januar 2016,
sum danska fíggjarnevndin skuldi góðkenna
endaliga.
Tórshavnar kommuna yvirtók bygningin frá
BankNordik 31. mars 2016, og kostnaðurin fyri
bygningin var 40 milliónir krónur. Tórshavnar
kommuna hevur selt bygningin umframt
grannaognina norðan fyri bygningin, sum er
665 m2 til víddar, til Bygningsstyrelsen fyri 41,5
milliónir krónur.
Bygningsstyrelsen
yvirtekur bygningin
í Húsagøtu umframt
grannaognina 1.
november 2016.
E-handil og tollmúrar
So er bankin
loksins seldur
nýggj politistøð
alternativt valstríð
Les eisini blaðið
á telefonini
10 tær hægstu
borgarstjóra
lønirnar
Síða 28-29
Ársins spælarar
2016
ítróttur síða 30-31
1
2
Kaj Leo Holm Johannesen, sum ætlar sær at gerast borgarstjóri í Havn – uttan plakatir
» Hey babba – hví eru ongar plakatir av tær? «
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Visti tú?
at 33 kvinnur og
40 menn vilja í bý
ráðið í Havn?
Jóanes nielsen
Jóanes
Nielsen
hevur
skrivað nýggja skaldsøgu,
Bommhjarta, sum er framhlad
av Brahmadellunum frá 2010
Bommhjarta er framhald
av Brahmadellunum frá 2010,
og søgan tekur við, tá ið Tóvó
sleppur úr fongslingum í
Horsens, har hann hevur sitið
í mong ár fyri tær gerðir hann
framdi í tí undanfarnu bókini.
Søgan flytir seg aftur og fram
í tíð, men kjarnin er allatíðina
Eigil og hansara uppruni í
Sumba.
Hvussu tað harðrenda
altíð fylgir honum, tó at
hann mangan vil nakað
annað. Einastaðni miðskeiðis
í skaldsøguni skrivar hann til
mammuna:
– Ongin segði, at tað
skuldi vera lætt at liva, men
viðhvørt ivast mann í, um tað
er ómakin vert at skula klóra,
krúpa og gráta seg ígjøgnum
eini fýrs ár og afturfyri fáa ein
spaða av mold í gronina, sum
tú plagar at taka til.
Søgan um Eigil Tvibur
er á tremur av harðskapi,
girnd, kærleika, óndskapi og
mongum øðrum, sum tilveran
ser setta saman av.
– Bommhjarta er ein
framúr skaldsøga, og enn
einaferð
hevur
Jóanes
Nielsen gjørt hol í sjógv í
føroyskum
bókmentum,
skrivar Mentunargrunnur
Studentafelagsins, sum gevur
bókina út.
Rannvá Mortensen hevur
gjørt permumyndina, og
Føroyaprent hevur prentað.
Heldur fram við Brahmadellum