hósdagur 27. oktober 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 124
4
S
einastu
mánaðirnar
hava
óhugnaligir klovnar loypt ræðslu
á fólk um allan vesturheimin.
Talan er um ræðandi sminkaðar
klovnar, ofta vápnaðir, sum ræða fólk á
gøtuni. Onkustaðni sigst, at klovnarnir
royna at lokka børn inn í skóg ella hús,
meðan aðrastaðni eru fráboðanir um, at
klovnarnir hava lagt á fólk.
Nú ganga søgur um, at fólk hava sæð
klovnarnar í Føroyum. Fólk siga seg
hava sæð onkran ílatnan sum ein av
hesum klovnunum vesturi í Vágunum
og løgreglan í Havn váttar eisini, at frá
boðanir eru komnar úr Havnini. Løgreglan
hevur tó ikki fingið fatur á nøkrum, ið
hevur latið seg út á hendan hátt.
Ikki er heilt greitt, hvaðani hetta
stavar, men tað tykist hava sín uppruna
í USA. Onkur hevur sett tað í samband
við, at ræðufilmurin IT eftir bókina hjá
Stephen King verður sleptur næsta ár,
men filmsfelagið vísir staðiliga aftur, at
teir hava nakað við hendingarnar at gera.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
13-18 m/s
2-7 m/s
5-10 m/s
Strúkur í vindi upp í skrið av vestri, 13 til
18 m/s. Ælaveður, men eisini sólglottar
og hitin millum 7 og 10 stig. Um kvøldið
makar hann vindin víðari og verður um
náttina lot til andøvsgul av útsynningi
og suðri, 2 til 7 m/s. Tað verður
skýggjað, men heldur sær væntandi
turt. Hitin millum 5 og 10 stig.
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til
10 m/s, og skýggjað og támut við
regni nógva staðni, hitin um 10 stig.
Út á dagin snarar hann vindin í ein
vestan og makar í lot til andøvsgul,
2 til 7 m/s. Tað slítur í, men verður
framvegis skýggjað og hitin fellur til
millum 5 og 8 stig.
Leygardagin
Lot til andøvsgul av suðri, 2 til
7 m/s, sum øtlar í gul til stívt
andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað
og regn meginpartin av tíðini og
hitin um 10 stig.
2-7 m/s
5-10 m/s
2-7
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Hví endar súltutoyið
ALTÍÐ við at venda
niðureftir? Hrmpfff!!
Nú kommunuvalið er í hondum
verður nógv tosað um fólk, sum sita
í løgtinginum og bjóða seg fram til
býráðsvalið eisini.
Sprotin eigur ikki hetta orðið í
orðabókini.
HB kunngjørdi í
vikuni, at Sigfríður
Clementsen verður
venjari komandi ár.
Arbeiðsloysi er minst
í Norðoyggjum og í
Sandoy og nógv størst
í Suðuroynni vísir
nýggj uppgerð.
Mánadagin var ein maður
grundlógaravhoyrdur,
tí hann hevði sligið
ein politist í býnum.
Josup silgdi við fleiri
ferðafólkum enn loyvt er
í vikuni. Myndugleikarnir
kanna málið.
Nýggjar myndatøkur
vísa, at orsøk er at stúra
fyri, at rotturnar
týna haruna.
»Dupultmandat«
Óhugnaligu klovnarnir
eisini í Føroyum
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
prosent er arbeiðsloysi
í Eysturoynni
1,7
MANGT OG HVAT
Visti tú?
Politistøðin verður nú í
gamla BankNordik
Sæð á Facebook:
Eftir óteljandi áheitamir frá serliga
mammu, havi eg gjørt av at stilla upp
til komandi val fyri seyðaflokkin
✗