Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 124 14 10 HÆGSTU BORG U m tú vilt vera borgarstjóri fyri pengarnar, so fæst besta úrtøkan, um tú verður borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Borgarstjórin í Havn fær 55.562 krónur og 14 oyru í løn um mánaðin. Harumframt hevur Tórshavnar býráð gjørt av, at borgarstjórin skal hava borðfæ upp á 7.318 krónur, sum sambært Taks er skattskyldugt. Tilsamans fær borgarstjórin í Havn 62.880 krónur og 14 oyru fyri at stjórna teimum 20.788 borgarunum, sum eru í Tórshavnar kommunu. Lønin hjá borgarstjórum er ásett í kommunustýrislógini. Í grein 10 í lógini stendur, at kommunustýrið skal áseta í kommunustýrisskipanina, hvør samsýningin til borgarstjóran skal vera. Samsýningin til borgarstjóran, ið er treytað av íbúgvara­tal­inum í kommununi tann 1. januar í valárinum, tá ið avgerð sam­bært § 1 verður tikin, verður roknað við støði í galdandi lønartalvu sambært avtaluni millum Fíggjarmálaráðið og Felag Tænastu­manna Landsins, og kann í mesta lagi verða henda íroknað viðbót: Tá tað stendur í kommunuvallógini, at borgarstjóralønin er treytað av íbúgvaratalinum í kommununi tann 1. januar í valárinum, so hevur tað týdning fyri komandi borgarstjóran í Klaksvík. Tað merkir, at hann fær ikki lønarhækking upp á góðar 4.000 krónur um mánaðin, sum fólkatalið 1. januar komandi hevði givið honum. Tí 1. januar í ár (sum er valárið) var fólkatalið í Klaksvík 4.945. Um vit so leggja fólkatalið í Húsa kommunu, sum var 43, afturat, so koma vit ikki upp um 5.000 fólk, sum er treytin fyri at koma í næst hægsta borgarstjóralønarflokkin. Á nýggjárinum komandi verður fólkatalið í Klaksvíkar kommunu (sum tá er løgd saman við Húsa kommunu) við rættiliga stórari vissu oman fyri 5.000. Tilsamabs búðu í Húsa kommunu og Klaksvíkar kommunu 1. september í ár 5.041 fólk. Fyri Klaksvíkar kommunu merkir tað eina borgar­stjóralønar­ sparing upp á slakar 50.000 krónur um árið – ella slakar 200.000 krónur í næsta valskeiði. Borgarstjórar nýtast ikki at vera í starvi fulla tíð. Ta avgerðina tekur kommunustýrið. Um borgarstjóri er í starvi til dømis hávla tíð, so fær hann hálva løn. Borgarstjórar í 10 teimum størstu kommununum eru: Kommuna: Borgarstjóri: 1 Tórshavnar kommuna Heðin Mortensen 2 Klaksvíkar kommuna Jógvan Skorheim 3 Runavíkar kommuna Tórbjørn Jacobsen 4 Eysturkommuna Jóhan Christiansen 5 Vága kommuna Rósa Samuelsen 6 Tvøroyarar kommuna Kristin Michelsen 7 Sunda kommuna Heðin Zachariasen 8 Fuglafjarðar kommuna Sonni á Horni 9 Vágs kommuna Dennis Holm 10 Nes kommuna Jóhannus Danielsen 1) 0-499 íbúgvar: 34.617,5 2) 500-999 íbúgvar: 40.941,26 3) 1.000-1.499 íbúgvar: 43.324,06 4) 1.500-4.999 íbúgvar: 47.861,26 5) 5.000-9.999 íbúgvar: 51.935,33 6) 10.000 íbúgvar: 55.562,14 Lønin hjá borgarstjórunum í Kommuna Fólkatal Løn 1 Tórshavnar kommuna 20.788 *55.562,14 2 Klaksvíkar kommuna 4.998 47.861,26 3 Runavíkar kommuna 3.898 47.861,26 4 Eysturkommuna 2.042 47.861,26 5 Vága kommuna 2.020 47.861,26 6 Tvøroyarar kommuna 1.710 47.861,26 7 Sunda kommuna 1.709 47.861,26 8 Fuglafjarðar kommuna 1.506 47.861,26 9 Vágs kommuna 1.348 43.324,06 10 Nes kommuna 1.251 43.324,06 *7.318 (borðfæ) *Borgarstjórin í Havn fær borðfæ upp á 7.318 krónur, sum er skattskyldugt. Inntøkan hjá borgarstjóranum við borðfæ er tí 62.880,14 krónur 1 2 6 7 Heðin Mortensen Tórshavnar Kommuna 62.880,14 Jógvan Skorheim Klaksvíkar kommuna 47.861,26 Kristin Michelsen Tvøroyarar kommuna 47.861,26 Heðin Zachariasen Sunda kommuna 47.861,26 Borgarstjórar fáa 15 prosent í eftirløn oman á lønina.