hósdagur 27. oktober 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 124
23
Høgni Joensen
Valevni á lista C
Kommunan skal vera grøn og
dálka minni
Tórshavnar kommuna skal ganga
á odda við umhvørvisátøkum.
Tað gera vit m.a. við at arbeiða
fyri, at orkan, sum verður brúkt í
kommununi, er so burðardygg sum
gjørligt.
Allir bygningar, ið Tórshavnar
kommunu eigur, skulu sum frá líður
verða hitaðir við varandi orku. Eitt
uppskot til verkætlan við kostn
aði og øðrum eigur at verða gjørt.
Harafturat eigur ein greining at
verða gjørd av, hvør orkukelda er
“grønari” – jarðhiti ella fjarhiti frá
Fjarhitafelagnum.
Avgerð er tikin um, at Tórshavnar
havn skal útbyggjast munandi. Á
havnarøkinum eigur kommunan
eisini at ganga undan sum aðrar
skipa- og samferðsluhavnir í Evropa.
Trukkar, kranar og onnur arbeiðstól
eiga at brúka varandi orku. Tey
stóru battaríini skulu løðast, tá SEV
vinnur sum mest burtur úr vindi og
vatni, so orkan verður grøn.
Havnin er tann størsti eigarin í
SEV, og høvuðsstaðarkommunan
skal geva sítt íkast til ta nýggju
grønu kósina hjá SEV. Hon gagnar
fólki og umhvørvi, og umhvørvi
er okkara føðikelda á sjógvi sum á
landi.
So hvørt sum bilarnir hjá komm
ununi verða skiftir út, skulu elbilar
ella hybridbilar keypast ístaðin. Tað
skal vera lætt at lata bilin standa, tí
bussleiðin skal mennast og koyra
allar dagar í vikuni – og tað skal
framhaldandi vera ókeypis at koyra
við bussleiðini.
Tórshavnar
kommuna
skal
ganga á odda við atliti at varandi
orku. Kommunan skal vera fremst
at minka um útlát og verja um
hvørvið. Kommunan skal miða eftir
at gera okkara komandi borgarar – í
barnagørðum og skúlum – tilvitaðar
um umhvørvið, ið er fortreytin fyri
øllum lívi á jørðini og her á klett
unum.
Vísa tit mær álit á valdegnum
tann 8. november, vil eg leggja alla
orku í at fáa ein uppaftur vakrari,
hugnaligari og grønari høvuðsstað.
Set X við Høgna Joensen
Valevni á lista C
Grønur og fríður –
Tórshavnar býur (2)
KOMMUNUVALIÐ ✗
Bergunn Kass
Listi F
Vit eiga ikki at
krevja meira inn
í skatti
Vit skulu tálma
rakstrinum og
vit skulu ikki gera stórvegis av
nýíløgum
Nakað soleiðis er útgangsstøðið
og útmeldingin úr Løgtinginum til
býráðspolitikkarar.
Og hóast hetta síggja vit val
greinir, ið lova gull og grønar skógir.
Um tú hevur somu midlar og vilt
broytingar og betringar, ja, so má
meira fáast fyri pengarnar!
So einfalt er tað, og hetta krev
ur fólk við sansi fyri effektivi-
seringum og rationaliseringum.
Um tú ikki skalt gera stórvegis
nýíløgur, men hevur tørv á høli og
faciliteti, ja, so krevst fólk, ið hugsar
í verandi útboði, endurskoðar,
hugsar øðrvísi og nýtt.
Og triðja uppgávan er at fáa
tað privata og fólkið meira við
– og síggja sjálvbodnar og for
rætningsligar avbjóðingar í sam
skifti og tænastu borgaranna
millum.
Vit mugu hava politikkarar
og fyrisiting, ið hugsar breitt og
hugsar pengar inn í ein størri
samanhang,
hevur
yvirblikkið,
hugsar heildir og handlar uppá tað.
Longri er tann søgan ikki!
Vit kunnu ikki
blása og hava mjøl
í munninum!
90 ára føðingardagur
Mánadagin 31. oktober verður Kathrina Lognberg 90 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum.
Konfirmatión á Húsum
Sunnudagin 30. oktober verður Nóa Syderbø Heimigarður 9, Húsar, konfirmeraður.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 29. oktober hava
Hansina og Sofus Baldvinsson
verið gift í 50 ár. Dagurin verður
hildin saman við børnunum.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 29. oktober hava
vit verið gift í 50 ár. Dagurin
verður hildin heima hjá dóttrini
(Helen) á Vágsvegi 9 frá kl. 16.00
til 21.00
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Elin og Hans Jacob Hjelm
Silvurbrúðleyp
Nú hava vit skjótt verið gift í 25
ár. Tí bjóða vit øllum teimum,
sum hava hug at heilsa uppá
okkum, til eina móttøku í Østrøm
leygardagin 12. Nov. millum kl 14
og 16.
Vælkomin
Tóra og Eirik Suni
Blátt gras syngur og spælir
Høvi at lata eina gávu til
útbyggingina av Leguhúsinum í
Nesvík. Barnaansing fyri børn undir
skúlaaldur. Drekkamunnur
Kl. 20:45 EXPO Arbeiðsgreinar hjá
Heimamissiónini og aðrir kirkjuligir
felagsskapir kunna um sítt virksemi
Kl. 22:00 Sang og vitniløta. Heri
Tróndheim hevur andakt. High5
syngur
SUNNUDAG
Kl. 11:00 Gudstænastur í kirkjunum
í økinum
Kl. 15:00 SIMBAHITT Kristian
Martin Petersen talar. Barnakór
frá Sangfagnaðinum syngur. Stutt
kunning um Sat-7 Kids. Okkurt
leskiligt til børnini. Høvi at lata
SIMBA gávu. Nátturði
Kl. 18:00 STÓRMØTI Evni: „Hevur
Jesus nakran týdning, tá hetta lívið
er av?“ Pól Johannesen talar. Stuttur
vitnisburður. Felagskór (Taborkórið,
Todos og Sola Gratia) syngur
Teknmálstulkur. Høvi at lata
Heimamissiónini gávu Barnaansing
fyri børn undir skúlaaldur. Øll eru
hjartaliga vælkomin!
Kirkjuliga Heimamissiónin”
KFUK og KFUM í Havn.
Mánadagur 31. oktober kl. 15.00
í KFUK: Seinnapartsamkoman við
Meinhard Bjartalíð presti. Evni:
Russiskar páskir.
City Church Tórshavn
Sunndag 30 oktober kl 11 morgun
møti. Dánjal Petersen talar. City Kids
kl 11.45 og har verður samlað inn
Christmaschild eskjur.
Adventistakirkjan
Leygardagin 29. oktober
Kl. 10 Sabbatsskúli: Allan Falk
Kl. 11 Gudstænasta: Allan Falk
Bønar vikan byrjar
Katólska kirkjan
Hvønn gerandisdag verður messa í
Kerit kl. 17.30
Fríggjakvøldið kl. 19.30 verður
rósukransbøn heima hjá okkum í
Kerit. Øll eru vælkomin.
Leygardag verður messa í Kerit kl.
11.30
Sunnudag verður hámessa í
Mariukirkjuni kl. 11 v/Frans de Haas
og Gabriel Baldostamon prestar.
Tilbiðjan av Heilaga Sakramentinum
verður í Mariukirkjan frá kl. 15 til
18.
www.katolsk.fo
Alhalgunahald á Syðradali K!
Haldið verður týsdagin 1. nov. kl.
1330. SAM fer úr Klaksvík kl. 1300.
Minnisvarðanevndin
Alla halgannahald
verður í Kvívíkar kirkju 1. novembur
kl. 19:00. Maria Jørðdal Niclasen
talar. Kransur verður lagdur við
minnisvarðan.
Selatrað
Møti verður sunnukvøldið 30 okt kl
18.00 Manskórið í Fuglafirði hevur
møti Innsavnan til húsið Hjartaliga
vælkomin
Keldan, Skálafirði
Leygarkvøldið kl. 20, Awake við
Deboru Biskopstø
Sunnudagin kl. 11, Morgunmøti við
luttøku frá mannsleguni
Barnamøti kl. 11. www.keldan.fo
Minningarhald í Søldarfirði
Minningarhald teirra sjólætnu
verður við minnisvarðan í Søldarfirði
Allahalgannadag kl. 14. Henning
Bøgesvang, talar.
Aftaná verður drekkamuður í
Bønhúsinum.
Runavíkar kommuna
Missións- og ungdómshúsið
á Glyvrum
Fríggjadagin 28. okt. Einki
ungdómsmøti - víst verður til
Stórmøti í Havn
Sunnudagin 30. okt. Einki møti - víst
verður til Stórmøti í Havn
Mánadagin 31. okt. kl. 19:00
Sjómanskvinnuringur
Týsdagin 1. nov. kl. 20:00 Todos
venur
Mikudagin 2. nov. kl. 19:30 Bøn og
Bíbliutími
Hósdagin 3. nov. kl. 19:00-20:30
Junior fyri øllum í 5.-7. fl.
Fríggjadagin 4. nov. kl. 21:00
Ungdómsmøti
Veri hjartaliga vælkomin
Fuglafjarðar kirkja:
Týskvøldið 17.30: Góðanáttsøga
30.okt. 16 - 23.s.e. trinitatis
kl.10.00: Morgunmatur.
Skógvaeskjur kunnu latast inn
kl. 12.00: Familjuguðstænasta
Marjun Bæk.
Soli Deo Gloria
Sunnudagin kl. 17.00 bøn
Sunnudagin kl. 18.00 møti við
eftirskúlanum Euroclass
Kfum & K Klaksvík
Fríggjadag – Sunnudag. Stórmøtir
í Havn. Sí spennandi skrá á www.
mission.fo
Sunnudagin
Kl.14.00 Sunnudagsskúli. Vit
syngja, hoyra bíbliusøgu, gera
aktivitetir, drekka o.a. Børn í øllum
aldri, foreldur, ommur, abbar, øll
vælkomin.
Kl.17.30 Bønarløta
Kl.18.00 Møti
Kl.20.30 Ungdómsmøti við Euroclass
Øll hjartaliga vælkomin
Vitja okkum eisini á facbook:
kfum&kklaksvik
Hvannasund
Møti verður í gamla skúla
sunnudagin kl. 18.00 vid Silas
Olufson
Frá Missiónshúsinum í Skopun
Sunnidagin 30.okt.
KL:12 SUNNIDAGSSKÚLI
Vit møtast í Kirkjuni, syngja ein sálm
og fara so niðan í Missiónshúsið at
hava sunnidagsskúla.
EINKI møti um kvøldið vegna
stórmøtini í Høllini á Hálsi 28.-30.
okt.
Gongutúrur: Rundan um Mjáuvøtn
í Kollfjarðardali
Sunnudagin 30. oktober verður
túrur gjørdur rundan um Mjáuvøtn í
Kollfjarðardali.
Hetta er ein lættur túrur. Vit fara
við bussi av Bursatanga kl 14.00
sunnudagin
Minnist til at hava heit og góð
gonguklæðir við, umframt matpakka
og drekka.
Tilmelding fer fram hjá Kunningar
stovuni á telefon nummar +298
302425 ella við at senda teldupost
til torsinfo@torshavn.fo áðrenn
klokkan 13:00 leygardagin t. 29.
oktober. Minnist til at hava reiðan
pening við. Prísurin fyri ferðingina
verður 100 kr
Túrurin er fyri limum í Felagnum
Tórshavn. Hoyr nærri um innliman
hjá Visit Tórshavn.