hósdagur 27. oktober 2016síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 28. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 124
32
E
in søga er um orð um tílíkt,
sum ikki er til í tí landinum,
sum orðið kortini finst.
Langt er síðani, at eg
hoyrdi hasa søguna, so eg minnist ikki
heilt, hvussu hon var.
Men eg minnist kjarnan í henni,
poengið, sum tey plaga at siga.
So eg umskrivi hana bara eitt
sindur. Tað er loyvt, tí eingin man eiga
upphavsrættin til hennara.
Bátur var útferð við fólki norðan
fyri Enniberg.
Tá sigur ein føroyingur við ein
dana, teir standa har við bakborðs-
lúnningina. Hann sigur: hatta
kalla vit forberg í Føroyum,
og so sjálvandi er tað tað
hægsta í Evropa. Hvussu
siga tit forberg á donskum,
spyr føroyingurin.
Tað veit eg ikki, svaraði
danin. Vit hava ikki slík
fjøll í Danmark, so vit
hava heldur einki orð
um tey.
Tað kann ikki vera rætt, tað er ov
vánaligt, sigur føroyingurin. Vit hava
til dømis ongar tikarar í Føroyum,
sigur hann. Men kortini hava
vit orðið tikari.
Ja, løgið. Vit hava orð
fyri so nógvum, sum
ikki er í Føroyum.
Vit
hava
deilig mergjað orð sum meldur
ódn, jarðskjálvti, hópgrøv og enntá
kundarøkt. Einki av øllum hasum
er í Føroyum. Men vit hava orðini,
heitini. Tænasta, yvirgangur, eldgos,
krokodilla, javnrættindi og so
framvegis.
Og sjálvandi hava danir eitt orð fyri
forberg. Tað er bara at skoyta eitt j upp
í føroyska orðið, so fáa vit forbjerg.
Danin í bátinum norðan fyri
Enniberg kendi bara ikki tað orðið, so
tí brúkti hann eina bíliga umbering
fyri at sleppa undan at avdúka sína
vantandi vitan og fátæka málkunn
leika. Og so fekk hann alt í einum sjó
verk.
Tá vit so fara undan Ennibergi
uttanlands á útferð, vænta vit, at øll
duga enskt, hagar vit koma. Tí har
nytta føroysk orð lítið.
Men tað er verri enn so altíð so, at
øll duga enskt. Tí noyðast vit at læra
okkum øll møgulig mál, skulu vit av
landinum og fáa nakað burturúr.
Millum annað tað at eta og drekka,
sum vit vilja hava. So vit ikki fáa eina
seymimaskinu, tá vit halda okkum
hava biðið um ein enskan búff á
øðrum máli enn enskum.
Á flogvøllinum í Barcelona, sum
sigst vera altjóða flogvøllur, duga verri
enn so øll, sum arbeiða har, enskt. Eg
hitti so ongan.
Eg ivist onga løtu í, at øll,sum
hava samskifti við kundarnar á
flogvøllinum í Vágum, duga enskt.
Í Fraklandi nokta tey at tosa enskt
av tjóðarskaparligum býttleika og
romantikki. Og tí tey hava tapt kríggj
móti onglendingum.
Tað vóru eisini onglendingar,
sum hjálptu, tá fest varð í jomfrúnna
Jóhonnu. Hon fór heldur í kríggj at
drepa menn enn at fríggja við teimum.
Heimsmálið enskt kann brúkast til
eitt ávíst. Síðani noyðist tú at gita teg
fram. Danskt riggar heldur ikki.
Ætla vit okkum til Spania ella
Fraklands, noyðast vit at læra okkum
spanskt og franskt. Eitt sindur meira
enn bara til heimabrúks.
Annars, hatta millum onglendingar
og fraklendingar er ein ævig runublak-
ing.
BBC hevur eina spurnarkapping,
sum eitur IQ. Kend fólk, fýra hvørja
ferð, svara undarligum spurningum
frá Stephen Fry, sjónleikaranum, sum
ikki er minni kendur.
Spurningarnar eru um eitt ávíst
evni, eitt tema. Og onglendingar eru
suverenir heimsmeistarar í humori.
Sendingin er tí framúr stuttlig.
Í einari IQ sending var evnið rusk
og dálking.
Ein spurningur var, hvussu heim
sins størsti ruskdungi eitur.
Tøgn í nøkur sekund, so svarar ein
varliga: France. 7-0 til Onglands.
Og minnist til: gevið ikki landinum
nakað, krevjið av tí, krevjið, krevjið.
Tað er har fyri tykkum, krevjið og
grenjið og mótmælið.
Bara orðini hava vit
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
MYND: HEINESEN MYNDIR
Klokkan 16 týsdagin verður
hátíðarhald í Sumba, tá ið tey
fara at avdúka minnisvarða yvir
sumbingar, sum eru sjólætnir,
falnir í bjørgunum, ella í aðrar
mátar eru deyðir av vanlukku.
Í sambandi við hátíðarhaldið
fer Uni Næs, dómprovstur, at siga
nøkur orð, áðrenn minnisvarðin
verður avdúkaður.
Annars verður tónleikur og
sangur og eftir avdúkingina er
ein drekkamunnur í samkomu
húsinum, har Sumbiarkórið annars
fer at syngja.
Á plátum rundan um minnis
varðan, sum er settur á eini fríari
fløtu beint við kommunuskriv-
stovuna, eru yvir 100 sumbingar
nevndir, sum eru sjólætnir ella
deyðir í vanlukku.
Yvirlitið gongur aftur til 1800,
tí upplýsingarnir fyri tað eru eitt
sindir óvissir.
Minnisvarðin er eitt modell
av skutinum á einum báti við
malargróti, lagaðum gróti og
brotaflísum og við minnisvarðan
eru ljós feld niður í, sum lýsa hann
upp, og sum skifta lit við jøvnum
millumbili.
Yvir 100 nøvn standa á
minnisvarðanum, sum verður
avdúkaður týsdagin
Reisa minnisvarða yvir falnar sumbingar