Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-31, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. oktober 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 44 • 31. OKTOBER 2016 6 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ M ánadagin 14. november let­ ur nýggj deild hjá Tjaldurs Apo­teki upp í gamla banka- bygninginum í miðbýnum í Havn. Saman við Kunningarstovuni og eini kaffisølu skal Apotekið húsast í niðastu hædd í bankabygninginum við høvuðsinngongd beinleiðis inn úr Steinatúni, sum í summar varð broytt soleiðis, at gamla Steinagøta varð løgd undir heilt. Tí ber nú til at ganga beinleiðis úr Steinatúni, har allir buss- arnir steðga, og beint inn í nið­astu hæddinia í bankabygninginum. – Í fyrstu atløgu verður bara talan um heilvág, sum kann seljast í hond­ keypi. Hetta er tí, at vit KT-skipanin hjá Apotekinum er so um stendiliga at broyta, at tað verður ikki klárt fyrr enn til várs, sigur Hjalti Gunnarstein, sum er stjóri á Tjaldurs Apoteki. Hjalti Gunnarstein sigur, at ætlanin var at lata upp 1. november, men at hetta er broytt til 14. november. Spurdur um, hvørjum deildin í mið­býnum skal gagna, brúkarum, mið­býnum ella Apotekinum sigur Hjalti Gunnarstein, at tað fer at lætta munandi um hjá starvsfólkum og kundum á Apotekinum á Trapputrøðni, samstundis sum havnarfólk fáa betur atgongd til hondkeypsheilivág. – Hvønn dag vitja millum 700 og 800 fólk á Apotekinum. Helvtin av teimum keypir hondkeypsheilivág. Vit at lata eina deild upp í miðbýnum, taka vit trýstið av útsøluni á Trapputrøðni, sigur Hjalti Gunnarstein. – Men vit skulu eisini minnast til, at havnarfólk hava nógv verri at­ gongd til hondkeypsheilivág, enn fólk kring landið. Tí fleiri útsølur við hondkeypsheilivági eru kring landið, meðan vit bara hava eina í Havn, sigur hann. Fyrstu mánaðirnar verður bara talan um hondkeypsheilivág í deildini í miðbýnum, men til várs verður klárt eisini at kunna heinta reseptheilivág har. – Tá skalt tú bara boða frá, tá tú fært resept, um tú vilt heinta heili­ vágin á Trapputrøðni ella í miðbýnum, sigur Hjalti Gunnarstein. Fyrsta apotekið í Føroyum læt upp í 1883, tá danska Svane Apoteket læt upp deild í Havn við Olaf Finsen, cand. pharm. sum leiðaria. Olaf Finsen var beiggi gitan Nils Finsen. Tá búðu um 12.000 fólk í Føroyum, harav 1.500 í Havn. Í 1898 gjørdist Svana Apotekið sjálvstøðug eind, og Olaf Finsen varð nú sjálvstøðugur apotekari. Í 1909 stovnar Johannes Djurhuus ein sonevndan “medicin- og materialehandil” við navninum Tjaldurs Apothek. Í 1913 samtykkir løgtingið ta nýggu donsku apotekaralógina at galda í Føroyum “Lov om apotekervæsenet Færøerne”. Soleiðis fekk Johannes Djurhuus kongaliga tilnevning sum apotekari. Svane Apoteket hóraði ikki undan kappingini, somuleiðis var Olaf Finsen farin at rigga av alt annað virksemi, hann hevði í Føroyum. Johannes Djurhuus keypir sama árið innbúgv og vørugoymsluna frá Finsen. Tá Johannes Djurhuus doyr í 1933, verður tað danin Johannes Aage Juul, sum fær loyvisbræv til Tjaldurs Apotek og tekur við apotekarastarvinum í 1934; tað fevndi eisini deildirnar á Tvøroyri og í Klaksvík. Eitt tað fyrsta, Juul fór at fyrireika, var at keypa ogn, so byggjast kundi nýtt og tíðarhóskandi apotek við framleiðslu. Í 1934 letur nýtt apotek upp á Vaglinum, og helt apotekið til har, heilt fram til apotekið flutti niðan á Trapputrøðna í juli 1977. Eftir at apotekið varð rikið á privatum grundarlagi, samtykti løgtingið, at apotekið skuldi gerast alment. Apotekið varð yvirtikið í 1949 sum fyrsta yvirtøkumál eftir heimastýrislógini. Í 1979 verða deildirnar á Tvøroyri og Klaksvík sjálvstøðug apotek, nevnd Suðuroyar Apotek og Norðoya Apotek. Í 1993 læt søludeild hjá Tjaldurs Apoteki upp í Runavík, og verður hendan sjálvstøðugt apotek í 2005, nevnd Eysturoyar Apotek. Eftir 39 ár hevur Havnin aftur miðbýarapotek Søgan um apotek í Føroyum