mánadagur 31. oktober 2016síða 36
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 44 • 31. OKTOBER 2016
12
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Birgir Waag Høgnesen
STÓLURIN
Í STÓLINUM HESA VIKUNA
LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ
TRIMUM ORÐUM:
Jaligur, hjálpsamur, takksamur.
HVAT MERKI ER TELEFON TÍN?
Sony.
HVØR ER TÍN BESTA SUMMAR
FRÍTÍÐARUPPLIVING?
Tá eg var saman við øllum mínum sjey
abbabørnum, ein fantastisk kensla.
Slíkt ríktiríkidømi er óbeskriviligt
HVAT ORÐ ELLA HVØNN
SETNING NÝTIR TÚ OFTAST?
Vit klára tað, um vit royna tað.
HVØRJUM HYGGUR TÚ AT
HJÁ HINUM KYNINUM
Hvussu væl tey duga at multitaska.
HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG?
Tá fólk kring meg eru positiv.
HVAT STRESSAR TEG?
Óerligheit og leysir pástandir – ella tað
sum onkur kallar »gita uttan at vita«.
HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR?
Konan dugir so metaliga væl at
gera mat, so har er ringt at velja,
men ein góður fiskarættur eftir ein
langan dag, er ikki at »kimsa« at.
HVAT GLEÐIR TEG?
At vakna kl. 6 og fara á føtur og
njóta »løtuna«. Tað er ikki vist
at tað hepnast í morgin.
HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ,
SUM TÚ FEKST UPPFYLT?
At okkara dóttir í Danmark, við sínum
»sjeiki« og teirra tveimum børnum ætlar
sær heim at búgva, sum skjótast, tá hon
er liðug at lesa í 2017, so eru øll fýra
børnini og abbabørnini í Føroyum.
HVAR ARBEIÐIR TÚ?
Á Sosialinum, Vikublaðnum og in.fo á 11. ári.
HVØRJUM TÓNLEIKI
LURTAR TÚ EFTIR?
Føroyskum tónleiki. Eg gleðist um, at vit
eiga so nógvar dugnaligar tónleikarar
og orðasnillingar, tey hava alt ov
vánaligar umstøður kring landið.
HVAT ER BESTA UPP
FINNINGIN OG HVÍ?
Vindmyllan. Hon kann framleiða heitt vatn
og streym, hvat kann vera meira genialt.
HVAT ER BESTA ÍLØGAN
TÚ HEVUR GJØRT?
Mín besta íløga er og verður altíð at
hjálpa mínum børnum og abbabørnum,
tí tann íløgan gevur teimum hug at
halda fram við tí tey takast við.
HVAT ER TÍTT BESTA
HEIMARÁÐ?
Et ongantíð meir enn tað, tú
ætlaði at fáa tær upp á aftur.
HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR?
Flugur og eiturkoppar eru í húsinum, men
eg gangi ikki túr við mínum djórum hvønn
dag, tað hevði verið ov leingi at farið við
øllum, men fyri tað eru tey ikki ónøgd.
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM
TÚ VANN EINA MILLIÓN?
Reyði Krossur, Blái Krossur, Leguhúsið í
Nesvík og Zarepta gera eitt stórt arbeiði,
so tað hevði nokk drippað til tey.
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ
VANN TÍGGJU MILLIÓNIR?
Latið felagsskapunum, eg
nevndi, tríggjar fer so nógv.
HVAT ER TAÐ BESTA VIÐ
FØROYUM OG HVÍ?
»Løtan«. Ongin annar eigur júst
»tína løtu« her í Føroyum.
HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR?
Vóni at kunna njóta restirnar av hasum
trimum milliónunum, eg gleði meg.
Jaligur,
hjálpsamur,
takksamur
Vindmyllan
er besta upp
finningin