Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-31, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. oktober 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 44 • 31. OKTOBER 2016 VIKUTEMA Hús&Heim & Orka 16 Í døgunum 2. og 3. november ber til at fáa svar upp á teir spurningar, tú hevur í sambandi við brenniovnar. Tá vitja ikki færri enn fýra serfrøðingar hjá Bygma-Balslev, og teir fara at vegleiða og upplýsa um alt tað, sum fólk vilja hava at vita, um tey ætla, ella umhugsa at fáa sær brenniovn. Seinnu árini eru brenniovnar mentir nógv, og serliga er nógv orka brúkt upp á at fáa útluftingina so góða sum gjørligt. Ein av serfrøðingunum, sum vitjar hjá Bygma-Balslev er júst ein skorsteinsmotørur, sum kann greiða fólki frá tí, sum hevur við saman­bind­ ing í verandi skorstein at gera, ella uppsetan av nýggjum. Umboð fyri tey trý merkini Morsø, Hwam og Reis vera til staðar báðar dag­arnar, og tey kunnu millum annað vegleiða fólki í hvat slag av brenni er best til hvørt einstakt endamál, hvussu man fær brenniovnin at brenna rætt og reinast og sjálvandi siga fólki, hvønn brenniovn tey skulu ogna sær í mun til tann tørv, tey hava. Eisini kunnu fólk fáa at vita, hvat reglu­gerðir fyri brenniovnar sigur. Morsø, Hwam og Reis eru allir um­ hvørvismerktir. Harafturat eru teir ymiskir í sniði, soleiðis at talan er um eitt breitt úrval, har fólk kunnu velja júst tann brenniovn, sum tey hava tørv á – bæði tá tað snýr seg um eginleikar, snið og prís. Hesar dagar letur Bygma Balslev 20% í avslátti av øllum brenniovnum. Fá alt at vita um brenniovnar B yggitrygd Spf. er ein áhugaverd fyritøka, sum hevur ein greiðan boðskap til sethúsaeigarar, mynd­ugleikar og øll, sum eiga og reka bygningar í Føroyum: Fylgið Orku­ varðanum og byrjið altíð við bjálv­ ing og tetting, tí tá fæst mest fyri pengarnar, og tá verjir tú samstundis húsini og umhvørvið betri, enn tú ann­ ars vildi gjørt. Tað eru Hansina Dahl og Jens Pauli Dahl, sum eiga og reka Byggitrygd, sum varð stovnað í 2015. Drívmegin handan fyritøkuna er vitan og áhugi fyri orkurættari bygging, sum sam­ bært Byggitrygd er avgerandi hjá øll­ um, sum vilja búgva í sunnum húsum og samstundis gjalda minst møguligt fyri upphiting og fyri at leggja um frá oljuni. Á Byggitrygd endurspeglast hugs­ unarhátturin í Orkuvarðanum í allari ráðgeving og í øllum tænastum. Orku-varðin er ikki heimagjørdur á Byggitrygd - hann er eitt viðurkent am­boð innan orkurætta bygging og er úrslit av ST samtykt, sum er lýst í al­ tjóða umhvørvisavtaluni í Kyoto, Japan, í 1997. Á Byggitrygd hava tey snið- givið og týtt Orkuvarðan til før­oyskt. Pappírsbjálving - lætt og skjótt Byggitrygd bjóðar ókeypis bjálving­ arkjekk og hevur framkomna útgerð til bjálving við pappírsull. Pappírsull er bjálvingartilfar, sum verður fram­ leitt úr sellulosutrevjum frá av­lops- og endurnýtslu avísum og verður brúkt bæði innan nýbygging og endur­bjálving, t.d. til loft, hol­veggir, skila­gólv, undir væðingum, í krúpi­ kjall­arum o.a.. Tilfarið er impregnerað móti eldi, roti, soppi og skaðadýrum og hevur sambært Dansk Brand- og sikringsteknisk Institut eina ta bestu brandmótstøðuna á marknaðinum. Eisini er pappírsull serliga góð sum ljóð­bjálving, siga tey á Byggitrygd. Pappírsull verður blást inn við slangu ígjøgum smá hol í vegginum og er tí ofta bæði tann lættasti, skjótasti og bíligasti mátin at bjálva uppá. Tað er ikki óvanligt at fólk spara 30-50% av orkunýtsluni, eftir at tey hava endurbjálvað húsini. Summi spara enntá meira enn 50%. Tað velst um, hvussu nógv verður bjálvað. Felags fyri tey øll er, at íløgan er lutfallsliga lág og ofta sparir seg innaftur innan heilt stutta tíð, oftast 2-5 ár, sam­ stundis sum húsini beinanvegin gerast lýggjari og sunnari at búgva í. Soppavøkstur – ikki neyðugt at flyta út Í nógvum sethúsum og bygningum eru trupuleikar við soppi. Sum nak­ að nýtt bjóðar Byggitrygd nú eisini CleanCoat, sum er ein umhvørv­is­ vinarlig yvirflatuviðgerð til flatur, har soppur veksur ella trongir ígjøgnum. Viðgerðin verjir fólk ímóti sporum frá soppavøkstrinum, soleiðis at ongin gerst sjúkur ella má flyta út. Viðgerðin trongir ikki ígjøgnum kon­ struktiónir so soppurin doyr - um­ vælingar eru framvegis neyðugar - men viðgerðin forðar fyri at fólk fáa ampa av soppinum. CleanCoat inniheldur Titanum­ dioxid (sum er í nógvum vanligum vør­um, t.d. tannkremi, sólkremi o.ø.) Titanium­dioxidið er viðgjørt við nano- tøkni, soleiðis at so leingi eitt sindur av ljósi kemur á flatuna (min. 50 lumin) so upploysast soppa spor­urnar og doyggja. Onki trongir ígjøg­num viðgjørdu flaturnar og inn í rúm-ið, heldur ikki luktur. Kanska serliga í almennum stovn­ um og bygningum, eru nógv bú­ fólk og starvsfólk merkt av sjúku­ eyðkennum frá soppi, men at flyta bú- og starvsfólk er kostnaðar­ mikið. Byggitrygd bjóðar seg fram at loysa trupulleikan við at við­gera við CleanCoat og/ella gera um­væl­ingar- ætlanir fyri sethús og bygningar. Fá yvirlit yvir støðuna í tínum sethúsum Av tí at nógvum tørvar eitt yvirlit yvir støðuna í teirra sethúsum, bjóðar Byggi­trygd eisini eina munnliga gjøg­numgongd av øllum húsunum á staðnum saman við eigaranum. Tá verður hugt eftir bygningfysikkinum - “heilsustøðuni” - sum heild. Hugt verður eftir pumpum, stýringum o.ø., sum møguliga kann spara orku. Eig­ arin fær viðmæli og frámæli, soleiðis at hann fær yvirlit yvir, hvussu rættast er at byrja, og hvat loysir seg best. Gjøgnumgongdin kostar 1390 kr. og verður ofta gjørd í samband við eitt ókeypis bjálvingarkjekk. Eisini kunnu tey gera kanningar og mátingar viðv. fukti og soppi, um illgruni er trupuleikar. Øll eru vælkomin at venda sær til Byggitrygd við fyrispurningum, siga Hansina og Jens Pauli Dahl. Á heimsíðuni pappirsull.fo ber eisini til at bíleggja ókeypis bjálvingarkjekk og/ ella gjøgnumgongd av húsunum. Byggitrygd og Orkuvarðin Jens Pauli Dahl og Hansina Dahl frá Byggitrygd