Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-31, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. oktober 2016síða 44

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 44 • 31. OKTOBER 2016 VIKUTEMA Hús&Heim & Orka 20 Vilmund Jacobsen Æ tlar tú tær at spara olju í húsarhaldinum, snýr tað seg ikki minst um at hugsa teg um. Lat tað gerast tín vani at hugsa um ovnarnar í húsinum - at hesir ikki standa óneyðuga heitir, tá lýtt er í veðrinum. Tað snýr seg ikki um at sita kaldur heima við hús, men heldur, at hiti ikki fer til spillis. Tey, sum ráðgeva um orkusparing, siga, at fyri hvørt hitastig, sum tað verður kaldari inni, sparir tú fimm prosent í olju. Ein máti er at skrúva eitt sindur fyri um náttina, og tá tú ert úti. Skilagott er tó ikki at lata hitan í rúminum minka við meira enn fýra stigum, tí tá verður tað ov kostnaðarmikið at hita rúmið uppaftur. Í betri tíðini av árinum verður væl minni olja brúkt til upphiting enn í køldu vetrarmánaðunum. Hinvegin kostar upphitingin av vatninum tað sama - summar og vetur, og tað er kostnaðarmikið at hita vatn. Tí er skilagott, um tú vilt spara olju, eisini at spara heita vatnið. Góð bjálving Eitt er, hvussu tú ansar eftir hita-og nýtsluni av heitum vatni í húsinum. Annað er, hvussu væl ella illa húsini eru bjálvað. Tað er stórur orkumissur í illa bjálvaðum húsum. Bjálving er ein eingangsíløga, sum er skjót at vinna aftur, og er soleiðis ein varandi sparing. Eru húsini ótøtt og trekkja illa, elvir hetta til stóra meirnýtslu. Vindeygu kunnu vera ein stórur orkumissur, og tí loysir tað seg ofta at skifta til orkugløs, um vindeyguni eru ótøtt, gomul ella punkterað. Orkugløs hava ta ávirkan, at hitin sleppur inn, samstundis sum gløsini forða fyri, at hitin í rúminum sleppur út. Tí er skilagott at hava orkugløs og tøtt vindeygu og úthurðar. Ketil og oljufýr Stórur orku- og hitamissur er í ketlum, sum ikki verða reinsaðir eins og í oljufýrum, sum ikki verða stillaðar. Bert fáir millimetrar av sóti í ketlinum hava við sær, at oljunýtslan økist fleiri prosent. Steðgar oljufýringin í heilum, kostar tað eisini eyka, hvørja ferð húsini skulu hitast uppaftur. Bjálva væl – og spar orku Stórur orku- og hitamissur er í ketlum, sum ikki verða reinsaðir eins og í oljufýrum, sum ikki verða stillaðar Tað hevur nógv at siga fyri orkunýtsluna, hvussu væl ella illa húsini eru bjálvað Fylg Orkuvarðanum. Fyrsta stig er at bjálva og tetta húsini/bygningin BJÁLVING VIÐ PAPPÍRSULL BYGGITRYGD Liðagøta 2 · Postmoga 2198 · 110 Tórshavn · Tel. 239090 info@byggitrygd.fo · www.pappirsull.fo · www.byggitrygd.fo · Pappirsull frá Byggitrygd Bílegg ókeypis bjálvingarkjekk á pappirsull.fo ella ring tel. 239090 5 VEL ORKUSKIPAN 4 SJÓNLIGGERÐ OG STÝR ORKUNÝTSLUNI 3 ENDURVINN ÓKEYPIS HITA MEST MØGULIGT 2 AVMARKA TØRVIN Á STREYMI TIL LJÓS, HVÍTVØRUR, PUMPUR O.A. 1 AVMARKA TØRVIN TIL UPPHITING VIÐ M.A. BJÁLVING ORKUVARÐIN Byggitrygd