Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-31, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. oktober 2016síða 48

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 44 • 31. OKTOBER 2016 VIKUTEMA Hús&Heim & Orka 24 Sjálvt tann minsta gávan sær út sum ein millión, tá hon er í vakrari eskju ella posa. Pappírsposarnir og sylindarin til vínfløskuna á myndini eru keypt frá »The Pier« í Havn. Tey hava stórt úrval av stórum og smáum taskum í alskyns litum og við vøkrum mynstrum á. Flottur innpakningur Ongantíð ov nógvar pútur Úrvalið í handlunum av pútum er stórt. Tær fáast bæði dýrar og bíligar. Ert tú ein, sum dámar at skapa sjálv, so fært tú nógv góð hugskot bæði í handlunum og á netinum. Retro Á lopputorgum og í endurnýtslu­handlum fáast gomul blikk og dósir. Tey er ofta vakurt dekorerað og eru fín at at brúka í køkinum til kaffi, te og aðrar matvørur. Fyrireika teg til várið Nú er tíðin at leggja blómuleykir í jørðina og í pottar. Vel blómurnar eftir nær tær spretta, so tú hevur blómur líka frá februar/mars og til summarið