Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-31, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. oktober 2016síða 50

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 44 • 31. OKTOBER 2016 VIKUTEMA Hús&Heim & Orka 26 Pappírsull gevur góða bjálving – ikki minst í eldri sethúsum Vilmund Jacobsen P appírsull er sera væl egnað sum bjálvingartilfar - ikki minst í eldri sethúsum og bygningum. Hetta er dygdar­gott bjálvingar­til­far, sum verður framleitt úr sellulosutrevjum frá avlops- og endur­nýtlsu­dagbløðum. Trevjurnar eru opnar innan og fyltar við luft og eru tískil betri egnaðar enn heilar og tættar tevjur. Dagbløðini verða fínmalin í kvørn og síðani viðgjørd ella impregnerað móti eldi, roti, soppi og skaðadýrum. Um alt húsið Tá bjálvað verður við pappírsull, verður lítið hol á 1,6 cm. gjørt í veggin, og síðan verður pappírsullin blást inn við slangu. Pappírsull kann brúkast til bjálving at kalla um alt húsið, og tilfarið lagar seg eftir umstøðunum. Verður í staðin bjálvað við bjálvingar­mott­um, kann viðhvørt vera trupult at leggja tær við góðum úrsliti, eitt nú um rør og sperrur, og vandin er, at tú fært kulda­ brýr, har hitin lættliga sleppur út. Úrslitið verður, at tú fært eina størri hitarokning og vánaligari inniluft. Hinvegin leggur pappírsull seg javnt í allar rivur og sprungur. Hon leggur seg snøgt sagt sum ein heit dýna út í øll op, sum kunnu hugsast at vera millum veggirnar. Góðir eginleikar Pappírsullin hevur nógvar góðar egin­ leikar, og vísast kann á eina laga røð av fyrimunum við at brúka ullina til bjálving. Úr rúgvuni kann nevnast, at pappírs­ullin hevur góð bjálvingarevni, hevur muna­dygga ljóðbjálving, góða brandmótstøðu og óneyðugt er við dampsperru. Pappírsullin er eisini fukt­trans­porterandi, og fram­leiðslan av ullini er Co2 vinarlig. Haraftrat kemur, at tað er skjótt og lætt at bjálva við pappírsull, og bjálvingin gevur eisini eina góða inniluft, eins og ullin er viðgjørd móti roti, blámusoppi og skaðadýrum. Pappírsullin hevur góð bjálvingarevni, hevur munadygga ljóðbjálving, góða brandmótstøðu og óneyðugt er við dampsperru Øll tól til undirhald, hava  stóra standby- nýtslu, serliga tí at tey ofta standa í hesi støðu í nógvar tímar dagliga Vilmund Jacobsen Umleið helmingurin av el-orkuni í einum húsarhaldi fer til hvítvørunar, eitt nú til køliskáp, frystiboksir, uppvaskimaskinu, komfýr, vaski­ maskinu og turkimaskinu. Tí er tað týdningarmikið, at hesi tól verða brúkt optimalt. Ráðini eru altíð at fylla maskin­ ur­nar, áðrenn tendrað verður og at vaska við rætta hitanum, eins og skilagott er at sentrifugera klæðini eyka, um turkimaskina verður brúkt. Tá sparir tú orku Hitin í køliskápi eigur at vera umleið fimm hitastig, og kuldin í frysti­boks­ ini eigur at vera umleið 18 kuldastig. Umráðandi er at stilla køliskáp og frystiboks rætt inn, tí el-orka, sum fer fyri skeytið, gagnar hvørki tær, penga­punginum ella umhvørvinum. Standby-nýtsla Øll tól til undirhald, hava   stóra standby-nýtslu, serliga tí at tey ofta standa í hesi støðu í nógvar tímar dag­liga. Teldur, printarar, skannarar, há­ tal­arar sjónvørp, DVD-spæl­ar­ar, play­station,   nitendo og WII-spøl hava eina ávísa el-orkunýtslu, um tey ikki verða sløkt, tá liðugt er at brúka tey. Best er at sløkkja á sjálv­ um tólinum ella á vegginum og ikki við fjar­stýringini Helmingurin fer til hvítvørur Ráðini eru altíð at fylla maskinurnar, áðrenn tendrað verður Tað er skjótt og lætt at bjálva við pappírsull, og bjálvingin gevur eisini eina góða inniluft, eins og ullin er viðgjørd móti roti, blámusoppi og skaðadýrum