Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-31, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 31. oktober 2016síða 56

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 44 • 31. OKTOBER 2016 32 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Fuglafjørður – Vit eru har tá kundin hevur brúk fyri okkum Vistir á Kambsdali leggja dent á at veita eina skjóta, góða, álítandi og kappingarføra tænastu til kundar kring um í Føroyum og uttanlands. - Nú jólastákanin nærkast, bjóða vit okkum eisini at gera jólapakkar til bæði størri og smærri fyritøkur og reiðaríir, sigur Eivin Breiðaskarð, dagligur leiðari Vilmund Jacobsen F yritøkan Vistir á Kambsdali, sum tekur sær av proviantering til skip og bátar, hevur fimm fólk í starvi, og dagligur leiðari er fuglfirðingurin, Eivin Sigurð Breiðaskarð. Tað er Bassi, Kristian Sune Harald­ sen í Fuglafirði, ið serliga er kendur frá Haraldsen-fyritøkuni í Fuglafirði, sum stovnaði Vistir. Aftrat sær í fyritøkuni á Kambs­ dali hevur Eivin Breiðaskarð arbeiðs- menninar, Jóhannus Tausen, Hilmar Jacobsen, Eyðun Jacobsen og Brynjálv Jensen, pápa Bassa, sum serliga tekur sær av sølu og tænastu. – Vit hava alt, sum kokkurin spyr eftir, og er tað okkurt serstakt, sum vit ikki hava á vørugoymsluni, skaffa vit tað, um tað yvirhøvur ber til. Við okkara vistveiting leggja vit dent á at veita eina skjóta, góða, álítandi og kappingarføra tænastu til okkara kundar kring um í Føroyum og uttan­ lands. Tað sigur Eivin Breiðaskarð, sum hevur starvast hjá Haraldsen-fyri­ tøk­uni og Vistir í meira enn 19 ár til- samans. Bara proviantering Í fleiri ár var provianteringin og vøru­ goymslan líka sum partur av handils­ fyritøkuni í Fuglafirði og teir, sum tá fingust við proviantering, tóku sær eisini av uppgávum fyri handilin í Fugla­firði. Dagligi leiðarin sigur, at síðan vist­ veitingin fyri níggju árum síðan flutti í egin høli á Kambsdali, hevur upp­ gávan verið proviantering burtur­av. – Upprunaliga varð bygningurin á Kambsdali bygdur til snikkaravirki og var seinni timburhandil. Tá timbur­ handilin flutti í nýggj høli, keypti Fugla­fjarðar kommuna bygningin, men hann bleiv ongantíð brúktur til nakað. Eivin Breiðaskarð sigur, at um­ støð­urnar á Kambsdali eru rúmligar og góðar, og hiðani hava Vistir allar møguleikar at veita sínum kundum bestu tænastu. – Nú snúgva okkara uppgávur seg bara um at servisera okkara kundum, og vit eru púra leysir av øllum, sum hev­ur við handlarnar at gera. Eisini tað serføroyska Dagligi leiðarin sigur, at umframt at vera veitari av øllum vanligum ger­ andisvørum til skip og bátar, leggur fyritøkan eisini stóran dent á at ganga serstøkum ynskjum hjá kundunum á møti. Eitt skip er sum eitt vanligt húsar­hald, og tí er vøruúrvalið eisini rættiliga breitt. – Brynjálvur Jensen er óførur at skaffa alt tað føroyska, sum skip og bátar spyrja eftir. Nú fjøllini eru gingin, og skurðurin er fingin til høldar, hevur hann lagt stóran dent á at skaffa føroyskt seyðakjøt. Sumt verður selt sum fekst, annað sum ræst ella turt. Brynjálvur er eisini óførur at skaffa havhestaungar, sum eru seldir bæði feskir og saltaðir, tvøst og spik, eins og fiskur og garnatálg altíð er ein part­ur av okkara konsepti. Eivin Breiðaskarð vísir á, at Vistir hevur góðan hjall í hølunum á Kambs­ dali, og her kunnu hanga eini 150 krov ella eitt ótal av grindalykkjum til ræs­ ingar ella turkingar. – Men, vit keypa so nógv inn, at vit hava ikki pláss fyri øllum, og tí hava vit eisini kjøt hangandi úti hjá bøndrunum. At vit eisini hava ser­ føroyskan mat hevur nógv at siga fyri okkara kundar, sigur hann. Eisini av landinum Veitingarnar hjá Vistir fevna um alt landið, og fyritøkan hevur eisini kund­ar í Suðuroynni, har samstarvað verður við flutningsfyritøku. – Tað hendir eisini, at skip við før­ oyskum kokkum og manning uttan­ lands proviantera hjá okkum, og soleiðis hava vit sent vørur í bingju til eitt nú Norðurnoregs og Grønlands. Í slíkum føri er serliga talan um ser-før­ oyskar vørur ella frystar vørur. Eivin Breiðaskarð nevnir dømi um grønlendsk skip, sum var inni í Tromsø, og sum valdi at keypa prov­ iant frá Vistir. – Ein hálvan tíma, áðrenn skipið loysti, stóð bingja við okkara vørum á bryggjuni í Tromsø. Hann veit eisini at siga frá einum skipi, sum lá í Hálandi og provianteraði frá Vistir. – Tá vøran kom til Hálands, var aft­urmeldingin, at sjálvt tann grøna vøran úr Føroyum var frískari, enn teir kundu fingið hana aðrastaðni. Men, eitt er vanligar gerandisvørur. Ann­ að er frystivørur, sum saktans kunnu sendast víða um lond, um so skal verða. Handilsleiðarin sigur, at Vistir eisini hevur veitingar til útlendsk skip, sum koma til Føroya - at landa, bunkra ella eftir útgerð. – Vit høvdu eisini veitingar, tá eitt nú boripallurin lá inni á Skála­fjørð­ inum, og tá frálandaskip sigldu millum Runavík og boriøki á landgrunninum. Pakka jólapakkar Nú tíðin til jólastákanina nærkast, bjóð­ar Vistir seg eisini fram við jóla­ pakkum til fyritøkur av ymiskum slag og reiðaríir. – Vit gera jólapakkar til bæði størri og smærri fyritøkur. Talan kann vera um ein timburmann við einum lærlingi – ella um eina stóra fyritøku, sum skal hava fleiri hundrað jólapakkar. Einki er ov stórt, og einki er ov lítið. Vit eru farnir í holt við at fyrireika jóla­ pakkarnar, og vit hava sent út onkur tilboð. Eivin Breiðaskarð sigur, at málið hjá Vistir er, at reiðarí og fyritøkur annars, sum samstarvað verður við, skulu kenna seg trygg hjá teimum og við teirra veitingar og vørur. – Vistir er ein stabil fyritøka við dugnaligum fólki, sum vil gera alt fyri at veita eina skjóta og góða kunda­ tænastu – til kappingarføran prís. Vit eru har, tá kundin hevur brúk fyri okkum, sigur handilsleiðarin. Vistir, sum er partur av einum sterk­um og fjøltáttaðum vinnulívi í Fugl­a­fjarðar kommunu og í nær­ liggj­andi økinum, Eysturoy og Norð­ oyggjum, hevur eisini eina 24-tímar samdøgurtænastu – tlf. 216000 - sum svarar alt samdøgnið, og teldu­ posturin er vistir@vistir.fo2 Jóhannus Tausen, Eivin S. Breiðaskarð, Brynjálvur Jensen og Eyðun Jacobsen Mynd: Vilmund Jacobsen