Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. november 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. november 2016 · Nr. 126 mikudagsblaðið Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Um eina viku er greitt, hvør skal um­boða okkum í øllum teimum 29 komm­ununum kring landið, tá komm­unu­valið er avgreitt. Sum veljarakannignin her í blað­ num vísti mánadagin, so er stór mis­nøgd við, at løgtingsfólk blanda seg upp í kommunuvalið við upp­ still­ing – serliga í Havn. Vit hoyra eisini javn­an fólk siga, at tað er ikki rætt, at politiskir flokk­ar yvirhøvur stilla upp til komm­un­u­val. Hendan útsøgning kann tykjast eitt sind­ur løgin – í øllum førum, um fólk halda, at landspolitikkur er fyri politiskar flokkar, meðan lok­al­ pol­itkkur ikki er tað. Tí komm­unu­ við­ur­skifti hava so av­gjørt nakað við pol­i­tikk at gera. Tað snýr seg um at býta virði mill­um fólk og at gera pol­it­iskar rað­fest­ing­ar. Í Havn hava politiskir flokkar al­tíð stillað upp til kommunuvalini, sum hava verið síðani 1909. Yms­ ir flokkar hava rátt til ymsar tíð­ir. Men seinastu 15-20 árini er val­ið vorð­ið meira persónligt – at per­són­ ar­nir í flokkunum standa framman fyri politisku hugsjónirnar, ið áttu at ser­merkt politikkin. Í landspolitiskum høpi síggja vit, at illa gongur hjá eitt nú Javn­ að­ar­flokk­inum og Fólka­flokki­num at sam­starva. Eisini hjá Sam­bands­ flokk­inum og Tjóðveldinum. Og illa var. Flokk­ar við so ymsum á­ksoð­ an­um um, hvussu virðinir í sam­fel­ ag­num skulu býtast – ella hvønn rík­is­rætt­a­rligan veg landið skal ganga, eiga ikki at kunna samstarva alt ov væl. Men soleiðis er ikki í kommunu­ pol­itikki. So kunnu vit siga, at tað man vera tí, at tað als ikki er neyð­ ugt við hug­sjónaligum skilnaðuum í komm­un­a­l­politikki. Men tað passar heldur ikki. Tí her eru sannliga nógv hug­sjón­ar­ mál, ið eiga at skilja partarnar. Tí býráðspolitikur snýr seg um peng­ar, um at býta pengar og um at rað­festa pol­itiskar avgerðir. Hug­ sjón­ar­liga eru flokkarnir nát­úr­liga ikki samd­ir um, hvussu rað­fest­ast skal á skúla­øki­, á eldra­øki­, á vinn­u­ øki ella á ítrótt­ar­øki­. Skal ein havnarútbygging takast fram um eitt ellisheim, ella skal ein ítr­ótt­arhøll takast fram um ein barn­a­garð? Skulu vit hava ókeypis tænastur til borgarar, ella skulu hava fleiri brúkaragjøld? Okkurt má vera galið við pol­it­ isku flokkunum, tá teir ikki megna at geva sitandi flokkinum og borg­ arstjóranum mótspæl – sjálvt ikki við at draga fyrrverandi lands­ stýrisfólk og fyrrverandi løgmann upp í dystin, sum vit síggja tað í Havn í dag. Tað eru tí ikki løgtingsfólk, sum fáa politikk inn í Tórshavnar bý­ ráð. Tað má koma frá fólkunum í flokku­num – soleiðis sum fólkaræði jú al­tíð hevur virkað. Tað er fólkið í flokkunum, sum má forma býráðspolitikkin sakna flokkar í valstríðnum Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Beinir Troest, praktikantur Dánjal á Neystabø og Búi Dam, sum í longri tíð hava nevnt seg Æv­in­týra­ferð­ in, eru í dag í holt við at framleiða nýtt barna­sjón­ varp, sum kemur í nærmastu fram­tíð. »Grakaris græshøvd«, »Brúka bara pippið« ella »Mangt skal man hoyra« hev­ ur tú sikkurt hoyrt ofta, og tað eru sangir, sum børnum og vaksum dámar sera væl at lurta eftir. Sangirnir eru sera stuttligir, og tað teir snúgva seg um er ikki nakað, sum er vanligt at hoyra. »Ævintýraferðin og tekn­ ar­in Per« er navnið á nýggju framførsluni, sum verð­ur fram­førd til jóla í Norð­ur­land­ a­húsinum. Framførslan verð­ ur tikn upp, og síðani verð­ur fløga gjørd, sum verð­ur at fáa kring landið. Tónleikurin verður spæld­ ur live, meðan Janus á Hús­a­ garði teknar søguna í sang­i­ num upp á stórskíggja. Mynd­in í upptøkini skiftir í­milll­um tónleikararnar og tekn­ingina á stórskíggjanum. Bæði nýggir og eldri sang­ir vera at hoyra, so tað er bara at skunda sær í Norð­ ur­land­ahús­ið, tá tiltakið verð­ ur. Dánjal og Búi eru eis­ ini í ferð við at plan­ leggja eina sendi­røð, sum verð­ur send á heysti 2017. Sendi­røðin verður tikin upp sam­an við Kringvarpinum í ein­um gomlum húsum á Strond­um. Dánjal sigur, at send­ingin er bæði til børn og vaks­in, og teir gera alt fyri, at øll fáa okkurt burtur úr tí, tey síggja. Nýggj fløga og barna­sjón­ varp frá Dánjal og Búa Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin EPLIR, RØTUR OG KJØT MIÐSTOVUGARÐURIN Á SANDI Tlf. 220203 - 361057 Vit verða við: MBM í Hoyvík fríggjadagin frá kl. 10.00 Magn í Klaksvík leygardagin frá kl. 11.00 Ring á 220203 og bílegg. Petur Háberg og Jógvan Johannesen skoða val­plakatir til løgtingsvalið í Havn í 1978