Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. november 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. november 2016 · Nr. 126 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fyrstu summarhúsini liðug í hesum árinum Vilmund Jacobsen Tey 12 summarhúsini, sum byggifelagið Articon fer at byggja handan Hamralið á Sandi, eru nú lýst til sølu. Tað er byggifelagið, sum hevur keypt lendið frá Sands kommunu, og tað var eitt einmælt bygdarráð, sum samtykti at selja. Í eina tíð hevur verið arbeitt við at planera og gera lendið handan Hamra­ lið klárt til bygging, og nú er klárt at stoypa sokkulin undir teimum fyrstu hús­un­ um. Elementini til fyrsta summar­húsið eru klár, og ætlanin er, at hetta húsið skal standa uppi til framvísingar seinni í hesum árinum. Tvær húsastøddir Talan er um tvær støddir av summar­hús­um, ávika­vist 66 og 54 fermetrar í stovu­ hæddini – og báðar stødd­ir­ nar hava 18 fer­metrar aftrat á loftinum. Orsøkin til, at so stórur munur er á fer­metra­talinum í niðaru og ovaru hæddini er, at húsini í stóran mun eru opin upp í tróðurið, og so er eitt hems – ella bita­pallur sum tað eitur á føroyskum - á loftinum. Øll húsini hava køk og stovu saman, wc við bað og trý kømur, tvey í neðra og eitt í erva. Tað er Selmar Nielsen, arkitektur, sum hevur teknað, og á økinum verða eisini skaptir karmar fyri felags aktivitetum. Sokkul verður stoyptur, og síðan verða húsini bygd upp við timburelementum. Spennandi verkætlan Niclas Joensen, fíggjarstjóri hjá Articon, sigur, at um sølan fer at ganga væl, verða øll húsini liðug næsta ár. – Jú, vit halda, at hetta er ein spennandi verkætlan. Summarhúsini verða bygd í náttúruvøkrum umhvørvi – avsíðis – men kortini so beint við bygdina á Sandi. Hann sigur, at hetta er ikki nøkur velduga stór verk­ætlan hjá Articon, men hann er spentur eftir at vita, hvussu áhugin verður. – Húsini kunnu leverast lykla­klár, men tey kunnu eisini keypast inni­lokaði, soleiðis at keyparin sjálvur ger tey liðug. Fíggjarstjórin vísir á, at prís­ir­nir á húsunum eru eitt sindur ymiskir – alt eftir stødd, og hvussu tey liggja í økinum. – Vit hava framt nógvar stórar byggiverkætlanir, men júst hetta - at byggja og selja summar­hús - hava vit ikki roynt áður, og tí eru vit ógvuliga spentir eftir at vita, hvussu undir­tøkan verður, sigur hann. Nógv hava spurt Niclas Joensen sigur, at tey eru mong, sum hava ringt og spurt seg fyri, men hann dugir ikki at meta um, hvør veruligi keypshugurin er. – Nú vit hava fingið meklara­fyri­tøku at lýsa húsini til sølu, fáa vit, sum tíðin gongur, neyvari at síggja, hvør áhugin er. Fíggjarstjórin ivast tó onga løtu í, at tey eru fleiri, sum ynskja sær eini spildur­ nýggj summarhús við øllum hentleikum í slíkum um­ hvørvi á Sandi, sum handan Hamralið er. – Tá tey fyrstu húsini standa liðug á summar­ hús­økinum seinni í hesum árinum, verða tey víst fram, sigur Niclas Joensen. – Húsini kunnu leverast lyklaklár, men tey kunnu eisini keypast innilokaði, soleiðis at keyparin sjálvur ger tey liðug, sigur fíggjarstjórin hjá Articon, Niclas Joensen Tað gekk væl í gulllaksavertíðini hjá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum í ár Eysturbúgvin og Vesturbúgvin á beding Vilmund Jacobsen Síðan 3. oktober hava par­ trol­ararnir, Eystur­búgvin og Vestur­búgvin, staðið á beding­ini hjá skipa­smiðjuni Mest í Havn. Vestur­búgvin er til klassingar, og har­um­ framt skal ymiskt við­líka­ hald gerast. Eysturbúgvin hevur eisini fingið ymiskt við­líka­hald, og eitt nú skuldu onkrar plátur skiftast, sum trol­reiðskapurin hevur slitið. Skipini hava bæði verið á gull­laksi í vertíðini, og tað hevur gingið væl. Teir hava fiskað stívliga 5.000 tons av eini samlaðari gull­laksa­kvotu á 13.000 tons. Gull­laksa­kvotan er felags­kvota, og tað eru til­ samans seks partrolarar, sum hava gull­laksa­loyvi. Øll gulllaksaveiðan, sum Eystur­búgv­in og Vestur­ búgvin hava fingið í ár, er landað á Toftum. Tá skipini eru liðug á skipa­smiðjuni Mest um eina viku, og tá klárt verður at loysa, verður farið at fiska upsa. Bæði skipini eru leys av øllum bond­um og landa upsan, har prís­urin er bestur. At tey leysu upsaskipini fáa meira burtur úr fyri hvørt kilo enn skipini, sum eru knýtt at fiskavirki, vísti ein neyv frágreiðing herfyri. Onkran túr á seinastu upsa­ver­tíð fingu Eystur­ búgvin og Vestur­búgvin heilt upp í 13 krónur fyri kilo fyri upsa, og tað er rættiliga góður prísur. Men, tað er bara ov lítið at fáa av upsa, og menn vóna, at fiski­skapurin fer at batna so hvørt, sum veturin nærkast.  – Articon hevur framt nógvar stórar byggiverkætlanir, men júst hetta – at byggja og selja summarhús – hava vit ikki roynt áður, sigur fíggjarstjórin, Niclas Joensen Summarhúsini verða bygd í náttúruvøkrum umhvørvi – avsíðis - men kortini so beint við bygdina á Sandi