Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. november 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. november 2016 · Nr. 126 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STARVSVENJING NÆMINGAR ÚR RUNAVÍK Í STARVSVENJING Í HAVN Kristina Hansen: 15 ár, av Toftum, praktikkpláss í Matas Í hesum døgum er Kristina í starvsvenjing í Matas. Matas selur sminkur, lukt­ ilsi og húðrøkt. Grundin fyri at hon er farin í matas er tí at hon vil royna at arbeiða í handli og er sera áhugað í tí, tey selja. Í fjør var hon í forskúl­ anum á Glyvrum. – Eg valdi matas í ár, tí eg vildi royna okkurt nýtt, so eg havi fleiri møguleikar at velja í, tá fólkaskúlin er av, sigur hon. Í Matas hjálpir hon kund­um, setur vørur á hillar, tekur telefonina og hjálpur til har hjálpin er neyðug. – Tá ið hesar vikurnar eru av, vil eg duga betur at arbeiða við fólki, sigur Kristina. Hetta arbeiðið er nakað, hon vil gera, áðrenn hon tekur eina hægriútbúgving, og hon heldur at starvs­ venjing er sera umráðandi fyri næmingar í tígginda flokki, tí man mennist, lærir at taka ábyrgd og møta til tíðina. Martin Danielsen: 16 ár, úr Lamba, praktikkpláss í Sportigan Martin hevur valt at fara í starvsvenjing í Sportigan, tí honum dámar væl ítrótt og er sjálvur eitt ítróttar­ menniskja. – Hetta arbeiðið passar júst til mín, tí mær dámar sera væl at arbeiða við fólki og ítróttarklæðir er nakað, eg eri sera áhugaður í, sigur Martin. Í fjør var Martin í starvs­venjing í forskúl­ anum í Glyvrum saman við Kristinu, men hann valdi Sportigan í ár. – Her hava tey tikið sera væl í móti mær og góvu mær beinanvegin okkurt at gera, so eg eri væl nøgdur, sigur hann. Hann gleðir seg at vita, um hetta er nakað fyri hann, aftan á vikurnar eru av. – Mínar framtíðarætl­ arnir eru at arbeiða við fólki, tí at sita á skrivustovu einsamallur er ikki nakað fyri meg, greiðir Martin frá. Hann heldur, at starvs­ venjing er sera neyðug fyri ungdómin í dag, tí vit hava brúk fyri at vita, hvat lívið er aftan á fólkaskúlan. Pætur Skipanes: 16 ár, úr Saltangará, praktikkpláss í Tann­ læknamiðstøðini á Óðinshædd Pætur er staddur á Tann­ læknamiðstøðini á Óðins­ hædd og hevur valt at fara har, tí hansara fram­ tíðætlarnir er at blíva útlærdur tannlækni. Síðsta ár var Pætur eisini á tann­ læknamiðstøðini, og hann valdi so at fara aftur í ár, tí honum dámdi so væl. – Fyrstu ferð eg kom á miðstøðina, var eg eitt sindur nervøsur, men í ár var eingin trupulleiki, tí eg kendi øll frá í fjør, sigur Pætur. Bæði í fjør og í ár var hann væl móttikin. Hann spákar runt í stovunum og hjálpir til við tí hann kann. – Eg haldi, at starvs­ venjing er sera neyðug, tí tað er ein góður møguleiki til at finna útav, hvat man vil í framtíðini, sigur Pætur. Dánial Danielsen: 15 ár, av Glyvrum, praktikkpláss í MBM Dánial hevur valt at fara í starvsvenjing í MBM, tí hann heldur tað er sera spennandi og hevur hoyrt væl um tað. – MBM framleiðir mjólka­ vørur, og her stápli eg mjólk, jogurt og aðrar vørður, sigur Dánial. Í fjør var Dánial í Inter­ sport, í ár valdi hann at royna okkurt nýtt. – Mánamorgunin var eg eitt sindur nervøsur at byrja, men eg var væl móttikin, so aftan á eina løtu var alt gott aftur. Hann er spentur at vita, hvussu alt fyrigongur seg í MBM, og um tað er nakað fyri seg. – Eg haldi, at starvs­ venjing er umráðandi fyri ung, tí so fáa tey at vita eitt sindur um lívið uttan fyri skúlan, sigur Dánial. Hesa vikuna og næstu viku eru tíggindafloksnæmingar úr Runavíkar skúla farnir í starsvenjing kring alt landið. Beinir Troest er ein teirra, og hann er í starvsvenjing hjá okkum í Miðlahúsinum. Hann hevur verið og tosað við floksfelagar um tað at vera í starvsvenjing.