týsdagur 1. november 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. november 2016 · Nr. 126
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Mangt bendir nú á, at Sjó
vinnuhúsið
á
Vestaru
bryggju í Havn í næstum
skal hýsa Fróðaskaparsetri
Føroya.
Gongur tað sum Menta
málaráðið og Rigmor Dam,
landsstýriskvinna í menta
málum vilja, so verður stóri
bygningurin hjá Tórshavnar
havn leigaður Mentamála
ráðnum at nýta sum Fróð
skaparsetur.
– Vit kanna í løtuni
møguleikan at langtíðarleiga
bygningin – við forkeyps
rætti, sigur Rigmor Dam,
landsstýriskvinna.
Spurd
um
hetta
ikki
kann forkoma ætlanini um
einaferð at byggja eitt nýtt
Fróðskaparsetur sigur hon,
at tað verður einki nýtt Setur
bygt í bræði.
– Byggivirksemið er sera
nógv í løtuni, og samgongan
hevur sett sær fyri at tálma
íløgunum
hjá
landinum.
Vandin er fyri yvirupphitan
av
búskapinum,
og
tað
ynskja vit ikki, sigur hon.
Landsstýriskvinnan vísir
á, at nógv stór almenn bygg
ing er í gongd í løtuni.
– Glasir skal gerast lið
ugt, og síðani verður far-
ið undir at útbyggja Lands
sjúkrahúsið,
herundir
at
byggja nýggja psykiatriska
deild, sum er so alneyðgt. Vit
skulu goyma nakrar av størri
íløgunum til verri tíðir, so
arbeiðið eisini verður til ta
tíð, sigur Rigmor Dam sum
staðfestir, at tað verður ikki
í bræði, at landið ger eina
risaíløgu í eitt nýtt Fróð-
skaparsetur.
– So vit mugu troyta
verandi
møguleikar
við
teimum pengum, sum vit
hava sett av til endamálið. Í
langtíðarløguætlanini hava
vit fyribils sett 8-10 milli
ónir krónur árliga til Fróð-
skaparsetrið í 10 ár fram, og
tað fáa vit einki nýtt og glasi
ligt Fróðskaparsetur fyri.
Mín avbjóðing sum ábyrgd
arhavandi á økinum er tí at
finna eina hóskandi loysn
innan fyri givnu karmarnar,
sigur landsstýriskvinnan.
Savna alt á einum stað
Mentamálaráðið
hevur
í
eina tíð arbeitt við at finna
eina hóskandi hølisloysn
til Fróðskaparsetrið, sum í
løtuni húsast á eini 10 yms
um matriklum í Havnini.
Fermetratalið í Sjóvinnu-
húsinum er á leið tað sama,
sum Setrið hevur tilsamans
í dag, umleið 7.000 fermetrar.
– Fleiri av hølunum hóska
stak illa til undirvísing og
gransking og eru ikki eitt
lokkandi umhvørvi, sum fær
okkara ungu at velja Føroyar
sum lestrarland – ella okkara
útbúnu fólk at koma heim
at starvast á setrinum sum
undirvísarar og granskarar.
Rigmor Dam sigur, at tá
hon tók við sum landsstýris-
kvinna, sá hon beinanvegin,
at tey hava hópin av stovn-
um, sum húsast undir sera
vánaligum umstøðum.
– Her hugsi eg serliga
um Fróðskaparsetrið, Søvn
Landsins og Tjóðpallin. Tí
fóru vit oman í Sjóvinnu
húsið at vita, um hetta
kanska var ein bygningur,
sum kundi verið áhuga
verdur hjá okkum. Og eg má
siga, at eg var tikin á bóli, tá
eg kom inn í bygningin.
– Sjálvur bygningurin
er í fimm fullum hæddum,
ljósur og sera snøggur inn
an, og eg sá beinanvegin
stórar møguleikar í rundu
siloini, sum í løtuni bara
hevur eitt dekk. Eg sá fyri
mær kantinuna í neðra við
balkongini allan vegin runt,
auditorium við plássi fyri
nøkrum
hundrað
áhoyr
arum í miðhæddini og so
møguleikan at leggja eitt
dekk í ovast til universitets
bókasavn við einum trans
parentum kupli við yvirljósi.
Eg vil í tí sambandi siga, at
eitt
universitetsbókasavn
eigur at vera kjarnin í einum
komandi
Fróðskaparsetri,
sigur Rigmor Dam.
SJÓVINNUHÚSIÐ
SJÓVINNUHÚ
FRÓÐSKAPA
Mentamálaráðið kannar í løtuni møguleikan at leiga og møguliga keypa Sjóvinnuhúsið
hjá Tórshavnar havn á Vestaru bryggju. Har ber til at savna alt virksemi hjá
Fróðaskaparsetrinum á einum stað, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum,
sum staðfestur, at eitt nýtt Fróðskaparsetur verður ikki bygt í bræði
Framhald á síðu 10
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, heldur, at Sjóvinnuhúsið á Vestaru
Bryggju kann gerast góður karmur um Fróðskaparsetur Føroya
Myndir: Álvur Haraldsen