Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. november 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. november 2016 · Nr. 126 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Síðan hava tey saman við Setrinum og øðrum kannað umstøðurnar og í hvønn mun tey kunnu húsast har. – Vit eru ikki komin á mál enn, men arbeiða í løtuni miðvíst við tí, eitt nú, hvussu stórur partur av setrinum kundi passað inn, tí ynskiligt er, at so stórur partur sum til ber verður savnaður í einum og sama umhvørvi. Upp á sikt er hetta eisini ein áhugaverd loysn, tí Bacalao er tømt og er bygt fast í Sjóvinnuhúsið og kann sostatt sum frálíður gerast partur av Setrinum, tá ið tað skal víðka um sítt virksemið, sigur hon. Riggar ikki við Venjingarskúlanum Sjóvinnuhúsið er ikki inn­ rættað til universitet, men til skrivstovuvirksemi, so har skulu ávísar tillagingar til, um tað skal rúma ein­ um universiteti. Eitt nú við­ víkjandi rýmingarleiðum, luftskifti og so framvegis. Hetta er eisini partur av forkanningunum og sam­ ráðingarupplegginum í mun til møguligan leigukostnað. – Men vit hava arbeitt við hesum í fleiri mánaðir í Mentamálaráðnum – í tøtt­um samstarvi við Fróð­ skaparsetrið, Bústaðir og Landsverk. Og allir tríggir samgonguflokkarnir taka undir við, at møguleikin fyri at savna Setrið í Sjó­vinnu­ húsinum verður kannaður, nú støðan er hon, at Venj­ ingarskúlin er óegnaður til Fróðskaparsetur, og at játtanin er somikið avmark­ að, sum hon er, sigur Rigmor Dam. Tey í Mentamálaráðnum hava eisini kannað møgu­ leikan fyri, at Fróð­skapar­ setrið flutti inn í Venj­ ingarskúlan, men sambært Landsverki, hevði tað verið ein vánalig loysn, tí skúlin krevur nógvar ábøtur og umvælingar, og tað hevði verið dýrari enn tær 8-10 milliónir krónur árliga. – Roknað verður við, at hvør lon kostar 10 milliónir krónur at umvæla, so vit høvdu fingið eina lon árið. Setrið hevði tí komið at húsast á einum byggiplássi í minsta lagi 10 ár fram í tíðina, og partar av virkseminum mátti møguliga farið fram í fyribils barakkum, sum vórðu settar út á fløtuna. So hendan loysnin hevði neyvan verið serliga lokkandi, hvørki hjá teimum ungu ella hjá starvsfólkunum, heldur landsstýriskvinnan. Vinnuháskúlin eisini møguleiki – Eg vil siga, at um hetta við Sjóvinnuhúsinum ikki eydnast, mugu vit hyggja aðrar vegir. Har eru eisini møguleikar við Vinnu­ háskúlanum, sum liggur uppi á høvdini, og vit eiga tær fínu barakkirnar í Hoydølum, sum kunnu innganga í plan­ irnar. Og so hava vit fram­ vegis allar Hoydalar og Handilsskúlan, sum vit ikki kenna framtíðina hjá enn, sigur hon. Síðstu mánaðirnar hevur Mentamálaráðið eisini kann­ að møguleikan fyri at brúka Venjingarskúlan til lestrar­ íbúðir – ein kundi sagt, eitt føroyskt Oyrasund. – Tí bóðu vit Bústaðir kanna møguleikarnar í Venj­ ingarskúlanum, og tey meta, at til ber at útvega okkum einar 100 bíligar búeindir eftir áleið tveimum árum, tá ið fólkaskúlin er fluttur í nýggja skúlan á Fløtum. – Har eru frálíkar um­ støður til lestraríbúðir, eitt nú við kantinuni, auluni og fimleikarhøllini, og so eru øll uttandura økini millum lonirnar, sum kunnu brúkast til eitt nú spælipláss og onnur tilboð, sum ungdómar og ungar barnafamiljur kundu hugsað sær, sigur Rigmor Dam. Hon sigur, at Bústaðir eru sera áhugað í at fáa hendur á Venjingarskúlanum, tí har fáa tey eitt klárt øki, sum longu er planerað og allar íbindingar eru longu gjørdar. Tá verður ikki so umfatandi at laga bygningin til búeindir verður sagt. – Men tað krevur sjálv­ andi, at Bústaðir fær øktar møgu­leikar fyri fígging, sum vit eisini arbeiða við í sam­ gonguni. So her eru nógvir leysir endar, sum skulu hanga saman. Rigmor Dam sigur, at Tórshavnar Kommuna og Menta­málaráðið eiga Venj­ingarskúlan í felag og hava eitt gott samstarv um kampusætlanina, tí komm­ unan ynskir eisini, at Havnin skal vera ein lokkandi lestrar­ býur. – Tí er als ikki óhugsandi, at kommunan og landið lata Bústøðum skúlan fyr ein sámuligan prís fyri at halda leigukostnaðinum niðri. Hetta ber til, tí talan er um lestrar­íbúðir. Men hetta er slíkt, sum verður kannað í løtuni, sigur hon. SJÓVINNUHÚSIÐ Í sjálvari saltsiloini er pláss fyri einum stórum audiorium við plássi til nøkur hundrað fólk. Í niðaru hæddini er gjørt klárt til kantinu og ovast uppi hugsar landsstýriskvinnan sær, at pláss verður gjørt til eitt universitetsbókasavn Høvuðsinngongdin er beint við sjálva saltsiloina. Trappur og liftir eru í báðum endum á bygninginum Hølini eru stór og ljós. Nakrar tillagingar skulu gerast, um bygningurin skal nýtast til Fróðskaparsetur