týsdagur 1. november 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. november 2016 · Nr. 126
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Bestu ráðini at fyribyrgja gikt um
mat, tú etur, er at eta nógv grøn
meti, frukt og feitan fisk. Tú eigur
eisini at umgangast royking, sum er
ein stórur vandi í giktasjúku.
Vigar tú ov nógv, gongur tað
óneyðugt út yvir liðir og vød-dar,
umframt at yvirvekt økir um vand
an fyri bæði sukursjúku og hjarta
æðrasjúkum.
Rørsla er bestu ráðini til at
brenna tey eykakilo’ini og til at fáa
pulsin upp, so blóðrenslið verður
styrkt.
Reis teg av sofuni, seta seg á
súkkluna, gang ella renn tær ein
góðan túr, um tað letur seg gera.
Tað er eisini eitt gott hugskot at
styrkivenja tínar vøddar og liðir,
eitt nú við hóvligari venjing við
vektum.
Et feitan fisk
Nógvar tilráðingar eru um, hvussu
tú um kostin antin kann fyribyrgja
gikt – ella kanst fáa tað betri, tá tú
longu hevur gikt.
Bestu ráðini, sum danska heima
síðan www.helse.dk veit um at siga,
er at fylgja almennu kostráðunum
hjá danska matvørustýrinum um
at eta grønt og fjølbroytt og harvið
minka um reyða kjøtið.
Serliga, um tú hevur urinsýru
gikt, er týdningarmikið at mika um
kjøtið.
Gloym ikki at eta fisk – serliga
feitan fisk, sum eitt nú makrel, laks
og sild, sum eru rík við omega-3-
fitisýrum.
Tað er vísundaliga prógvað, at
omega-3-fitisýrur eru góðar, bæði
tá vit skulu fyribyrgja gikt og fyri
fólk, sum ha-va fingið staðfest gikt.
Omega-3-fitisýrur eru við til at
minka um skaðar og harvið pínu í
liðum.
Verjuskipan og tarmar
Okkara verjuskipan hevur eisini
ein veruligan týdning, tá ræður um
inflammatoriskar giktasjúkur, sum
føra til brunastøðu í liðunum.
Lykilin til at ”boosta” okkara
verjuskipan liggur í stóran mun í
okkara tarmum.
Granskarar kring heimin eru
nevniliga í ferð við at skjalprógva,
at jú fleiri bakteriuættir av tí góða
slagnum, vit hava í okkara tarmum,
jú sterkari er okkara verjuskipan.
Tá vit eta nógv grønt, er tað til
stórt gagn fyri lívvirkisligu bakteri
urnar í tarmunum - ella okkara
”tarmfloru”, sum tað eisini verður
rópt.
Fiskur og fiskaolja
Danska Giktafelagið mælir eisini til
at eta fisk við omega-3-fitisýrum.
Felagið ásannar, at fiskur eitt
nú hevur linnandi virknað á in
flammatoriskar giktasjúkur, sum
eitt nú liðagikt.
Gransking hevur eisini víst, at
fiskaolja darvar inflamatorisku
gongdini, eins og feitur fiskur kann
vera við til at minka um bruna í
liðum.
– Viðmælt verður, at vaksin
eta umleið 350 gramm av fiski um
vikuna, harav 200 gramm helst
skulu vera feitur fiskur.
Danska Giktafelagið vísir á, at
fiskur er góð føði – antin hann er
feskur, frystur ella royktur.
– Dósafiskur og skeljafiskur
er eisini góð og sunn føði, sigur
felagið.
Kelda: www.helse.dk
Sjálvt um tað ikki er nøkur ávís kostætlan ella kurur til tín, sum antin hevur giktasjúku ella bara um
kostin vil tryggja teg ímóti sjúku, eru kortini nøkur góð ráð, sum serfrøðingar eru samdir um
Grøn føði og feitur fiskur
kunnu halda giktini burtur
HEILSA
Slitgikt kann raka øll
– Giktastøðan byrjar á ungum árum, men vit vita ikki við vissu, um
orsøkin er arvalig, um talan er um umhvørvisligar orsøkir, sum eru
avgerandi – ella, um talan er um bæði tingini.
Tað sigur Bent Lund, yvirlækni og ortopediskur skurðlækni
Navnið slitgikt merkir, at bróskið í liðunum er tynt. Tað hendir
líðandi og yvir langa tíð.
Tá tú íðkar, gerast vøddarnir sterkir, og tá eru teir við til at bera
kroppin. Hetta lættir um trýstið á bróskið, sum heldur okkara bein-
agrind saman.
Vigar tú ov nógv, veksur vandin fyri, at tú fært gikt.
www.helse.dk
Kelda: www.helse.dk
Danska Giktafelagið ásannar, at fiskur og fiskaolja hava linnandi
virknað á inflammatoriskar giktasjúkur, sum eitt nú liðagikt
Vilmund Jacobsen
Danska giktafelagið vísir á, at al
mennu kostráðini eisini eru góð
fyri tann, sum hevur gikt.
Skilagott er at eta fjølbroytt -
ikki at eta ov nógv og vera likam-
liga aktivur.
– Et meira fisk, grønmeti, frukt
ir og fullkornbreyð. Vel soltið kjøt
og kjøtviðskera. Et minni at mett
aðum feitti og salti. Ansa eftir suk
uri og drekk vatn, siga almennu
kostráðini.
Kelda: www.helse.dk
Eisini fyri tann
sum hevur gikt