Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. november 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. november 2016 · Nr. 126 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KOMMUNUVALIÐ ✗ Marin Katrina Frýdal býráðslimur Tjóðveldi Eru Javnaðarflokk­ urin og Fólkaflokk­ urin við at avhøvda vinnuna á Vestaru Bryggju? Flokkarnir lurta ikki eftir vinnuni og skilja heldur ikki, at bryggjukanturin er lívæðrin hjá vinnuni. Á tíðindafundi í vár boðaði samlaða vinnan á Vestaru bryggju greitt og týðiliga frá, at ymisku ætlanirnar, sum hava verið frammi seinastu árini, ikki sampakka við verandi vinnu. Fyrisiting, undirhald og skúlar hóska snøgt sagt ikki saman við vinnuvirksemi á havnarøkinum, sum er eyðkent av ferðslu og lossing, sum viðførir larm og órógv. Hartil haltar við trygdini, um tað floymir inn við fólki millum stór og rúgvismikil amboð. Virksemið hjá vinnuni er tengt at bryggjukantinum. 444 skip vóru at bryggju har í 2015, og eini 2-300 fólk starvast á økinum, har skip landa, taka útgerð/trol, proviantera, bunkra, gera manningarskifti, og verða umvæld – umframt egning og alivirksemi. Vinnan ynskir at menna økið. Møguleikar eru í bæði Sjó­vinnu­ húsinum og í Bacalao bygninginum, og fyritøkurnar á Vestaru Bryggju ynskja bert møguleikan at sleppa framat og skapa virksemi, sum er tengt at sjóvinnuni og tænastum í hesum øki. Men meirilutin í bý­ ráðnum vil ikki lurta og lætst ikki síggja vinnuna. Fróðskaparsetrið skal sjálvandi hava sítt egna setur, ein bygning sum er sniðgivin og gjørdur til teirra tørv. Kommunan skal sjálvandi stuðla undir at byggja eitt setur (kampus) til Fróðskaparsetrið, men latið vinnuna eiga bryggjukantin og lurtið eftir teirra egnu orðum – bryggjukanturin er lívæðrin hjá vinnuni. Javnaðarflokkurin og Fólka­ flokkurin vilja avhøvda vinnuna á Vestaru Bryggju. Til tað siga vit nei, kortanei! Lurtið eftir vinnuni og latið hana eiga bryggjukantin í frið. Tað gera vit í Tjóðveldi! Teir avrætta vinnuna á Vestaru Bryggju Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóðveldi Flokkurin við meiri­ lutanum á Vaglinum farnu býráðssetu hev­ur nú lovað at halda lyftini um íløgur, sum semja var um at fremja longu frá 2012. Talan er m.a. um Musikkskúlan, Skúlan á Fløtum og 50 m langhylin. Bakvent er at hoyra flokk lova at fremja nakað áðrenn 2020, sum longu skuldi verið framt. Nú verða allar íløgurnar kroystar inn í komandi skeið saman við Tórsvølli, parkeringshúsum, mið­ býarætlanum, vegagerðum, út­ stykk­ingum v.m. Vandamikið er onga lang­tíðar­ ætlan at hava fyri íløgur, tí endin gerst – eins og vit hava sæð – at tilvildarligar íløgur verða gjørdar í staðin. Um reppið var jú, at býráðssalur varð gjørdur oman á eina saltsilo á Vestaru bryggju, og at Bacalao endaði sum eitt baði­ land. Vit í Tjóðveldi ætla at stýra eftir eini greiðari íløguætlan, sum ikki setir kommunukassan í vanda. Hetta er alneyðugt, tí við teimum íløgum, sum longu nú standa á skrá, verður upphæddin meir enn eina milliard krónur. Samstundis sum tilvildin hevur gjørt um seg, hevur lítil ansur verið vístur grundtænastunum til borgararnar. Eldraøkið verður ein risastór avbjóðing næstu árini. Kortini er ongin króna sett av til munagóðar íløgur ella rakst­rar­ batar á økinum í 2017. Neyðugt er eisini at menna dagstovnaøkið, so pedagogar og hjálparfólk fáa meiri tíð til hvørt einstakt barnið á teimum mongu dagstovnunum. Vit skjóta upp at játta hesum málsøkjum 10 mió kr. eyka í part. Um skamma stund stendur Tórshavnar kommuna eisini fyri tí avbjóðing, at ferðslan í bý­num fer at økjast munandi av Eystur­ oyartunnlinum. Meirilutin á Vaglinum hevur ikki fyrireikað býin til hesa stóru broyting, og bara eftir at Tjóðveldi í seinastuni hevur sóknast eftir loysnum við innkomuvegnum, kom røringur í, men loysnin er enn bara hálv. Ein líka átrokandi spurningur er parkeringin í býnum. Upplagt er at gera eitt parkeringshús á Skálatrøð og kanska ein parkeringstunnil á Bursatangaleiðini. Tí bilarnir bara fjølgast. Tórshavnar kommunu tørvar kós og væl tilrættislagdan heildar­ politikk, og hendan politikkin fara við í Tjóðveldinum at fremja, sleppa vit framat aftur. Vit hava góðar royndir av góðum sam­ størvum í býráðnum, serliga tá sam­gongurnar hava stýrt eftir greiðum samgonguskjølum. Ov nógv tilvild hevur rátt í kommunupolitikkinum farnu fýra árini. Vit ætla at fáa politikkin aftur á beint – og biðja um tín stuðul til tess! X við E. Stýringina aftur á beint Høgni Joensen Fleiri bátapláss mugu fáast til vega kom​­andi valskeið. Royndir eru gjørdar í Ála­kers­vík, og tá S k a n s a ­b r yg g ja n – sum Tjóðveldið var ímóti – er útbygd, verður Álakersvík kyrrupláss. Harafturat eigur Tórshavnar Havn at kanna aðrar møguleikar. Báturin hevur stóran týdn­ ing. Bæði fyri trivnaðin, útróðrar­ mentanina og fyri búskapin hjá mongum húski. Fleiri hundrað fólk standa á bíðilista til bátapláss í Tórshavnar kommunu. Tað ber ikki til, tí vit eru ein siglandi tjóð, og uppvaksandi ættarliðið má læra at fara á flot og royna seg í báti. Hesin tørvur má nøktast. Fyri fleiri árum síðani vórðu royndir gjørdar í Álakersvík. Tá varð mett, at eini 50 bátapláss kundu fáast har. Nú siga nýggj tøl 150 bátapláss. Bátahylurin í Kaldbaksbotni eigur eisini at verða bygdur út. Sum er liggja bara einir 8 bátar innanfyri grótkastið. Tórshavnar Havn átti at kanna møguleikarnar at longt grótkastið við gróti frá undirsjóvartunlinum og lagt bátabrúgvar út. Tað tekur bara 12-14 minuttir at koyra úr Havn inn í Kaldbaksbotn. Ætlanir eru um at útstykkja fleiri grundstykki í Kaldbak. Fleiri fólk merkir størri tørv á báta­ plássum. Bátahylurin í bygdini er alt ov lítil, og bátar liggja illa um veturin, tí tá brýtur aldan uppum lága verjugarðin. Tí átti bátahylurin at verið víðkaður og nýggjur verju­ garður at verið gjørdur. Hetta er eitt av trivnaðarmál­ unum, sum eg vil arbeiða fyri, um tit vísa mær álit á valdegnum 8. november. X Høgna Joensen Valevni á lista C Fleiri bátapláss (1) – í Álakersvík og í Kaldbak VIÐMERKING Irdi Lið Gaardlykke Nevndarlimur í Pedagogfelagnum Vit vóru til sátt­ málasam­ráðingar 17. januar 2016 og tá skrivaðu Fíggj­ ar­mála­ráðið, KAF og Peda­gog­felagið undir eina semju, ið skuldi stað­ festa, at eitt gott arbeiðs­umhvørvi og eitt álitisríkt samstarv er av­ gerandi fyri, at starvsfólk og leiðsla trívast. Millum annað skuldu partarnir í samstarvi varpa ljós á at stimbra eitt gott arbeiðsumhvørvi – undir hesum eisini sálarliga arbeiðs­um­ hvørvið. Er arbeiðsumhvørvið ikki nóg gott – eitt nú sálarliga – kann hetta elva til størri sjúkrafráveru, mistrivnað, at fólk fara úr starvi, og at arbeiðsuppgávur ikki verða loystar so væl, sum møguligt. Partarnir vóru samdir um at stuðla átøkum, ið fremja eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi. Arbeiðsgevararnir skuldu kunna leiðslur og starvsfólk á land­sins arbeiðsplássum um stóra týdningin av, at leiðsla og starvs­fólk í felag tryggja eitt gott arbeiðsumhvørvi. Og so skuldu Arbeiðsgevararnir í sáttmála­ tíðar­skeiðnum gera vegleiðing um, hvussu leiðslur og starvsfólk skulu fyrihalda seg, um starvsfólk eru strongd. Hartil skuldi Fíggjar­ málaráðið í næstum seta í verk vegleiðing um sjúkrafráveru. Veg­leiðingarnar skuldu gerast í samráð við Pedagogfelagið. Hesa semju tók Pedagogfelagið í størsta álvara og hevur boðið álitisfólkum sínum saman við leiðarum til skeið í konfliktloysn. So nú er mín spurningur: Nær fara Fíggjarmálaráðið og KAF í gongd við at halda sín part av avtaluni og gera nakað av hesum, sum tey hava skrivað undir uppá, nú, skjótt eitt ár er farið av sáttmálaskeiðnum? Ella er tað so, at tað ikki nyttar at gera nakra avtalu við fíggjarmálaráðið og KAF, tí tey halda ikki sínar avtalur? Valevni á lista C Eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi