Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-01, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. november 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. november 2016 · Nr. 126 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jarðarferðin hjá Óla Hans Andreasen verður fríggjadagin 4. november 2016 kl- 12.00 í Mariendals Kirke, Nitivej 17, 2000 Frederiksberg Tey, ið vilja minnast Óla Hans kunnu lata eina børnunum eina peningagávu á konto í Eik Banka: 9181 - 5005266 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá ið okkara kæri pápi, abbi og verpápi Ivan Falbe Nattestad andaðist og varð jarðaður. Eisini takka vit hjartaliga ellisheiminum fyri røkt og umsorgan. Tøkk fyri blómur og kransar. Tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Tøkk til prest, berarar, sangarar, kirkjutænarar og fyri hjálpina til ervið. Tey avvarðandi Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkar Esther Knudsen Glyvrar f.14.11.1922 d.09.09.2016 andaðist og varð jarðað. Takk til øll tykkum, ið hjálptu til við jarðarferðina. Takk til tykkum, sum fylgdu henni til seinasta hvíldarstað her á fold. Eisini takk fyri kransar og minnisgávur til nýggja Berøa. Ein serlig heilsan og tøkk til Vesturskin, fyri tíðina mamma búði har. Familjunnar vegna Elinborg, Svenny, Sólvá og Bjørg Tøkk T ø k k Hjartans tøkk øll tit, sum á ymiskan hátt mintust og vístu okkum samkenslu, tá elskaði maður, pápi, abbi, verfaðir og beiggi Helgi Nyholm Debess f. 02.08.1945 d. 15.10.2016 doyði og varð jarðaður. Tøkk til Hera prest, sum gjørdi jarðarferðina góða og minniríka, sangarar og berarar, manskórið fyri vakran sang, portørar og starvsfólk í bráðmóttøkuni á Landssjúkrahúsinum, sum gjørdu tað, tit kundu, Sólsetur, sum gjørdi, at vit kundu hugsavna okkum um sorgina at hava mist Helga, og takk tit á Skúlaheiminum fyri stríðið við ervinum. Til síðst fara vit at takka tykkum øllum, sum stukku inn á gólvið, ringdu, skrivaðu, sendu blómur, bakaðu og fylgdu Helga á seinastu ferð hansara. Tað fløvar hjartað at kenna so nógv fitt fólk. Túsund takk øll somul Vegna okkum avvarðandi Thurid, Anfinnur og Vøgg við familjum Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæra mamma, vermóðir, omma, langomma og olduromma. Sigga Hansen Kollafjørður f.16.02.18 d.12.10.16 andaðist og varð jarðað. Tøkk til Poul Færø fyri góð orð, tá ið mamma okkara kom í kirkjuna. Tøkk til prest, dekn, klokkara og urguleikara. Tøkk til Ólavur fyri vakran sang í kirkjuni. Samstundis tøkk til tykkum starvsfólkið á Eldrabýlinum, ið vóru um Siggu og vóru so góð við hana. Hjartans tøkk til tykkum, ið bakað og hjálptu til við ervinum og ti,t ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Dia, Rosalie, Marianna, Sigvar, Magni og Hardis v/fam. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Jógvan G. J. Hansen Kollafjørður f.09.12.1936 d.06.08.2016 Takk til tykkum á Landssjúkrahúsinum, Tjarnagarði og tykkum, sum komu heim til hansara. Takk til Sverra Steinholm, prest, fyri góð og troystarrík orð. Takk til berarar, sangarar, organist og klokkara. Takk til tykkum, sum vitjaðu, ringdu og sendu blómur og kransar, og tykkum, sum fylgdu Jógvan til hansara seinasta hvíldarstað. Eina stóra tøkk til Sólsetur fyri tykkara serstaka arbeiði, tit gjørdu til ervið. Fyri tey avvarðandi Eydna, Kári, Oddfinn v/ fam. Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá kæri bróðir okkara Ragnar Joensen f. 17.04.1950 d. 03.08.2016) andaðist og varð jarðaður. Øllum í kapellinum takka vit fyri eina inniliga løtu. Jónsveini Bech, presti, fyri væl vald orð, gravarum, kirkjutænarum, berarum og annars øllum, sum hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Eina serstaka tøkk vilja vit veita øllum í heilsuverkinum – á Suðuroyar Sjúkrahúsi, á Landssjúkrahúsinum og á Ríkissjúkrahúsinum – fyri góða røkt og umsorgan fyri Ragnari. Takk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávur til Fámjins kirkju, og takk øll tit, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Kaj, Josvein, Poula, Emily, Magnhild og Jonhild við familjum