týsdagur 1. november 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 2. november 2016 · Nr. 126
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HUGLEIÐINGAR
Johan Mortensen
Tað er ein so vælsignaður ok
tober leygarmorgun. Eg standi
flegmatiskur niðri á Sandafløtum
og taki tey seinastu eplini upp.
Væl er vaksið og tað er langt
síðani at slík úrtøka hevur verið
her, skilji eg. Tað er stutt fráliðið
frálíka Eplafestivalin, har eini
1000 gestir fingu høvi at royna
og keypa alt tað góða úr Trøðum
og av Sandafløtum. Hesin gamli
havbotnurin, sum kom undan
fyri 6.000 árum síðani, tá ísurin
bráðnaði. Enn standa nógvar
gularøtur og røtur í føgrum
blóma. Kvinnur og menn reka í
hesum døgum, seinasta slaktið,
og so verður aftur farið í veltuna.
Eg kom suður í gjárkvøldið.
Blikalogn á Sandsvatni, tutlið
frá Traðarfossinum. Útvarpið
hevði sending um Leonard
Cohen. Hann er júst farin um
82 ár og gevur nýggja fløgu út,
men hann er vorðin depressivur
og er farin at hugsa um næsta
heimin, vita keldur at siga.
Nú verður ikki meira sungið
um Marionnu og Súsonnu og
vín. Nei, nú syngur eitt jødiskt
dreingakór fyri, meðan hann
fyrireikar seg til at møta sínum
Messiasi, siga teir í Montreal,
sum standa honum nær.
Tað ljóðar at Mick Jagger
hevur fingið krím, Petur Rouch
er komin í eldraráðið í Havn og
Nobelnevndin leitar eftir Bob
Dylan, sum krógvar seg. Denn
elendigheit !
Ein spógvi flýgur melan
kolskur uppi yvir mær, letur
i d-moll, hyggur at Skúgvi og
Stóru Dímun, og júst sum ein
minni heystdepression hómast
í suðri hoyrist ein glaður Petur
Rouch við einum 90 ára goml
um unglinga, Mr Chuck Berry,
og skjótt eri spógvin og eg
í Memphis Tennessy og eg
eri sekstan ár aftur og rulli
yvir Beethoven. Rockn' Roll,
ein av størstu gávunum til
mannaættina.
Chuck Berry, livandi legendan
og upphavið til Rolling Stones
og Faroe Boys og sum gav
lívinum innihald hjá einum
glaðum føroyskum ungdómi í
trýssunum. Eg hitti Chuck, tá
eg sunnudag seinnapartar fór
við pápa í Gundadal at hyggja
at HB og TB. Nógv høvdu smá
transistorradio við sær at lurta
eftir kvøðuljómunum, sum vóru
um somu tíð sum dysturin. Tað
var stórt at hoyra Sweet
Little Sixteen kring
vøllin, meðan rópt
var á TB. Chuck
Berry og Rolling
Stones hava fylgt
mær gjøgnum lívið
og tá teir einaferð
– møguliga – fara at
leggja árarnar inn,
er ikki so nógv eftir.
Og, kanska, á tí
eina degi, fara teir
at seta seg saman við
fullum steypum, Petur,
Leonard, Chuck, Mick og Bob at
tosa um farnar dagar, áðrenn teir
dríva á rockn' rolli aftur – æviga
rockn' roll.
Tað er at
gleðast um
lívið meðan vit
hava tað, gleðast
um gróður,
gleðast um heilsu.
Heystið og myrkrið er
nær, seinasta rósan var í
urtagarðinum í dag og seinasti
soppurin funnin. Eg havi sett 150
tulipanleykir niður ídag, gleði
meg at síggja tulipanirnar til
várs, og kortini, kanska onkur
annar fær gleði av teimum.
Ongin kennir
morgundagin.
Chuck Berry á Sandi
VIÐMERKING
Kári Thomsen
Syndarligu støðuni
er í Hvannasundi og
hummaraveiðuni hjá
Elmar Simonsen, ið
gevur skarvin yvir,
og selir sítt humm
araloyvi.
Í meira enn 20 ár hevur Elmar
fiska hummara, og fekk hann fyrr
eini 140 kilo av hummara við 140
rúsum. Í dag hevur hann 500 rúsir
og fær einans 30 kilo. Sostatt kann
sigast at veiðan er minkað niður í
einans 6%. Hetta minnir nógv um
rekjuvinnuna í Noreg har veiðan er
farin niður til undir 10% av tí hon
annars var fyri árum síðan.
Landstýriskvinnan
Sirið
Stenberg umsitur náttúru- og
umhvørvisvernd,
og
varar
av
Umhvørvisstovuni, ið gevur um
hvørvisloyvir til alivinnuna. Um
Sirið er av somu áskoðan sum
partamaðurin og borgarstjorin í
Vági, Dennis Holm, ið vil góðtaka
grova dálking á firðirnar frá ali
vinnuni fyri at fáa til vega nøkur
arbeiðspláss, er ikki gott at vita,
men okkurt bendir á tað leið, síðan
so at siga allar aliumsóknir fáa
umhvørvisgókenning - sjálvt um
reglur áseta at best møguliga tøkni
til fyri-byrgjan av dálking skal
nýtast har hon er roynd og tøk.
Hetta er ein syndarlig støða,
at ein fult burðardygg vinna skal
verða fyri bakkast tí landsins
myndugleiki ikki setir neyðug
krøv til alivinnuna, at hon skal
nýta umhvørvisliga bestu tøkni,
ið enntá er tøk á marknaðinum.
ST-dagur var í gjár 24.oktober, og
hava Føroyar samtykt tríggjar sera
tídningarmiklar sáttmálar: Sátt
málan um lívfrøðiligt margfeldi,
sáttmálan um burðardygga menn
ing (Agenda 21), og veðurlags
sáttmálan, ið heimsins lond hava
stríðst við í nógv ár. Í sáttmálanum
um burðardygga menning verður
m.a. løgd áherðsla á, at "Best
available technique" (BAT), skal
nýtast tá tøknin er roynd og tøk á
marknaðinum og til ein rímuligan
kostnað. BAT-hugtakið er at skilja
sum mest framkomnu framleiðslu
hættir, tilgongdir og rakstrarman-
nagongdir, sum til einhvørja tíð eru
mest munadyggar fyri at fyribyrgja
og avmarka dálking frá ávísari
vinnugrein ella ávísum virksemi.
Umhvørvisstovan
stendur
fyri
umhvørvisgóðkenningum til ali
vinnuna, og leggur dent á at BAT-
tøknin verður nýtt har hon er roynd
og tøk. Tí kann tað undra stórliga
at Bakkafrost áhaldandi sleppur
at eitra og dálka Hvannasund, og
aðrar firðir við, og oyða eina annars
fult burðardygga vinnugrein - sum
hummaravinnan er. Heilsufrøðiliga
Starvsstovan sigur seg ikki kunna
prógva at alivinnan tekur lívið
av hummaranum, meðan royndir
aðrar staðir vísa at just tað er or
søkin, alt meðan aðrar reglur eru
galdandi m.a. varse-misreglan, ið
vísir til, at er vandi fyri álvarsligum
skaða ella skaða, ið ikki bøtist, má
ikki tað, at vísundalig próvførðsla
vantar, verða brúkt sum umbering
fyri at brúka kostnaðarkrevjandi
átøk til tess at forða fyri umhvørv
isskaða.
Hummaravinnan í Hvannasundi
er ikki einasta, ið er illa fyri orsaka
alivinnuna, og er tað tí rættuliga
álvarsamt at Umhvørvisstovan
letur alt um seg ganga, ið alivinnan
hevur í ætlan, og uttan at krevja at
BAT-tøknin verður nýtt. Í fleiri ár
hava norskir granskingarstovnar
saman
við
alifyritøkuni
hjá
Sinkaberg Hansen gjørt royndir
við lokaðum aliringum á sjónum,
og eru úrslitini framúr góð. Eingin
lús og eingin nýtsla av eitrandi
lúsabasingarevnum, næst at ongar
fóður-leivdir og einki skarn legst
sum køvandi dýna út í firðir og
sund, og tekur lívið av hummara,
øl-lum skeljadjórum og annars er
til stóran ampa og neilig árin á alt
lívfrøðiliga margfeldni á firðunum.
Hetta skal steðgast, og tað hevur
Vinnumálaráðið skyldu til at fáa
gjørt í stundini, just sum Heilsu- og
Innlendismálaráðið hevur skyldu
til at halda seg til reglur og sátt
málar, ið galdandi eru.
Hummaravinnan fyri álvarsomum ágangi