Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. september 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 21. september 2004 27 Gøtumenn vóru sam- anpakkaðir á egnari hálvu og dúvaðu uppá, at tyngstu menninir á liðnum skuldu avgera. Teir megnaðu at fáa eitt stig, og tað var um reppið, at teir fingu øll trý GÍ-SKÁLA Jóannes Hansen Skálamenn fóru um Gøtu- eið við einum stigi. Hetta var triðja ferðin á rað, at teir ikki fingu fult. So mangar ferðirnar hava teir ikki fyrr í ár spælt uttan at fáa fulla úrtøku. Skálamenn vóru umleið í bestu uppstilling hesa ferð. Teir høvdu bóltin nógv, teir vóru stinnir í nærdystnum, og teir vóru skjótir, men tað var striltið hjá teimum at spæla seg til málmøgu- leikar. Eitt er, at gjøgnum- brotsmegin hjá teimum kanska ikki er tann sama nú, sum hon var fyrr í summar, tá ið teir vóru eitt vet betri upplagdir, enn teir nú er tað. Eitt annað er, at mót- støðuliðini nú taka Skála í størri álvara, enn teir gjørdu fyrrapartin av kapp- ingini, tá ið mótstøðuliðið var eitt, sum tvey tey sein- astu árini við neyð og deyð hevði sloppið sær undan niðurflytingini. Nú verður Skála roknað sum mótstøðulið, sum hev- ur megnað at vunnið á øll- um hinum. Tað hevur einki annað lið megnað. Gøtumenn høvdu gjørt upp við seg sjálvar, hvussu teir skuldu syfta gamla venjaranum hjá teimum, Johan Nielsen, og hansara undirsáttum. Talan var um viging av egnum dygdum og veikleikum og av, hvussu stinnasta vápnið hjá gestunum, skuldi skerjast. Stinnasta vápnið hjá GÍ er álopsparturin. Har vóru landsliðsmaðurin Súni Ol- sen og venjarin Popczynski hesa ferð. Teir hava førleika at megna nógv hvør fyri seg og saman, og teir hava royndirnar. Burtursæð frá Halli Han- sen í málinum, og Poul Ennigarð, liðformanninum, sum hesa ferð var í mið- verjuni, tí yngri beiggin, Kaj, var skaddur, eru royndirnar ikki so nógvar aftari á vøllinum. Miðvøll- urin og verjan vóru væl pakkað saman á egnari hálvu. Tað hevði við sær, at tað var torført hjá Skála at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Mál og møguleikar Onkra ferðina í fyrra hálv- leiki vóru skálamenn nær við, men teir høvdu ongan heilt upplagdan málmøgu- leika. Beinanvegin eftir steðgin løgdu teir seg fram- um. Nenad var eftir leik- bannið ímóti KÍ aftur á miðvøllinum, og har var hann góður styrkur. Jón- hard var aftur í álopinum eftir skipstúr, og landsliðs- maðurin arbeiddi nógv. Teir báðir áttu leiðslu- málið, sum skálamenn fingu í 47. minutti. Jónhard fekk bóltin í høgra borði, sneiddi framvið tveimum á baklinjuni, áðrenn hann legði skrátt út frá. Eitt sindur uttanvert brotsteig- armarkið smekkaði Nenad til, og bólturin sang í netin- um aftanfyri Hall Hansen. At Skála hevði lagt seg framum bar við sær, at heimaliðið noyddist at leggja eitt sindur meiri í álopspartin. Tað gjørdu teir, uttan at teir kortini sleptu í verjuni. Súni Olsen og Popczynski órógvaðu Skála verjuna, teir vóru um reppið at fáa mál ta einu ferðina, og so eydnaðist tað hjá teimum. Uppskriftin var tann sama báðu ferðirnar. Pop- czynski legði innfyri, og Súni Olsen nýtti høvdið. Í tí fyrra førinum brast bólturin í tvørtræið, og í tí seinna førinum eydnaðist tað eftir innlegg úr høgru at stýra bóltinum í kassan. Út frá kortlistanum kundi ábending verið um, at talan var um harðliga spæla grannauppgerð. Fýra spæl- arar hjá Skála og fýra spæl- arar hjá GÍ sóu gult. Men talan var á ongan hátt um óregluligt avrik. Sammett við so nógvar aðrar ferðir fyrr í summar var talan heldur um eitt sindur spaka uppgerð. Á báðum liðunum stað- festu spælararnir, at tað er torført at finna eina og somu linjuna hjá dómarun- um. Hesa ferð varð okkurt gult kort givið fyri at trilla bóltin nakrar metrar burtur frá, har fríspark varð dømt, og onkur fekk fríspark fyri ikki serliga ógvusligt frí- spark, sum var tað fyrsta hjá hesum spælaranum. Dómararnir royna sjálvsagt allir eftir besta førimuni at døma eftir ásetingunum, men tað er verri enn so altíð, at tær verða tulkaðar og nýttar á sama hátt, og tað ørkymlar spælararnar. Krónurnar framvegis fyri nøsini Skála hevur frá fyrsta umfari, sum var flaggdagin, havt málm fyri nøsini. Átta tey fyrstu umførini var tað gullið, sum teir luktaðu. Síðani hevur tað verið silv- ur og tvær tær seinastu vik- urnar bronsan. Javnleikurin sunnudagin hevur við sær, at Skála neyvan fer at vinna silvur. Teir liggja væl fyri í kappingini um bronsu- merkini, har teir eru fýra stig frammanfyri KÍ, men á Skála undirstrika teir staði- liga, at teir als ikki enn hava vunnið heiðursmerkini. Næsta vikuskifti verður ikki lættari av, at fleiri spælarar verða leikbannað- ir, tá ið NSÍ fer at vitja. GÍ skal í Gundadali royna at spæla FM vinnar- unum í HB eitt puss. Tá verður tað kansa meiri upplagt at nýta taktikkin, sum varð nýttur á heima- vølli ímóti skálamonnum. GÍ-Skála 1-1 (0-0): Skála sigurleysir tríggjar ferðir á rað Tað tykist nakað truplari hjá Skála, nú mótstøðuliðini tykjast hava ásannað, at hetta so sanniliga er eitt lið, sum skal takast í álvara Mynd: Álvur Haraldsen GÍ-Skála 1-1 (0-0) 0-1:Nenad Stankovic 47. 1-1: Súni Olsen 74. GÍ: Hallur Hansen - Poul Andrias Jacobsen, Poul Ennigarð, Atli Gregersen, Hans Pauli Petersen - Jón- reid Dalheim, Poul Henning Jacobsen, Símun Louis Jacobsen, Áslakkur R. Petersen ( Hanus Jacobsen, 70.) - Krzystof Popczynski, Súni Olsen. Gult kort: Atli Gregersen, Poul Henning Jacobsen, Krzystof Popczynski, Poul Andrias Jacobsen Skála: Igor Bjarni Kostic - Rúni Rasmussen, Arnold Berg, Dusan Jaic, Iulian Florescu - Hanus Thorleifs- son, Bárður Danielsen, Nenad Stankovic, Alexandur Johansen - Bogi Gregersen, Jónhard Frederiksberg. Gult kort: Nenad Stankovic, Bárður Danielsen, Iulian Florescu, Bogi Gregersen. Dómari: Páll Augustinussen FAKTA UM DYSTIN 27 26 Nr. 179 - 21. september 2004 Toppskjúttin trívist á Eiði Eftir at hava spælt øll undanfarnu árini í NSÍ, er Sonni L. Petersen nú á Eiði, og her hevur úrtøkan verið óvanliga góð TOPPSKJÚTTI Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ein av teimum trimum, sum liggja ovastir á mál- tindinum, er rituvíkingur- in, Sonni L. Petersen, sum í ár traðkar síni spor á Mølini á Eiði. Og sum vera man, so er hann fegin um málini, sum í ár eru skolað inn, og nú kappingin er farin at halla, tykist gylti stylv- in eisini at vera vorðin eitt mál í sjálvum sær. – Tað er jú spennandi at liggja somikið væl fyri, so sjálvandi verður tað eitt mál í sær sjálvum. Hin- vegin vil eg eisini siga, at tað ikki útilokar, at eg eisini spæli fyri liðið, sigur hann. – Samstundis haldi eg eisini, at viðleikararnir nú hava enn betri hug at spæla meg upp, tí endi eg sum toppskjútti, so er tað jú eisini ein nýggjur leik- lutur hjá EB/Streymi, so alt í alt er tað bara heilt hugaligt fyri tíðina, held- ur hann. Máltevið hevur Sonni annars ikki frá ongum. Eldri beiggin, Helgi, plagar eisini at skora nógv, og í 2001 var hann maðurin, sum fekk gylta skógvin. Millum annað takkað verið eini metrøð upp á átta dystir í slag við skoringum. Og júst hetta heldur Sonni eisini vera nakað, sum vert at stremba eftir. – Tað vildi sjálvandi verið stuttligt, um eg eisini kann hava ein slík- an standandi á hillini, sig- ur hann flennandi, meðan Helgi, ið starvast á sama starvsplássi, mutlar okk- urt mótmæli í bakgrund- ini. Trívist væl Í fjør var tað annars í NSÍ – sum jú var mótstøðu- liðið hesaferð - at Sonni royndi síni kynstur, men úrtøkan var ikki tann sama. Hann sýndi annars góð evni at vinna seg fram til møguleikar, men seks mál á botnlinjuni vigaðu ikki nóg nógv, og fleiri ferðir mátti hann tí taka til takkar við einum plássi á beinkinum. Og spurdur, hvør mun- urin er á árinum í fjør og í ár hjá sær, er Sonni skjótur at svara, at sjálvs- álit og tryggleiki eiga sín stóra lut í hesum. – Tað er sjálvandi trup- ult at geva nakra einfalda frágreiðing, men ein partur er helst, at eg ikki er so bangin fyri at brenna. Ikki soleiðis, at vit hava minni kapping um plássini, men onkurs- vegna kenna eg tað, sum um bonkurin er longri burturi, og so verður tryggleikin av sær sjálv- um størri. Og hetta sama hevur helst eisini viðført, at Sonni trívist ógvuliga væl á Mølini, sum er. Men hóast hetta, so hevur hann enn ikki gjørt av, hvørt hann eisini fer at spæla her komandi árið. – Nú spæli eg her, sum eg spæli, og so hugsi eg ikki so nógv meira um tað. Sjálvur dámar mær eisini best, at slíkt tos verður tikið upp, tá kappingin er liðug, men okkurt hevur so verið tosað kortini. Enn fái eg tó ikki sagt so nógv um hetta, men eg kann í øllum førum staðfesta, at mær dámar væl her. Hetta er eisini eitt felag, sum tú onkursvegna verður góður við, so vit fáa at síggja, sigur Sonni, sum soleiðis letur hendan seinsta spurningin meira ella minni verða hangandi í luftini. Av netinum »Stríðið um keisarans skegg« varð dysturin á Mølini nevndir í upptakt okkara í leygardagsblaðnum, og hesum høvdu báðir heimasíðuvertirnir so eisini fingið nakað burturúr: »Miðlar høvdu givið dystinum heitið »Stríðið um keisarans skegg« og kunnu vit staðfesta beinan vegin, at vit rakaðu runavíkingum so dyggiliga.« www.eb-streymur.fo »Í dystinum um »keisarans skegg« blivu okkara mestsum rundbarberaðir…« www.nsi.fo Við sigrinum á NSÍ roynir EB/Streymur at kjálkast heilt upp móti stóru føroysku feløgunum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo EB/Streymur tykist fram- vegis hava beina kós upp móti bestu endastøðu fel- agsins nakrantíð. Kanska er júst hendan sannroynd eis- ini størsti motivatiónsfakt- orurin hjá leikarunum í løtuni, tí hóast støðan hjá NSÍ á talvuni líkist nógv henni hjá samansetta liðn- um, so var munur á, hvat liðini bæði vildu á Mølini sunnudagin. Eftir eina nakað trilvandi byrjan, var tað nevnliga skjótt, at vertirnir settu seg á dystin, og so var tað í veru- leikanum bara ein vegur. Ikki, tí. Liðini vóru hampu- liga jøvn í spælinum úti á vøllinum, men munurin í stríðsviljanum kom til sjóndar, tá avgerandi støð- urnar skuldu skapast. Her megnaðu gestirnir sera sjáldan at koma framvið verjuni hjá heimaliðnum, sum alla tíðina átti longstu tánna. Og tað var í so máta eisini í tráð við spælið, at vertirnir fóru til steðgin við leiðsluni. Málið kom, tá Sorin Anghel hegnisliga dróg seg leysan í høgru, og so var lag á manni hjá Sonna L. Petersen at klintra upp á ovastu rók á máltind- inum, tá hann bara skuldi seta innarusíðuna á. Sorin enn einaferð Ivaleyst mundu runavíking- arnir í steðginum tosað um, hvussu teir skuldu stríða seg inn aftur í dystin, men tað var tó skjótt, at hesar ætlanir vórðu skotnar til botns. Aftur var tað Sorin Ang- hel, sum var høvuðsmaður- in, og hesa ferð var hann eisini sjálvur maðurin, sum endaði álopið. Staddur millum tveir runavíkingur spældi hann hegnisliga bóltin millum báðar, áðr- enn hann stakk av sjálvur, og so meddaði hann til, tá Jens Martin kom ímóti. Tvey-null og í veruleik- anum avgerðin í dystinum. Runavíkingarnir royndu eftir hetta at koma aftur í dystin, og fortreytirnir fyri at leypa á, batnaðu sjálv- sagt, nú vertirnir kundu spæla meira í bíðistøðu, men veruligur spenningur kom ikki aftur. Fyri tað mesta var tað hugflogsskert, sum vertirnir borðreiddu við, og høvuðssterka EB/- Streyma verjan hevði sjáld- an trupulleikar av longu sendingunum, sum vórðu sendar niðan. Bert eina ferð mátti Gunnar á Steig veru- liga sýna, hvør dugur var í honum, og tað var altso ikki nóg mikið hjá NSÍ, sum við hesum datt niður á sjeynda plássið á talvuni. Nærkast tindunum Hjá heimaliðnum var lagði sum vera man av tí besta. Teir eru nú á fimta plássin- um, og heilt ógjørligt skuldi heldur ikki verið at betra um hetta. Til tað krevst tó, at menn eru minst líka uppsettir til komandi dystin, tá vitjast skal á Toftum. Har er so einki at ivast í, at teir á heimaliðnum fara at stríð- ast av øllum alvi, soleiðis at niðurflytingin kann fyribyrgjast. Hjá runavíkingunum stendur nakað verri til. Teir báðir seinastu dystirnir hjá felagnum eru enntá somik- ið truplir – Skála úti og HB heima – at liðið sum so ikki skal gera sær nakrar serlig- ar vónir um at røkka eini hægri endastøðu. Ivaleyst er sjálvrannsak- anin longu farin í gongd við Løkin, men ein av or- søkunum var í øllum førum sjónlig á Mølini sunnudag- in. Sonni L. Petersen sýndi til tíðir í fjør, at hann hevur evnini til at gerast ein av vandamestu álopsleikarun- um í landinum, og í ár hev- ur hann so sanniliga livað upp til hetta. At hann í ár hevur skotið ellivu mál fyri EB/Streym – og ikki NSÍ – man í øllum førum vera ein sera tungt-vigandi orsøk til, at liðini liggja, so sum tey gera, og uttan iva er hetta eisini nakað, sum nívur hart hjá runavíkingunum. EB/Streymur-NSÍ 2-0 (1-0): EB/Streymur nærkast tindunum EB/Streymur er nú ávegis bestu endastøðu felagsins nakrantíð í bestu deildini Mynd: Sopfus D. Johannesen C M Y K 26