Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. november 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. NOVEMBER 2016 SOSIALURIN 127 6 SAMRØÐA DANJAL AV RANA Í 2014 var Laila av Reyni við familju í tríggjar mánaðir í Nakuru og starvaðist sum lærari á einum skúIa. New Life International Africa (NLAI) er ein hjálparfelagskapur fyri børn og ung í Nakuru í Kenya. Felags­skapurin hevur eitt gentu­ heim og eitt dreingjaheim, ein barnagarð, ókeypis fólkaskúla, undirvísing fyri vaksin og eitt kreppu­hús fyri neyðtiknar og neyð­staddar kvinnur. Nógvir før­ oyingar stuðla virkseminum hjá NLAI, og javnan eru føroyingar í Kenja og vitja felagsskapin. Hundraðtals børn í Nakuru verða stuðlað av føroyingum gjøgnum felagsskapurin NLAI og Jimmia, og Uttanríkismálaráðið gav eisini í síni tíð skúlanum pening til eina nýggja skúlastovu. Tað eru dan­ irnir Susanne og Leif Madsen, ið hava stovnað felagsskapin New Life Africa International. Í Nakuru møtti Laila av Reyni tá 16 ára gomlu Zuenah Akiniyi, sum hevði gingið í fólkaskúlanum í eitt ár. Seinastu tíðina hevur Zuenah Akiniyi ferðast um í Føroyum og hevur í skúlum og í samkomum greitt frá, hvussu lívið er í Nakuru og hvønn mun, skúlin hjá NLAI hevur gjørt í hennara lívi. Heinta vatn hvønn dag ­– Eg eri elsta barnið í okkara systk­ inaflokki. Eg havi fýra systrar og ein yngri beiggja. Harumframt búgva tvey systkinabørn hjá okk­ um, tí at foreldur teirra eru deyð av HIV, greiðir Zuenah Akiniyi mær frá. Yngsta systkinabarn hennara hevur HIV. Hann bleiv smittaður av mammu síni undir barnsburðinum. – Í húsi okkara er eittans rúm. Har er eingin streymur og einki vatn. Aftan á skúlatíð mugu eg og systir mín ganga í hálvan tíma eftir vatni. Hendan túrin ganga vit fýra, fimm ferðir um dagin, og bera 20 litrar av vatni hvørja ferð. Vatnið mugu vit eisini rinda fyri. Tá vit eru liðug, mugu vit út at leita eftir brenni. Heima hava vit onga brúsu, einki vesi, einki baðiverilsi. Einans eina latrinu uttanfyri, greiðir hon frá. Matin gera tey til úti, tað vil siga teir dagar, tey fáa mat. Leiðin at ganga eftir vatnið er ei heldur heilt trygg. Tað er ikki óvanligt, at ungu genturnar verða neyðtiknar, burturfluttar ella dripnar myrku næturnar. Ikki ráð til skúlagongd – Pápi mín arbeiðir sum trygd­ ar­vørður, meðan mamma hevur ymisk smærri størv frá degi til dag, ofta sum vaskihjálp. Nógvar dagar finnur hon einki arbeiði, og tá fær hon tí onga løn. Pápi tjenar ikki so nógv, og helvtin av inntøkuni fer til at rinda fyri húsini, sigur hon. ­At enda rakk lønin hjá pápan­ um ikki til, og Zuenah Akiniyi mátti gevast í skúlanum. For­ eldrini høvdu ikki longur ráð til skúlagjaldið. Næstu tíðina hjálpti hon mammu síni, inntil hon ein dagin hoyrdi um skúlan hjá NLAI, har hon slapp at byrja í 2013. – Á skúlanum fingu vit tvær máltíður um dagin, men heima er tað ikki altíð, at vit hava ráð til mat. Í vikuskiftinum eta vit kanska annan dagin, kanska hvørgan. Vit hava ikki ráð til so nógvan mat, sigur Zuenah Akiniyi. Hon sigur, at hetta er serliga keðiligt hjá yngsta systkinabarninum, sum hevur HIV. – Heilivágurin hjá honum skal virka í samvirki við matin, men um hann ikki fær mat, virkar heili­ vágurin ikki til fulnar, sigur hon. Føroyar eru heilt øðrvísi Hon sigur, at tað er eitt sindur ilt hjá henni at skilja, hvussu stórur munurin er millum Kenja og Før­oyar. – Alt er øðrvísi. Her er alt ókeyp­ is, skúlarnir, sjúkrahúsverkið, vatnið. Í Kenja mugu vit rinda fyri alt. Her royna myndugleikarnir at hjálpa tær, tað gera teir ikki har. Í Nakuru eru tí nógv heimleys og nógv gentur á gøtunum. Tað sæst als ikki her, sigur Zuenah Akiniyi. Í Føroyum hevur hon vitjað ymsa­staðni. Seinastu vikurnar hevur hon verið í Suðuroynni, har 400 ung hava hoyrt hana siga sína søgu. Og okkurt ítøkiligt er eisini komið burtur úr. – Á Tvøroyri søgdu tríggjar kvinnur, at tær vildu stuðla syst­ur míni, bróður mínum og systkina­ barninum at sleppa á skúlan hjá NLAI. Tað fer at bjarga framtíð teirra, eins og tað gjørdi mínari. Um eg ikki var sloppin á NLAI, hevði eg enda sum mamma og verið noydd at tikið okkurt hissini arbeiði her og har og vóna tað besta, sigur hon. Hon er tí ómetaliga fegin um nógva stuðulin, sum NLAI hevur fingið millum annað úr Føroyum. Vil sleppa í skúla í Føroyum Á ferðaseðlinum stendur heim­ ferðin at vera 28. novembur, men Zuenah Akiniyi vónar, at hon sleppur at vera longri. Tey, ið hýsa henni her í Føroyum, hava søkt myndugleikarnar um uppi­ haldsloyi, so at hon kann sleppa at ganga á Glasi og læra sniðgeving á klædnabreytini. – At ganga á skúlanum hjá NLAI gav mær eina framtíð og vón. Tá Laila av Reyni var í Nakuru, lærdi hon okkum at seyma og gera klæði. Eg vóni, at eg kann sleppa at ganga í skúla her í Føroyum og læra enn meiri um sniðgeving, so eg kann liva av tí í framtíðini. So vóni eg, at eg kann hava yvirskot til at hjálpa øðrum, sum hava tað torført, sigur Zuenah Akiniyi. – Á skúlanum fingu vit tvær máltíður um dagin, men heima er tað ikki altíð, at vit hava ráð til mat. Í vikuskiftinum eta vit kanska annan dagin, kanska hvørgan, sigur 18 ára gamla Zuenah Akiniyi, sum hevur søkt um uppihaldsloyvi í Føroyum Á Tvøroyri søgdu tríggjar kvinnur, at tær vildu stuðla systir míni, bróður mínum og systkina­barninum at sleppa á skúlan hjá NLAI. Tað fer at bjarga framtíð teirra, eins og tað gjørdi mínari Zuenah Akiniyi STUÐULIN ÚR FØRO BJARGAÐI FRAMTÍÐ Eg vóni, at eg kann sleppa at ganga í skúla her í Føroyum og læra enn meiri um sniðgeving, so eg kann liva av tí í framtíðini