Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. september 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 21. september 2004 29 AB fall á Sevmýru, og vágamenn megnaðu ikki at halda damp- inum uppi í Klaksvík, har KÍ nú ger enn eina roynd at koma upp um strikuna 2. DEILD Jákup Mørk Trið seinasta umfarið í aðrdu deild stóð á skránni um vikuskiftið, og fyri ein stóran part var hetta sann- leikans tími, nú støðan í deildini var vorðin somikið spent. Hjá AB mundi tað í øll- um førum kennast sum dómadagur, tá teir vitjaðu hjá TB. Undan dystinum vóru liðini bæði ájøvn í stigum, men serliga hjá AB heur einki vilja borið til seinastu vikurnar, og tað gjørdi tað heldur ikki hesa- ferð. TB var alla tíðina meira ágrýtna liðið, og tað eydn- aðist teimum eisini at koma á odda fyri steðgin, tá Emmanuel Larby sendi bóltin í kassin. Og hetta skuldi so langt í frá gerast einasta útlendska íkastið til dystin. Danski álopsleikari hjá AB, Nicolaj Eriksen vildi nevnliga eisini sleppa upp í part, og hann gav gestunum eina vón, tá hann javnaði, men ghanesisku leikararnir hjá TB vóru ikki lidnir.Larby var aftur rætti maðurin á rætta staðnum, tá hann legði TB framum, og tá Daniel Nyarko so økti til 3-1, var ikki stórt meira hjá AB at gera. Og eftir øllum at døma, so var hetta eisini mønu- stingurin hjá AB í upp- flytingarstríðnum. Teir eru kanska tað oddaliðið, sum hevur truplastu eftirverandi dystarskránna, og nú tykist spurningurin einamest vera, hvørt tað yvir høvur skal eydnast teimum at fáa heiðursmerki í deildini, eftir at teir annars hava verið við til at mynda oddin alt kappingarárið. B71 hevur fulla ferð á Tað hava sandoyingar kanska als ikki gjørt í sama mun, men nú tað av álvara er farið at telja, eru teir gulu so sanniliga við. Ikki minst tykist eftir- verndi dystarskráin við botnliðum á skránni at vera sandoyingum til fyrimuns, og teir greiddu eisini fyrsta setningin í so máta, tá VB vitjaði. Tað var tó ikki heilt uttan at hvøkka B71, at vág- bingar vóru á oynni. Alt tóktist annars ganga púrasta eftir ætlan, tá Tummas Pauli Olsen og Jónsvein Thomsen høvdu syrgt fyri leiðslu til heimaliðið, men knappliga svaraði VB aftur. Eitt mál hvørju megin steðgin fekk av álvara heimaliðið at rakna við. Og so kundi Jónsvein gera sítt hattrick, meðan Tummas Pauli slapp at staðfesta sigurin, sum altso heldur sandoyingunum heilt har frammi, sum tað er stuttligt at vera. Fjórða oddaliðið undan vikuskiftinum var FS Vágar, sum við sigrinum á TB mikukvøldið av álvara blásti lív í sínar vónir. Men hesar vórðu so dyggiliga sløktar í Klaksvík. Har hevði heimaliðið úr at gera, til tess at vissa sær fjar- støðu frá botnsessinum. Teir stríddust fyri hvørjum tí einasta bólti, og tað var nakað nógv meira enn gest- irnir gjørdu, og so skuldi tað verða munur á. Gunnleif Biskupstø og fyrrverandi FSV-leikarin, Elfinn Ørvarodd, løgdu vertirnar framum, og tó at Sonny Johansen svaraði aftur fyri steðgin, so var hetta á ongan hátt nóg mikið til at ørkymla vert- irnar. Olaf Færø og super- veteranurin, Marek Wierz- bicki, skutu eitt mál hvør, áðrenn Tór-Ingar Akselsen móti dystarenda kundi geva vágamonnum eitt troystar- mál, sum tó ikki man hava tað heilt stóra virðið kort- ini. Stigasavnan í Leirvík Seinastu báðir dystirnir, sum vórðu leiktir leygar- dagin, hoyra helst til bólkin fyri týdningarleysar dystir, tó at stigainnsavnanin hjá LÍF eftir summarsteðgin helst hevur betri uppiborið. Hesaferð gjørdist talan um stig nr 17, 18 og 19 av teimum seinastu 21 gjør- ligu, tá teir vitjaðu á Kross- inum í Sumba. Magnus Skoralíð gjørdi fyri steðgin einasta málið í dystinum, tá hann sendi brotsspark í netið, og so hjálpti tað lítið, at heimaliðið royndi at trýsta. Mál fingu teir ikki. Seinasti dysturin var í Gundadali, har Royn vitjaði B36. Eftir málleysan fyrra hálvleik kundi Kaj Roes leggja Royn á odda, men tað var ikki nóg mikið til at tryggja stigini. Tórur Hentze og B36 finug nevn- liga seinasta orðið, tá hesin javnaði til endaliga úrslitið, sum helst hevur við sær, at B36 av álvara kann krúpta úr niðurflytingarvandanum. TB-AB 3-1(1-0) 1-0 Emmanuel Larby 1-1 Nicolaj Eriksen 2-1 Emmanuel Larby 3-1 Daniel Nyarko B71-VB 5-2(3-1) 1-0 Tummas P. Olsen 2-0 Jónsvein Thomsen 3-0 Jónsvein Thomsen 3-1 Hans Allan Michelsen 3-2 Elian Hansen 4-2 Jónsvein Thomsen 5-2 Tummas P. Olsen KÍ-FS Vágar 4-2(2-1) 1-0 Gunnleif Biskopstø 2-0 Elfinn Ørvarodd 2-1 Sonny Johansen 3-1 Olaf Færø 4-1 Marek Wierbicki 4-2 Tór-Ingar Akselsen Sumba-LÍF 0-1(0-1) 0-1 Magnus Skoralíð brtsp. B36-Royn 1-1(0-0) 0-1 Kaj Roest 1-1 Tórur Hentze TB og B71 best fyri Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 FCM 7 5 - 0 - 2 11 9 2 15 2 Brøndby (S) 7 4 - 2 - 1 10 5 5 14 3 OB 7 4 - 1 - 2 15 8 7 13 4 AGF 7 3 - 2 - 2 11 7 4 11 5 Esbjerg 6 3 - 1 - 2 15 8 7 10 6 Silkeborg 7 3 - 1 - 3 12 11 1 10 7 Viborg 7 3 - 1 - 3 7 8 -1 10 8 FC Nordsj. 7 3 - 1 - 3 9 12 -3 10 9 FCK (M) 7 1 - 4 - 2 11 13 -2 7 10 Herfølge 7 2 - 1 - 4 5 13 -8 7 11 AaB 7 1 - 1 - 5 8 11 -3 4 12 Randers FC 6 1 - 1 - 4 3 12 -9 4 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK) Danska 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 HIK 8 6 - 1 - 1 20 9 11 19 2 Vejle 8 5 - 0 - 3 23 19 4 15 3 Sønderjyske E8 4 - 2 - 2 19 11 8 14 4 Fredericia 8 4 - 2 - 2 18 10 8 14 5 AC Horsens 8 4 - 2 - 2 13 8 5 14 6 Køge 8 3 - 4 - 1 21 12 9 13 7 Skjold 7 4 - 1 - 2 13 9 4 13 8 Frem 7 3 - 3 - 1 11 4 7 12 9 AB 7 4 - 0 - 3 14 13 1 12 10 Fr. Amager 7 3 - 2 - 2 13 8 5 11 11 NFA 8 3 - 2 - 3 21 17 4 11 12 Brønshøj 7 2 - 1 - 4 14 20 -6 7 13 Næstved 8 1 - 1 - 6 7 18 -11 4 14 B 93 8 0 - 4 - 4 10 23 -13 4 15 Ølstykke 8 1 - 1 - 6 5 24 -19 4 16 Dalum 7 1 - 0 - 6 9 26 -17 3 Føroyskir leikarar: Gunnar Nielsen Jón Rói Jacobsen (Frem), Jann Ingi Petersen, Andrew av Fløtum, Hjalgrím Elttør (Fremad Amager), Johan Byrial Hansen (AC Horsens) Danska 2. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brabrand 7 5 - 1 - 1 21 12 9 16 2 Slagelse 7 4 - 2 - 1 13 8 5 14 3 Jetsmark 7 4 - 2 - 1 16 13 3 14 4 Glostrup 7 4 - 1 - 2 17 13 4 13 5 Kolding FC 7 4 - 0 - 3 15 13 2 12 6 Lyngby 7 3 - 1 - 3 14 12 2 10 7 B 1913 7 3 - 1 - 3 13 11 2 10 8 Holbæk 7 3 - 1 - 3 11 11 0 10 9 B 1909 7 3 - 1 - 3 9 10 -1 10 10 Roskilde 7 3 - 0 - 4 8 12 -4 9 11 Holstebro 7 2 - 2 - 3 11 12 -1 8 12 Hjørring 7 2 - 2 - 3 9 11 -2 8 13 Kalundborg 7 2 - 1 - 4 14 16 -2 7 14 Næsby 6 2 - 1 - 3 7 9 -2 7 15 Aarhus Fr. 6 1 - 2 - 3 11 10 1 5 16 Værløse 7 1 - 0 - 6 7 23 -16 3 Føroyskir leikarar: Christian Holst Lamhauge (Lyngby) Íslendska Landsbankadeildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 FH 18 10 - 7 - 1 33 16 17 37 2 ÍBV 18 9 - 4 - 5 35 20 15 31 3 ÍA 18 8 - 7 - 3 28 19 9 31 4 Fylkir 18 8 - 5 - 5 26 20 6 29 5 Keflavík 18 7 - 3 - 8 31 33 -2 24 6 KR 18 5 - 7 - 6 21 22 -1 22 7 Grindavík 18 5 - 7 - 6 24 31 -7 22 8 Fram 18 4 - 5 - 9 19 28 -9 17 9 Víkingur R 18 4 - 4 -10 19 30 -11 16 10 KA 18 4 - 3 -11 13 30 -17 15 Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (ÍA), Fróði Benjaminsen og Hans Fróði Hansen (Fram) Útlendsku leikararnir gjørdu góðan mun, tá AB leygar- dagin var á Tvøroyri Mynd: Áki Bertholdsen 29 28 Nr. 179 - 21. september 2004 Julian setti orduligt punktum Landsliðsspælarin í Akranesi skoraði bæði ÍA málini, sum tryggjaðu ÍA sigur á ÍBV og bronsukrón- urnar í landskapp- ingini, har Fram enn eina ferð bjargaði sær, hóast teir vóru fyri eyðmýkjandi tapi ÍSLAND Jóannes Hansen Julian Johnsson setti rimmar punktum fyri íslendska kappingarárið. Næstsíðsta vikuskifti var hann ikki á liðnum hjá ÍA, tí hann var darvaður av skaða, sum hann hevði fingið í landsdystinum móti Fraklandi. Sunnu- dagin var hann á ÍA mið- vøllinum, tá ið skaga- menn tóku ímóti ÍBV. Og Julian gjørdi ein ordu- ligan vørr. Hann skoraði í 1. hálvleiki tvey mál. Í 2. hálvleiki minkaði ÍBV um munin, men málini hjá Juliani bóru heima- sigurin við sær. ÍA fekk bronsukrónur, og ÍBV vann silvurkrón- ur. Fyri fyrstu ferð nakr- antíð eydnaðist tað FH avHafnafirði at vinna meistaraskapin. Í síðsta umfarinum vunnu teir 2-1 á Akureyri ímóti KA, sum noyddist tungu leiðina niður í næstbestu deild- ina. Saman við teimum fór Víkingur úr Reykjavík niður í næstbestu deild- ina. Tað syrgdi Grindavík fyri. Teir javnaðu til 3-3 í síðstu løtu. Harvið bjargaði Fram sær plássið í bestu deild- ini, hóast teir vóru fyri eyðmýkjandi tapi á heimavølli ímóti Kefla- vík, sum vann 6-1. Av- rikið hjá føroyska útiseta- felagnum varð sagt at vera so ússaligt, at heima- síðani hjá teimum ikki vildi skriva um tað! Hans Fróði Hansen var í miðverjuni hjá Fram, meðan Fróði Benjamins- en ikki var millum teir fyrstu ellivu. Hann var á beinkinum. Hetta var fimta árið á rað, at Fram fram ímóti kappingarenda bjargaði sær plássið í bestu deildini, eftir at tað mesta partin av árinum hevur sæð heilt illa út. Fylkir vann 3-1 á KR, sum eftir tvey meistarheiti á rað, ikki hevði nakað serligt kappingarár. At FH er íslandsmeist- ari ber við sær, at tað verður í Hafnafirði, at HB í apríl skal spæla ímóti íslendska meistaraliðn- um. FM vinnarin og ÍM vinnarin spæla annað- hvørt ár í Íslandi og ann- aðhvørt ár í Føroyum. Í ár var dysturin í Føroyum. Tá vann HB fyrsta før- oyska sigurin í sovornum uppgerðum. Julian endaði árið á besta hátt, tá hann í seinasta dystinum varð tvífaldur málskjútti Andrew av Fløtum var einsamallur føroyingur á liðnum hjá Fremad Amager, sum fekk málleysan javnleik ímóti Johan B. Hansen og Horsens DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Eftir at tað leingi ikki hevur roynst serliga væl hjá Frem, eydnaðist tað í vikuskift- inum at vinna sannførandi sigur. Jón Rói Jacobsen og liðfelagarnir vóru í Øl- stykke, og har vunnu teir 4- 0. Frem hevur seinastu umførini havt trupulleikar at fáa mál. Tað høvdu teir ikki hesa ferð. Í 9. minutti fingu teir hol á, og so var tað ikki spurningur um, hvør fór at vinna, men hvussu stórur sigurin hjá gestunum fór at verða. Jón Rói Jacobsen var allar 90 minuttirnar í mið- verjuni, sum sambært donsku miðlunum var sera sannførandi. Fremad Amager var í Horsens, har slagið millum føroysku útisetafeløgini endaði við málleysum javn- leiki. Tað vóru teir í Frem- ad Amager væl nøgdir við. Horsens eigur eitt gott lið, sum verður roknað millum tey, ið fara at stríðast um uppflytingina. Andrew av Fløtum var einsamallur føroyingur á liðnum hjá Fremad Am- ager. Hann var við allar 90 minuttirnar. Jann Ingi Petersen varð skaddur undir venjing fríggjadagin. Hann fekk eitt hornaflagg í eygað. Teir vóru rættuliga kløkkir og føroyski miðvallarin varð í skundi fluttur á sjúkrahús at kanna, um eygað hevði fingið skaða. Tíbetur vísti tað seg ikki at vera so galið. Jann Ingi skal binda frið í tíggju dagar. Púra óvæntað eru HIK og Vejle á uppflytingarpláss- unum. HIK vann 2-1 í Sønderborg ímóti Sønder- jyske, og Vejle vann 4-3 á útivølli móti B93. Tá ein minuttur var eftir av vanligum leiktíðini var B93 frammanfyri við tveimum málum! Horsens er á triðja plássi við 14 stigum. Frem hevur 12 stig, og Fremad Amager hevur 11 stig. Sunnudagin skal Fremad Amager spæla á heimavølli ímóti B93. Frem skal í annaðkvøld í spæla ímóti AB og sunnu- dagin móti Sønderjyske. Eftir Brøndby sigurin á FCK verður tað í donsku miðlunum roknað væl meiri sannlíkt, at FCK venj- arin fer at fáa sekkin SUPERLIGAN Jóannes Hansen Meðan Todi Jónsson stríð- ist fyri at koma fyri seg eftir liðbandsskaðan í knæ- num, so gongur tað av skriðuni hjá FCK. Uppaftur meiri spell er tað, at Todi skal vera óarbeiðsførur, tí í FCK er eingin ivi um, at ein av orsøkunum til, at tað hevur gingið heilt illa hig- artil í hesum kappingarár- inum er, at álopið er langt frá so gott, sum tað var undan summarsteðginum, tá ið Todi var væl fyri, men ikki slapp framat, tí tað gekk so sera væl hjá kapp- ingarneytunum hjá honum. Álvaro Santos er bara ein skuggi av tí, sum hann vísti fyrr í summar. Hans Backe, FCK venjarin, segði sunnu- dagin, at hann ætlar at seta Álvaro Santos av. Trupul- leikin hjá FCK er, at teir hava ongan upplagdan av- loysara. Um Todi nú hevði havt verið væl fyri, so hevði tað verið upplagt, at hann og Zuma aftur høvdu havt fingið møguleikan saman. Sunnudagin smurdi Brøndby FCK av í Parkini. Úrslitið var 3-1, men Brøndby kundi havt vunnið meiri. Talan var um besta Brøndby avrikið, síðani Michael Laudrup gjørdist venjari, halda teir í Danmark. Í FCK er ordulig kreppa. Avrikið móti Brøndby var vánaligt, og í donsku miðl- unum varð í gjár tosað um kreppu. Møguleikin at Hans Backe, sum annars hevur verið roknaður sum mest tryggi venjarin í Danmark, skal fáa sekkin, verður nú roknaður væl meiri sannlíkur, enn hann nakrantíð hevur verið — um hann yvirhøvur hevur verið til staðar. FCK spælararnir rann- saka seg sjálvan. Liðfor- maðurin, Bo Svensson, sum Niels-Christian Holm- strøm, ítróttarstjórin, sunnudagin segði hava givið Brøndby fyrsta málið, staðfesti, at tað eru fleiri FCK spælarar, sum ikki eru nóg væl fyri at spæla. Og Hans Backe helt, at hansara menn eru ikki nóg svangir. Soleiðis er tað ofta hjá liði, sum hevur vunnið nógv, staðfesti venjarin, sum kortini ikki vildi vera við, at kappingarárið hjá teim- um er miseydnað. – Um vit vinna einar átta dystir á rað, so verða vit við aftur, har tað er stuttligt at kappast, segði Hans Backe. FC Midtjylland er odda- lið. Leygardagin vunnu teir 9. heimasigurin á rað. Teir vunnu 2-1 á Silkeborg, og enn eina ferð var Moham- med Zidan millum mál- skjúttarnar. AGF vann fyrsta heima- sigurin í ár. Teir vunnu 2-0 á Herfølge, sum saman við FCK hevur tað torført í botninum. OB vann fyri fyrstu ferð á FC Nordsjælland. Í fyrstu seks royndunum ímóti sælandska liðnum hevði OB ikki rokkið meiri enn javnleiki. Hesa ferð gjørdu teir orduliga bart á heima- vølli. OB vann 4-0. Hjá AaB hevur tað gingið av skriðuni higartil, og heldur ikki í Esbjerg eydn- aðist tað at fáa stig. AaB hevði góðar møguleikar, men teir fingu einki mál. Esbjerg fekk brotsspark, sum AaB málverjin, Jimmy Nielsen, bjargaði í stórum stíli. Tað tóktist sum um, at úrslitið skuldi gerast mál- leysur javnleikur, men í evstu løtu fekk Esbjerg sigursmálið. Randers fekk næstsíðsta vikuskifti málleysan javn- leik á heimavølli móti FCK. Hetta var fyrsta stigið hjá Randers í superliguni. Hesa ferð vóru teir í Viborg, og har vunnu teir 1- 0. Viborg venjarin helt, at hetta var ússaligasta av- rikið, sum hansara menn nakrantíð høvdu víst ella ikki víst, og Lars Olsen, venjarin hjá Randers, helt, at nú høvdu hansara menn vant seg við ferðina í bestu deildini. Longu í annaðkvøld verður tað aftur spælt í superliguni. Endiliga vann Frem Backe í leysari luft Mett verður, at FCK-venjarin nú hongur í sera klønum tráð C M Y K 28