mánadagur 7. november 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 45 • 7. NOVEMBER 2016
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Danjal av Rana
H
eilt síðan 1955, bert sjey ár
eftir at Ísrael varð stovnsett
sum stjálvstøðugt land aftur,
hevur Jerusalem verið karmur um
árliga afturvendandi tiltakið Jerusa
lem March, har fólk frá alheims tjóð
um luttaka fyri at sína stuðul og
solidaritet við landinum Ísrael.
Í ár var Jerusalem skrúðgongan
hildin 20. oktober, og føroyingar vóru
eisini við í hesi skrúðgongu. Mads
Andreas Winther, var ein teirra, og
hann sigur, at tað er eitt heilt serstakt
upplivilsi at sleppa at luttaka í hesi
skrúðgonguni.
Í ár vóru tað meir enn 80 tjóðir og
5.000 fólk, sum luttóku. Eisini vóru
átta føroyingar við í skrúðgonguni.
Talan var um føroysku hjúnini Jonnu og
Bjørgfinnur Heinesen og børn teirra,
Majbritt og Mads Andreas Winther
og Marthu og Eyðfinn Reyðberg, sum
bóru føroyska flaggið, og harvið sýndu
jødiska fólkinum og ísraelsku tjóðini
at tey eisini hava stuðlar í Føroyum.
Skrúðgongan er í samband við
leyvsælahøgtíðina, Sukkot, har fólkið
í Jerusalem fer út á gøturnar, til tess
at fylgja við og taka ímóti stóru mann
fjøldini, ið komin er úr fleiri enn 80 av
heimsins londum, fyri at vísa stuðul
og solidaritet og ynskir teimum eina
gleðiliga hátíð.
– Tað er bæði stuttligt og hjarta
nemandi at luttaka í skrúðgonguni.
Jødiska fólkið er ikki vant til nógvan
stuðul frá alheims samfelagnum, og
her er sjón fyri søgn, at fólk úr so
nógvum londum møta upp, tí tey vilja
vísa sín avgjørda stuðul til jødiska
fólkið og Ísrael sum land. At merkja
hita og vinarlag millum tey og okkum
sum føroyingar er sermerkt og stórt,
sigur Mads Andreas Winther.
Lurta vit nógv eftir tí hoyrt verður
í tíðindunum fæst sjótt varhugi av,
at tað er ótrygt at vitja Ísrael, men
hetta er als ikki so, sambært føroyska
ferðalagnum.
– Tað kennist bæði trygt og gott
at ferðast í landinum, og tað er undr
unarvert, at tað ber til at hava so nógv
fólk, úr so mongum londum og við so
ymiskari trúgv, búgvandi í einum so
lítlum landi sum Ísrael. Tað krevur
bæði dugnaliga leiðslu og álítandi
eftirlit, sigur Mads Andreas Winther.
Hann heldur, at eitt sum eisini er
sermerkt við Ísrael, er vilji teirra til
framburð. Fyri fáum árum síðani var
turkur í landinum. Í dag gera tey sjógv
til allarbesta vatn, og landið selur
nú hesar loysnir til onnur lond kring
heimin, greiðir hann frá.
– Tað er stuttligt í dag at síggja
grønar fløtur, har tað fyrr bert var
oyðimørk, og at nógv ymiskt frukt og
grønmeti verður framleitt har, sigur
hann.
Í oktobur luttóku
átta føroyingar í
Jerusalem March fyri
at vísa sín stuðul
og solidaritet við
landinum Ísrael
Merkið veittraði
í Jerusalem
Leyvsælahøgtíðin
Sukkot á hebraiskum. Høgtíðin varar í níggju dagar.
Høgtíðin skal minna jødarnar á ferðina hjá ísraelsfólki gjøgnum
oyðimørkina. Gud gevur boð um at halda høgtíðina í 3. mósebók
23:42: “Tá skulu tit í sjey dagar búgva í leyvsølum.” Endamálið er
at minna jødarnar á, at á ferðini úr Egyptalandi til Ísraels búðu tey í
smáttum ella tjøldum (leyvsølum).
Hvør famija skal byggja sína egnu smáttu, sum skal standa
undir opnum himli. Takið á smáttunum skal vera úr leyvi. Menninir í
familjuni skulu eta og sova í smáttuni. Í dagsins Ísrael er tó vanligt,
at smátturnar vera gjørdar í samband við sýnagogurnar, heldur enn
at hvør familja hevur sína egnu.
Sukkot er eisini eitt slag av heysttakkarfest. Í gomlum døgum
plagdu bóndarnir at fara til templið at ofra og takka fyri grøðina
hetta árið. Frá hesum degnum byrjað tey eisini at biðja um regn
aftur, eftir eitt langt og turt summar.
Mads Andreas Winter og familjan uppi á Masada
5.000 fólk luttóku í
skrúðgonguni í Jerusalem í ár