Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-07, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. november 2016síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 45 • 7. NOVEMBER 2016 18 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Kommunuvalið 2016 ✗ Tá Einar og Villi lógu veður­ fastir í Fugloy á valdegnum Vilhelm Johannesen, fyrrverandi løgtings-og landsstýrismaður, veit um nógvar stuttligar valsøgur at siga. Ein er um, tá Einar Waag og Villi Sørensen fóru út til Fugloyar at fiska eftir atkvøðum beint undan einum løgtingsvali í fimmtiárunum. - Tá endaðu teir veðurfastir og sluppu ikki at velja seg sjálvar, sigur hann Vilmund Jacobsen V ilhelm Johannesen, sum er pápi løgmann, Aksel V. Johannesen og Signhild Johan- nesen, býráðslim í Klaksvíkar kommunu, er eisini pápi, Líggjas Johanesen og Bethuel Johannesen, sum reka línuskipið, Klakk. Sjálvur var Vilhelm Johannesen partur av politiska umhvørvinum í Føroyum í sam-full 28 ár, harav hann var landsstýrismaður í tveimum umførum. Hann varð fyrstu ferð uppstillaður í 1970, men varð ikki valdur. Tað varð hann heldur ikki á løgtingsvalinum í 1979, men gjørdist tá nummar 2. Stokkut landsstýristíð Í 1979 varð Jákup Lindenskov, sum tá var lands­stýrismaður fyri Javnaðarflokkin, valdur á fólka­ting, og tá fekk Vilhelm Johannesen lands­ stýrissessin hjá honum. Men, hetta gjørdist ikki nøkur long tíð í lands­ stýrinum, tí longu árið eftir - í 1980 - slitn­aði samgongan upp á uttanlandssigling, og vit fingu val í ótíð. Á valinum í 1980 varð Vilhelm Johannesen fyrstu ferð valdur á løgting, men tey næstu fýra árini - 1980-1984 - var Javnaðarflokkurin í andstøðu, meðan Sambandsflokkurin við Paula Ellefsen sum løgmanni ráddi fyri borgum. Eftir løgtingsvalið í 1984, tá Vilhelm Jo­ hanne­sen aftur vann sær tingsess, gjørdist hann lands­stýrismaður, har hann eitt nú umsat ali­ vinnuna, sum tá var lutfalsliga nýggj í Føroyum. Hesi árini sat Javnaðarflokkurin við Atla P. Dam sum løgmanni til róðurs, og hetta lands­ stýrisskeiðið vardi tíðina út - ella fram til 1988. Nú skulu vit ikki í hesi greinini gera burtur úr politiska lívinum hjá Vilhelmi Johan-nesen, men tað skerst ikki burtur, at maðurin er kendur fyri at hava eitt serstakliga gott minni. Einar, Richard og Villi Meðan vit skifta orð við fyrrverandi og roynda politikaran í Klaksvík, leiða vit prátið aftur til 1950, tá gamli, Einar Waag, varð valdur á ting fyri Javnaðarflokkin. Hetta valskeiðið vardi í fýra ár, og til løg­ tings­valið í 1954 var Einar Waag uppstillaður á javnaðarlistanum sum nummar eitt og Richard Jacobsen, sum eisini var kendur frá lækna­ stríðnum, var uppstillaður sum nummar tvey. – Tá avtornaði, gjørdist Richard Jacobsen nummar eitt og fekk fleiri atkvøður enn Einar Waag og listin tilsamans. Vilhelm Johannesen sigur, at valskipanin tá var, at tann, sum gjørdist fremstur í atkvøðum, eisini fekk listaatkvøðurnar í sín part. – Í 1958, tá løgtingsval varð aftur, varð Poul Jacob Olsen valdur á ting fyri Jav-naðarflokkin, og minnist eg rætt, endaði Villi Sørensen tá á øðrum plássi - og Einar Waag kanska á triðja plássi. Hetta minnist eg ikki heilt, men neyva úrslitið sæst, um hugt verður eftir valtølunum hetta árið. Ein stuttlig søga Vilhelm Johannesen veit um nógvar stuttligar valsøgur at siga, og ein er, tá Einar Waag og Villi Sørensen fóru út til Fugloyar at fiska eftir atkvøðum beint undan einum løgtingsvali í fimmtiárunum. – Einar Waag gekk høgt upp í val, tá val stundaði til, men eg haldi ikki, at hann gjørdi so nógv burtur úr, tá valið var lagt afturum. Fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin sigur, at tað, sum hendi á vitjanini hjá Einari Waag og Villi Sørensen í Fugloy, var, at teir lógu veðurfastir, tá valið skuldi vera. Soleiðis sluppu teir ikki til Klaksvíkar aftur at atkvøða fyri sær sjálvum á valdegnum. – Onkur hevur sagt, at tað var júst henda eina atkvøðan, sum vantaði hjá Einari Waag fyri at verða valdur, men hetta er mær vitandi ikki rætt, sigur Vilhelm Johannesen. MARIN KATRINA FRÝDAL VIT RÆTTA KÓSINA LONGU Í 2016 MARINKATRINA.FO - Tað, sum hendi á vitjanini hjá Einari Waag og Villi Sørensen í Fugloy, var, at teir lógu veðurfastir, tá valið skuldi vera. Soleiðis sluppu teir ikki til Klaksvíkar aftur at atkvøða fyri sær sjálvum á valdegnum, sigur Vilhelm Johannesen