Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-07, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. november 2016síða 48

‹ fyrra síða allar 48 síður

Tekstur á síðuni

VIKA 45 • 7. NOVEMBER 2016 24 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Kommunuvalið 2016 ✗ – Vit játta 10 milliónir krónur eyka til eldraøkið til tess at fáa fleiri flógvar hendur til arbeiðis í heimatænastuni og á ellis- og røktarheimunum. – Vit játta 10 mió. kr. eyka til dagstovnaøkið, so pedagogarnir í framtíðini fáa longri tíð saman við einstaka barninum. – Vit bjóða landsstýrinum, Bústøðum, fakfeløgum, pensjónsgrunnum og øðrum áhugaðum íleggjarum til samstarv um at loysa bústaðarmálið. Aðrir flokkar siga, at teir ætla at lækka skattin millum 2 og 4 prosent. Eitt skattaprosent er 34 mió. kr., so tá fjarar skjótt í kassanum. Tjóðveldi mælir til at lata skattakrónurnar koma fólki til góðar. Tænasturnar til borg ararnar verða raðfestar fyrst. Vit lækka so eisini skattin, um tað ber til. Vit biðja um tín stuðul at seta fólkið og fólkaræðið fremst frá 2016 til 2020. Set ein sterkan lista E í Tórshavnar býráð! Jógvan Arge, varaborgarstjóri úr Tjóðveldi Tjóðveldi raðfestir fólkið fyrst og fremst í næstu býráðssetu.