Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. november 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. november 2016 · Nr. 129 mikudagsblaðið Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Í skrivandi stund stevna fólk á val kring landið at gera av, hvør skal stjórna teimum 29 kommununum, sum eru, tá nýggju stýrini taka við á nýggj­árinum. Av tí at blaðið verður prentað, áðrenn valhølini lata aftur, so kenna vit heldur ikki valúrslitið, sum tó er greitt, tá lesarin fær hetta blað í hendi. Men hóast vit ikki kenna úrs­ litið, so kunnu vit hugleiða um upp­gávurnar, sum nýggju komm­ un­u­stýrini skulu í holt við. Hugsjónarligu munirnir millum pol­itisku flokkarnar, sum stilla upp, hava ikki verið so eyðsýndir. Øll val­evni leggja dent á eldraøkið, sum í fjør varð lagt út til kommunurnar at umstita. Kanska kommunustýrini hava verið heldur góðvarin, um tey hava hildið, at nóg mikið av pengum fóru at fylgja við, tá landið flutti ábyrgdina til kommunurnar. Tí er avbjóðingin hjá flestu komm­un­u­num, at tær mugu finna fleiri pengar til økið. Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, so kundu hgusjónarligu munirnir vera stórir, í øllum førum í høv­uðs­stað­ num. Tað minnast vit eitt nú við­ víkj­andi flogvølli á Glyvursnesi ella Sunds­deplinum, sum Hans Mort­ en­sen, vinnu­lívs­maður, í sín­ari tíð hevði ætlanir um at gera á Sundi. Í tíðini, tá Poul Michelsen og Fólka­flokk­urin ráddu fyri borgum varð eisini nógv tosað um dagrøkt, um barnaansin, og mangan gingu bylgj­urnar høgar, tí ósemjan varð stór. Tað vóru tey, sum hildu, at mamm­ur og ommur dugdu best at ansa børnum, nógv betur ein peda­ gog­ar. Men tá til stykkis kom, so vórðu øll kortini samd um at byggja út vøggu­stov­ur og barnagarðar – og so væl hev­ur hetta verið útbygt, at tað kjak­ið er horvið sum døgg fyri sól. Tað sá út sum um, at kjakið um havn­ar­útbyggingina í Havn fór at ger­ast eitt tílíkt hugsjónarligt stríðs­mál, men tað stríðið hæsaði av, áðr­enn valstríðið byrjaði. Men sakna vit hugsjónarliga kjak­ið, so er hugurin at sleppa fram at vald­inum ovurstórur. Men tað er meira tann persónligi hugurin, held­ ur enn hugsjónarligi hugurin – har flokkar við ávísum meiningum vilja hava síni fólk framat. Hetta ger politikkin fátækari. Tú hevur ikki valið millum flokkarnar – og tá flokkarnir, eitt nú í Havn, føra seg fram við personum, sum koyra í sjálvdrátti, so máar tað støði und­an tilverugrundarlagnum hjá pol­it­iskum flokkum. Kanska er kommunupolitikkur øðrvísi enn landspolitikkur. Og kanska ávísir flokkar kundu kastað saman um listar, tá kommunuval er. Eitt nú er tjóðskaparmálið ikki við í kommunupolitikki. Bara tað kundi lagt fleiri flokkar saman, sum í fel­ag kundu tikið tung og týðandi politisk tøk. Valstríðið var ikki um hugsjónir – men sjálvdráttur meðan vit bíða... Gong­ ur út yvir sjú­k­ling­ arnar Sosialráðgevarar síða 14 400 ára minni Virgar dalsgaard Síða 14-15 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Í gjár varð sátt­ máli und­ir­skriv­ aður um bygg­ ing av báðum tunlu­num Í dag hava P/F Eystur- og Sand­oy­ar­tunlar og NCC und­ ir­skrivað sáttmála um bygg­ing av Eystur- og Sand­oy­ar­tunl­ i­num við tilhoyrandi veg­um. Sáttmálin er upp á 2.073 mill­i­ónir krónur. Í mun til upp­run­aliga tilboðið frá NCC, sum var upp á 1.892 milli­ónir krónur, hava part­ar­nir nú avtalað, at alt ar­beið­ið er til fastan prís uttan vatn­trygg­ ing og tetting av fjall­i­num. Harafturat um­fat­ar sátt­mála­ upp­hædd­in prís- og løn­ar­ hækk­ing­ar í bygg­i­tíð­ar­skeið­ inum. Farið verður fyrst undir at gera Eysturoyartunnilin. Tá hann er liðugt sprongdur, verð­ur farið undir at spreingja Sandoyartunnilin. Sam­ stundis, sum byrjað verður at spreingja Sandoyartunnilin, verð­ur Eysturoyartunnilin gjørd­ur liðugur. Sáttmálin við NCC um­fat­ar ikki el-arbeiði og aðrar tekn­ iskar lutir. Hetta verður tí ætl­ andi boðið út komandi ár. NCC byrjar at fyrireika ar­ beið­ið alt fyri eitt. Møguleiki er framvegis fyri at fyrsta skotið fyri Eyst­ur­oy­ ar­tunlinum verður í ár. Sáttmálin er treytaður av løg­frøð­i­lig­ari góðkenning (due dili­gence) av lánsskjøl­ u­num, eins og mynd­ugleika góð­kenn­ing. Hetta arbeiðið verður vænt­andi liðugt áðrenn 15. des­ember 2016. Eysturoyartunnilin verður 11.250 metrar langur. Har hann er djúpastur, er hann 189 metr­ar undir sjóvarmálanum. Mesta hall verður 5%. Teinurin frá tunn­ils­munn­ a­num á Hvítanesi til Runa­vík­ ar verður 9,7 km og tein­urin av Hvítanesi inn á Strendur verð­ur 9,2 km. Sand­oy­ar­tunn­ il­in verð­ur 10,8 km lang­u­r. Har hann er djúpastur, er hann 154 metr­ar undir sjóv­ar­mál­anum. Mesta hall verður 5%. Samlaði kostnaðurin fyri báð­ar tunlarnar er mettur at verða umleið 2.600 milliónir krón­ur. Fara nú undir Skálafjarðartunnil Suðuroy og ikki minst Tvør­ oyri hava verið háborgin hjá Javn­að­ar­flokk­inum síðani flokkurin kom á ting í 1928 – utt­an iva tí, at skopuningurin Pet­ur Mohr Dam, ein av stovn­ar­u­num floksins og for­mað­ur floksins í ein mans­ald­ur, hevði sítt virki á Tvør­oyri. Petur Mohr Dam var ein sterk­ur politikari, og mangan hevði Javn­að­ar­flokk­urin tríggj­ar av teim­um fýra um­ døm­is­valdu tingmonnunum í Suð­uroy. Í býráðnum á Tvør­oyri lík­a­sum »eigur« Javn­að­ar­ flokk­ur­in at hava meirilutan eins­a­mallur. Klandur og stríð mill­ um javn­að­ar­fólk á Tvør­oyri elvdi í 1984 til, at flokk­ur­in skrædnaði. Eitt beikst per­ sóns­stríð á Tvør­oyri var drig­ið inn í Javn­að­ar­flokk­i­n, og roynt varð í fleiri før­um at fáa flokkin at skera í­gjøgn­ um – eins og gjørt verður nú. Stríðið kølnaði eftir 20 ár­ um, og so var eitt felag og ein javn­að­ar­flokkur á Tvøroyri. Nú er aftur galið. Aftur er talan um per­sóns­stríð. Ilt er hjá uttan­fyri­stand­andi at taka dagar í­millum. Men at tey duga illa at hava valdið í Javn­að­ar­flokkinum á Tvør­ oyri, tað kann staðfestast. Stakkals Aksel, sum nú má skera ígjøgnum. Reiðiligast hevði helst ver­ið, at allir á­byrgd­ar­per­ són­ar­nir í stríðnum á Tvør­ oyri løgdu størv síni frá sær og lótu onnur fólk – politiskt búgvin fólk, taka við. Ein politiskur flokkur kann ikki standa modell til slíkar apu­ katta­lótir. (Hetta er skrivað, áðrenn valúrslitið fyrilá) Javnaðarháborg – og klandur og stríð Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Rundkoyringin undir Skálafjørðinum Tunnilsmunnin í Runavík Persónsstríðið á Tvøroyri og stór fúl skomm fyri Javnaðarflokkin