Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. november 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. november 2016 · Nr. 129 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN »Tað var ein fagran summardag«. Soleiðis byrjar sangurin »Ternan« hjá Mikkjali á Ryggi, ið mammu dámdi so væl at syngja, og sum hon ofta sang fyri okkum, tá vit vóru børn. Sangurin er vakur, men eisini sera syrgiligur. Og nú er hann tað í enn størri mun. Tí tað var ein fagr­ an summardag, at mamma andaði fyri seinastu ferð. Eftir bert stutta sjúkralegu var mamma farin. Dagarnar og vikurnar framm­ anundan vísti veðrið seg frá síni bestu síðu, og vit mintust aftur á góðar løtur í haganum og vesturi í ánni. Uttanfyri Gøtubrá sótu vit og hugdu eftir bygdagøtuni til Leir­ víkar, har mamma so mang­an hevði gingið. Bert stutt tíð varð fráliðin, síðani hon gekk her saman við ommubørnunum. Mammu dámdi so sera væl at gera ymiskt saman við Ólavi, Kristinu og Jógvani, og teimum dámdi væl at fara norður at vitja ommu og abba. Seinastu tíðina var nógv, sum broytt­ist, men grundleggjandi styrk­in hjá mammu broyttist tó ikki. Ein sjúkrasystir helt ein av sein­ astu døgunum, tá mamma lá á LS, at hon var so ótrúliga sterk. Og hetta er eitt gott lýsingarorð um mammu. Hon var sterk. Ofta var eisini neyðugt hjá henni at vera sterk. At fáa børn, ið hava størri og fleiri avbjóðingar enn vanlig børn, gjørdi, at mamma fekk eina serliga styrki. Einki kom av sær sjálvum, og tað var neyðugt at berjast fyri nógvum. Men samstundis, sum tað kundi vera strævið, segði mamma mær eisini frá øllum teimum fittu fólk­ unum, sum hon hevði møtt í sam­ band við ymisk tiltøk hjá Hallu. Tey gleddist hon um, og teimum hevði hon ikki møtt, um hon ikki átti Hallu. Eg veit, at tað er neyðugt at læra seg at gleðast um tað góða lívið, vit hava, tí annars kann tað vera, at vit á ein hátt doyggja. Tú gleddist um lívið, mamma, og tú og babba vóru røsk at ganga túrar í føroysku fjøllunum, eins og tit eisini ferðaðust víða um í stóru verð. Tú vísti mær eisini so ofta á týdningin av at útbúgva seg og at seta sær mál í lívinum. Men somu­ leiðis altíð at vera til reiðar at hjálpa fólki, ið hava brúk fyri ein hjálpandi hond – og hetta var eisini nakað, sum merkti tín gerandisdag. Mikkjal á Ryggi yrkir um ternu­bøguna. Tað var ein fagran summ­ar­dag, og ternubøgan var so glað. Hon gleddist um lívið, um náttúruna og um smáu pisurnar. Men sangurin fær eina óvæntaða og syrgiliga vend, tá ternubøgan so knappliga verður rivin burtur. Góða mamma. Saknurin er sera stórur eftir teg. Tað er so tómligt heima í Fuglafirði, og tað er torført, nú vit øll skulu finna stevið av nýggjum. Tú dugdi so væl at hugna um okkum á Fjalsvegi, og hóast tú ikki ert har longur, so liva øll tey mongu góðu minnini eftir teg heima hjá babba. Tú hevur verið mær ein fan­ tastisk mamma og eisini ein avbera góð omma fyri okkara børn. Og sjálvt á tíni seinastu tíð gavst tú okkum góðan førning, sum vit kunnu taka við okkum. Tí øll, sum vóru um teg undir sjúkraleguni, søgdu, hvussu jalig tú vart. Heilt til tað síðsta megnaði tú til fullnar at vera jalig og sterk, og tað vil eg eisini megna, hóast eg ikki longur havi teg at styðja meg til og tosa við. Takk fyri alt, ið tú hevur verið fyri meg. Hvíl í friði góða mamma. Minningarorð um mammu – Dinnu Kristinu Jógvansdóttir Poulsen Góða Niko omma. Nú eru tvey ár síðan tú fór fold­ um frá. Vit sakna teg hvønn einasta dag. Tíbetur hava vit minnini, og tey eru mong. Tú hevur altíð verið har fyri okkum, tann fyrsta dukkan og dukkuvognurin var frá tær, allir teir fínu prinsessukjólarnir, troyggjur og húgvurnar tú bant til okkum. Og eisini lærdi tú okk­um at binda. Sósin, sum eingin ann­ar dugdi so væl at gera sum tú, smakk­ aði best av øllum. Allar tær ferð­irnar tú og lang­ omma vitjaðu okkum í tíðini vit búðu í Keyp­manna­havn, so deiligt tað var at hava teg hjá okkum, altan­hugni og stroytúrarnir og teir mongu føðingardagarnir tú komst niður at feria saman við okkum og okkara floksfeløgum. So stuttligt tað var at vitja teg í pylsu­vogninum, har vit sloppu at gera okkara egna eplamos og búff. Køkurnar vit bakaðu heima í køkinum hjá tær, so hugnaligt og fjálgt, og vit elskaðu at sleppa at sova hjá tykkum. Søgurnar tú fortaldi okkum, um Jens og Pól. Tann serligi morgunmaturin sum man bara fekk hjá tær. Útvarpið sum koyrdi drøn hart á, tú var so spent uppá kappróðurin sum babba, pápabeiggjarnir og onkuntíð ommu­beiggi luttóku í. Og eisini B-36 sum tú fegnaðist um, tá væl gekk. Hundarnir, Lassi, Niko og Limbo, har Niko var tann serligi, sum vit góvu tær kalli navnið Niko-omma eftir. So spennandi tað eisini var at ferðast til Suðuroyar, føðistaðin Tvøroyri, vit settu spolar í hárið hjá langommu. Biltúrarnar til Saksunar at fiska við abba, tú sat og bant, meðan vit spældu í vatninum og grillaðu á sandinum. Ólavsøkan, har tú tók okkum við í KFUM í tombola, og Bingo sum vit spældu heima hjá tær, og ikki minst øll Gekka kvøldini, har vit sótu og prikkaðu á tølini saman við tær. Eisini var tað so spennandi at koma við tær at vaska í studenta­skúlanum, at hjálpa við at koyra stólar upp á borðini, evnings-, mynd­lista- og tón­leika­stovan við øllum tí for­ vitnis­liga har var. So kom tíðin tá vit møttust hvør í sínum lag, í sama umhvørvið, í stu­ denta­skúlanum. Vit vóru so errin av tær, tú var altíð so frísk, fitt og fyrikomandi við okkum ungu. Alt tú gjørdi og gekst uppí, skuldi gerast orduligt. Tú byrjaði at vikna, bleiv sjúk, men hevði kortini ongar ætlanir um at doyggja, tú bardist hvønn einasta dag fyri at basa sjúkuni. Vit blivu so kedd at síggja teg, tú hevði nógva pínu og var deyðasjúk, men altíð hevði tú gott mót, vart í góðum lag og gramdi teg sjálvdan. Tann 1. november í 14, alla halgannadag, bara 67 ára gomul, orkaði tú ikki meir. Og nú tann 9. november feira vit í tí stilla tín 70 ára føðingardag. Vit kunnu bara troysta okkum við at hava havt eina so fantastiska ommu sum teg. Góða góða Niko omma, takk fyri alt tú hevur verið fyri okkum. Farin, men ongantíð gloymd. Kærastu heilsanir Bára & Gunn Til minnis um Elisabeth Hansen á 70 ára føðingardegnum